Seinastu árini hevur Goodiepal vitjað nakrar ferðir í Føroyum. Á G! Festival 2005 hevði hann tvær framførslur í Køstinum; listainnleggingini, ið Ole Wich og Tummas Jákup Thomsen gjørdu í einum gomlum, illa farnum virkishúsi í Gøtu. Nú kemur hann aftur at hava verksmiðju í tónleikakompositión í Norðurlandahúsinum tann 14. og 15. mars.
Aftanfyri pallin
»Flest øll hava ongantíð hoyrt um mannin, men hóast tað er hann ein av teimum, um ikki tann, mest viðurkendi danski elektroniski tónleikarin ígjøgnum síðsta áratíggju«, skrivar m.a Politikken um Goodiepal.
Goodiepal hevur verið virkin í nógv ár innan elektroniskan tónleik og modernaða kompositión. Sum heilt ungur byrjaði hann at komponera á Commodore 64. Hann hevur m.a gjørt programmeringar til stóru svensku 90ara stjørnurnar Ace of Base og heimsumfatandi tele-ketuna Nokia.
Hann hevur altíð brúkt telduna sum amboð til at gera elektroniskan tónleik, og hevur enntá verið við til at útvikla nýtt tónleikasoftware. Men nú hevur hann boykottað telduna og er farin aftur til gomul, heimagjørd ljóðføri. T.d tann sjálvgjørda mekaniska fuglin, ið var útstillaður í Køstinum á G! 2005, og traditionellar, stoyptar klokkur.
Útviklingin, ið Goodiepal hevur verið ígjøgnum seinastu tíggju árini, botnar í einari orsøk; í einum ævigum forvitni eftir at finna nýggj ljóð og nýggjar vegir í tónleikinum; at royna av og finna fram til teoriir um, hvussu tónleikur fer at ljóða í framtíðini.
Hvønn veg fara vit?
14. og 15 mars frá kl. 10.00 til 18.00 verður verkstaður við Goodiepal í Norðurlandahúsinum, ið er komin í lag ígjøgnum samstarv millum Jazzfelagið og Norðurlandahúsið. Spurningarnir, ið verða viðgjørd, eru m.a hesir:
Hvørja leið fer tónlistarliga úttrykkið í einum heimi, har øll eiga teldu og hava atgongd til eitt ótal av ljóðførum við framúr góðari góðsku – bara ígjøgnum nøkur fá músaklikk? Hvat er framskygdur tónlistarligur kreativitetur ár 2008? Skal teldan sjálv læra at komponera, tá kunstigur intelligensur loksins blívur veruleiki? Skulu vit fara aftur til at notera tónleikin grafiskt?
Mørk skulu flytast
Verkstaðurin er fyri øll, ið hava hug til vera við í at granska tónlistarlig úttrykk. Tær nýtist ikki at duga at spæla nakað ljóðføri. Bara tú hevur eitt opið sinn.
Sjálvur verkstaðurin er lagdur til rættis sum ein lærubók, ið luttakararnir skulu vera við til at skriva. Luttakaranir fáa møguleika fyri at flyta síni mørk, har tey eru sett fyri fatanina av tónleiki og tónleikakompositión. Endamálið er, at verkið, ið verður skapt, skal skapast út frá einum so breiðum sjónarhornið sum gjørligt.
Luttøka
Til tess at tey, ið luttaka, skulu fáa eina optimala uppliving, hevur Goodiepal biðið hvønn einstakan um at hyggja at einum videoklippi, áðrenn komið verður til klassan. Videoklippið kann síggjast á blog.wfmu.org/freeform/2008/01/goodiepal-and-t.html. Finn fleiri upplýsingar um Goodiepal á myspace.com/goodiepal.
Spurningar annars kunnu setast til Ole Wich á tlf 27 38 40. Tilmelding fer fram á telefon 351351 ella á nlh@nlh.fo. Kostnaður er kr 200,- við kaffi og køku.










