52 vikur barnsburðarfarloyvi

S&K felagið ynskir broytingar á barsilsøkinum. Millum annað heitir felagið á myndugleikarnar um at hækka barnsburðarfarloyvi til eitt ár. Í tíðindaskrivi sigur S&K felagið, at barnsburðarfarloyvið skal vera 52 vikur. Og tað skulu vera atlit til trivnað barnsins sum gera av, um mamman ella pápin fara heim. Arbeiðsmarknaðurin skal fíggja meirkostnaðin av at fara úr 24 vikum upp í 52 vikur, og tað almenna skal standa fyri tí partinum, sum fer til lesandi foreldur. Eisini ynskir felagið, at broyta lógina, so útgjaldið verður roknað við støði í a-inntøkuni og eftirlønaravtalunum, sum eru gjørdar á arbeiðsmarknaðinum.

- Móttakarar av barsilspengum eru fyri fíggjarligum missi, tí tey missa fleiri mánaðir av inngjaldi í eftirlønarskipanina.

S&K vísir á, at gjaldið til barsilsskipanina skal haldast uttan fyri fíggjarlógina, og mælir til, at gera ein stovn eftir sama leisti sum ALS, har barsilsskipanin verður umsitin. Soleiðis ber eisini til at taka hædd fyri konjukturbroytingum í samfelagnum.

Fyri at eggja útbúnum føroyingum uttanlands at koma heim aftur, skal loftið á útgjaldinum úr barsilsskipanini, sum í dag er 25.000 kr, takast av ella hækkast munandi, so tað ikki eru fíggjarligar umstøður sum gera, at tey ikki koma heim aftur. Ella at pápar við einari høgari inntøku velja frá at fara í barnsburðafarloyvi.

S & K felagið heitir á myndugleikarnar um at fremja hesar broytingar skjótast, við at seta seg saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, so málið kann leggjast fyri tingið longu í ár.