2. deild
Spenningurin í 2. deild er stórur. Oddaliðið TB snávaði í dag, tá ið teir spældu truplan útidyst á Argjum. AB vann dystin 1-0 við einum máli, sum liðskiparin hjá argjamonnum, Rani Debes Christiansen, skoraði upp á beinleiðis hornaspark. Eitt mál, sum málverjin hjá tvørámonnum partvís noyðist at taka á sínar herðar.
Hvalbingar eru eisini væl við í oddastríðnum, eftir at teir vunnu 4-1 á B36 í Hvalba. Tað vóru annars gestirnir úr Havn, sum vóru á odda í hálvleikinum við einum máli, sum Bergur Midjord skoraði. Í seinna hálvleiki kom Royn meiri og meiri inn í dystin, og tá ið Gisli Sveinbjørnsson javnaði við brotssparki, kom vend í. Áleyparin Sasha gjørdi bart seinastu løtuna av dystinum og skoraði hattrick, soleiðis at Royn vann dystin 4-1, sum kanska var í meira lagi.
Á Valloyruni í Sandavági hevði FS Vágar á pappírinum ein lættan heimadyst, tá ið botnliðið KÍ var á vitjan. Klaksvíkingar vóru tó ikki so lættir at syfta, og teir løgdu seg eisini á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Vágamenn komu tó sterkt aftur, og tá ið brasiliumaðurin Silva legði heimaliðið á odda 4-2 í seinna hálvleiki, væntaðu tey flestu, at dysturin var avgjørdur, men so var ikki. Fyrst minkaði Alexandur Djordjevic um munin til 3-4, áðrenn Tórur Lervig við sínum næsta máli í dystinum javnaði til 4-4, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Í Leirvík hittust LÍF og Sumba, og hesin dysturin endaði við einum málleysum javnleiki 0-0, og tað var á eini góðari leið, frætta vit úr Leirvík. Dysturin var ógvuliga tamur, og ikki vóru málmøguleikarnir nógvir.
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið var í Vági sunnudagin, har B71 var á vitjan. Tann dysturin endaði 2-2.
Úrslit
Royn-B36 4-1 (0-1)
0-1 Bergur Midjord
1-1 Gisli Sveinbjørnsson brts.
2-1 Sasha
3-1 Sasha
4-1 Sasha
AB-TB 1-0 (1-0)
1-0 Rani Debes Christiansen
FS Vágar-KÍ 4-4 (1-2)
0-1 Tórur Lervig
0-2 Gunnleif Biskopstø
1-2 Birgir Joensen
2-2 Sonny Johansen
3-2 John Johansen
4-2 Silva
4-3 Alexander Djordjevic
4-4 Tórur Lervig
LÍF-Sumba 0-0
VB-B71 2-2 (