Á lítlum hátíðarhaldi í morgun setti borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, fyrsta spakan í til nýggja skúla á Hamrinum á Argjum.
Borgarstjórin segði í hesum sambandi, at býráðið hevði ivast leingi í, um rættast var at umvæla og útbyggja verandi skúlan. Men komið varð fram til, at rættast var at byggja nýtt, heldur enn at umvæla gamalt.
- Tá kunnu vit skapa teir bestu karmarnar fyri lærarar, og ikki minst fyri børnini, segði Heðin Mortensen.
Tað er nú gott ár síðani, at hendan avgerðin varð tikin. Farið varð tá beinanvegin undir at fyrireika tilgongdina. Komið er nú hartil, at kárt er at fara undir jørðarbeiðið, sum eftir tíðarætlanini skal verða liðugt í august í ár. Tað er Articon, sum stendur fyri hesum arbeiðinum.
Talan verður um ein tvísporaðan skúla frá fyrsta til níggjunda flokk. Byggingin verður somuleiðis fyrireikað til forskúla og frítíðarskúla. Samlaða byggingin verður umleið 6.500 fermetrar til støddar.
Skúlin verður skipaður í tríggjar undirvísingarpartar, soleiðis sum fólkaskúlalógin fyriskrivar. Hetta kemur eisini til sjóndar í byggingini, har undirvísingarpartarnir verða í hvør sínum bygningi, meðan fjórði bygningurin verður ein dupult fimleikarhøll. Bygningarnir verða bundnir saman við felagsøkjum so sum forhøll og samkomuhøll.
Hamarin, fláirnar og løgini
Sunnasti parturin av byggingini verður í einari hædd. Her er ætlanin at fyrsti til triði flokkur skal halda til. Hesin partur verður eftir ætlan liðugur til komandi skúlaár.
Í norðasta parti av skúlanum – móti gilinum – skulu tey størstu børnini húsast. Har verður bygningurin í trimum hæddum.
Hvør undirvísingarpartur er skipaður sum sjálvstøðugar eindir við felagsumstøðum til bæði lærarar og næmingar. Serhølir og námsfrøðiligur tænastudepil liggja á hæddini undir undirvísingarpørtunum við beinleiðis sambandi ímillum.
Yvirskipaða hugskotið við bygninginum er »hamarin, fláirnar og løgini«. Í miðjuni gongur gjógvin ígjøgnum løgini, sum kann ímynda læring, flokstrin og undirvísingarpartar. Gjógvin sker gjøgnum løgini, avdúkar og eggjar til at nema sær kunnleika í einum yvirførdum týdningi. Gjøgnum gjónna gongur høvuðstrappan, sum eisini er ímyndin av stigvísu læringini.
Tá tú er komin niðan á, ber eisini til at skoða yvir býin og heimin. Útsýnið yvir Havnina og norðureftir er sera gott.
Stórur dentur er lagdur á, at byggingin skal vera »grøn«. Talan verður millum annað um náttúrliga ventilatión við hitaendurvinning. Hetta er fyrstu ferð, at hetta verður gjørt í Føroyum. Byggingin verður eisini við flagtaki, hitapumpum og vindeygum við lágum orkutapi.
Eftir tíðarætlanini verður farið undir sjálvt byggiarbeiðið í september í ár, fyrsti undirvísingarpartur skal standa klárur í juni komandi ár, meðan øll byggingin skal verða liðug í juni 2010.