Mortensen og Høgni Hoydal, tóku spurningin upp og Jenis av Rana lovar at loysa málið. Hann sigur, at tað eru nógvir myndugleikar, sum eru uppi í, bæði kirkjuligar myndugleikar, friðingarmynduglar og politiskir [...] talan hevur verið um góðar fundir og hann lovar, at ein loysn verður funnin. Hann vísir á, at kring landið eru 17 kirkjur, sum eru friðaðar við lóg og harumframt eru 20 ella 21, sum eru eldri enn 100 ár [...] Nú skal tað vera lættari hjá fólki við rørslutarni at sleppa í kirkju, og tað skal eisini vera lættari at fáa loyvi til at gera wc og aðrar ábøtur í gomlum kirkjum. Tað lovar Jenis av Rana, landsstýrismaður
Mánadagin og mánakvøldið vera tríggir dystir í 17. umfari: TB og B68 spæla klokkan 16.00, og EB/Streymur – KÍ og Víkingur – B36 vera klokkan 19. Týsmorgunin fer HB av landinum við kós ímóti Ísrael, har [...] ímóti ÍF um eina viku, sunnudagin 8. august, og á heimavølli ímóti KÍ leygardagin 14. august. Dysturin í Fuglafirði er útsettur til mikudagin 15. september, og heimadysturin ímóti KÍ er útsettur til mikudagin [...] B68 – 07 Vestur, B36 – HB og TB – ÍF. Nú hevur FSF gjørt av, at teir aftur eru útsettir. Dystardagurin er nú ásettur at vera leygardagin 2. oktober. Ólavsøkudysturin millum HB og KÍ er úrsettur í næstan
Reynatúgvu, landsstýrismaður við almannamálum, var og vitjaði ein dag herfyri, og tá varð tosað um prís. Hann fekk tá at vita, hvat ætlaði prísurin fór at verða, og helt fyri, at kundi Sandavágs Kommuna klára [...] barnagarð og vøggustovu, sum tilsamans fer at hava pláss fyri 80 børnum. Kommunan hevur í dag skipaða dagrøkt, har átta dagrøktarmammur hava tilsamans 58 børn. Umframt er ein, sum er tøk av og á, eitt nú [...] Hann verður skipaður í fýra eindum, soleiðis at tað verða tvær ferðir 15 vøggustovupláss, og tvær ferðir 20 barnagarðspláss, greiðir Rósa Samuelsen frá. Tó verður tað møguligt at broyta prioriteringaina
hevur fingið nýggjar bátabrúgvar og træbryggju. Í bátahylinum eru nú 110 metrar av atløgusíðu og nógv bátapláss. - Gamla atløgusíðan er partvís umvæld og gjørd av nýggjum, og vit hava eisini gjørt eina stóra [...] Her er høvi at sita og hugna sær, og møguleikar verða eisini at grilla á økinum. Heðin Zachariasen vísir á, at økið uppi á landi eisini er vorðið størri, og tað er asfalterað, eins og pláss er útvegað til [...] Umstøðurnar til bátahugna í Hvalvík eru betraðar við góðum og rúmligum atløguplássi, nýggjum bryggjukanti, terassu á bryggjuni og plássi til einar 20-25 kampingvognar. Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri
makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, og hækkar í ein útsynning og vestan. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 5 og 9 stig. Sunnudagin Andøvsgul upp í ein strúk av vestri [...] Føroyar av útsynningi, og mánakvøldið koma nýggj brúgvaløg inn yvir landið av vestri og útsynningi. Í dag Fyrrapartin strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 20 m/s, í hvirlunum upp í [...] útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Alt døgnið verður skýggjað og támut og regn og hitin millum 5 og 9 stig. Fríggjadagin Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum í
uttanlands í Danmark, Bretlandi og í Fraklandi, har tilsamans 20 fólk starvast. Hans Johs. á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni, sigur, at flytingin er ein fyribilsloysn, og at ætlanin er at fara undir at byggja [...] uttanlands og annars í dagliga samskiftinum í Føroyum. Fáa útsýnið aftur Nú verða hesi noydd at leita sær úit í Havnardal, og hóast tað er eitt sindur óhøgligt fyri bæði viðskiftafólk og starvsfólkið [...] fermetrar til støddar. Fingu gott tilboð Vit fingu eitt gott tilboð, og tóku av. Hetta er ein góð loysn,tí bygningurin er góður, og situr til okkara tørv, sigur Hans Joh. á Brúgv. Nú tit hava mist útsýnið
sekundið, og hvirlurnar kunnu raka upp í meira enn 20 metrar um sekundið. Pallarnir eru góðkendir til 17 metrar um sekundið, og tí kann ein hvirla oman fyri hesa vindferð gera støðuna vandamikla og hættisliga [...] avgerðina nú, tí tað krevur nógv arbeiði og tíð at seta pallar og fyriskipa konsertøkið. Nógv skal fyrireikast: ljóð, ljós, vaktir, sølubúðir, WC-viðurskifti og mangt annað. Fyri at náa alt hetta, varð [...] Tjarnir hava vit eina høll í heimsflokki, og har kunnu vit tryggja bæði góðsku og trygd fyri øll vitjandi.” “Vit harmast um støðuna, men við atliti til trygd og upplivingargóðsku, so er hetta rætta avgerðin
frá, tá fólk av gørðunum kring um savnaðist á einum garði, sótu og bundu hosur og skiftust um at siga frá søgum, syngja vísir og sangir. Og ikki at gloyma um okkara egnu leiðir. Lesið bara fólkalívsmyndirnar [...] sama húsi: Børn, foreldur, abbi og omma, og mín sann, at kundi ein langomma og kanska eisini ein langabbi sløðast ímillum. Eisini hesin lívsháttur broyttist sum frá leið, og nú hoyra vit dagliga, at talað [...] roykja friðarpípuna. Og vit kunnu lesa hjá Kipling um, at teir í Indialandi fyri eystan sótu undir Dahktrænum og lýddu á einhvønn ?vísmann?. Í londunum í Evropa, kanska serliga Fraklandi og Týskalandi, vóru
KÍ og sigrinum ímóti BK Häcken og veruleikanum, at KÍ tvær tær næstu vikurnar skal spæla ímóti Molde. Hetta er felagið, har KÍ venjarin Magne Hoseth og hjálparvenjarin Daniel Berg Hestad spældu, og so [...] megna, og tað var á fleiri økjum at verða vaksin. Hann livir skipað og regluligt lív, hann venur miðvíst hvønn dag, og so er hann farin í holtur við venjaraútbúgving. Sjálvsálitið er støðugt økt, og í europeiskum [...] Flogfarið væntast at lenda klokkan 20, og umleið hálvanannan tíma seinni verður skipað fyri fagnaðarløtu á vøllinum fyri Vegard Forren og øllum hinum KÍ spælarunum, venjarunum og øllum hinum, sum eru við til
Í Leirvík hittust LÍF og Sumba, og hesin dysturin endaði við einum málleysum javnleiki 0-0, og tað var á eini góðari leið, frætta vit úr Leirvík. Dysturin var ógvuliga tamur, og ikki vóru málmøguleikarnir [...] seinna hálvleiki kom Royn meiri og meiri inn í dystin, og tá ið Gisli Sveinbjørnsson javnaði við brotssparki, kom vend í. Áleyparin Sasha gjørdi bart seinastu løtuna av dystinum og skoraði hattrick, soleiðis [...] á vitjan. Klaksvíkingar vóru tó ikki so lættir at syfta, og teir løgdu seg eisini á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Vágamenn komu tó sterkt aftur, og tá ið brasiliumaðurin Silva legði heimaliðið á odda 4-2