Lýtt og vátt komandi dagarnar

Ein veikur hátrýstsryggur fer yvir Føroyar av vestri, áðrenn brúgvaløg koma inn yvir landið av útsynningi. Seinni í vikuni mennist eitt hátrýst beint sunnan fyri okkum, men brúgvaløg koma inn yvir okkum av vestri. Seinast um vikuskiftið kemur ein hátrýstsryggur inn yvir Føroyar av útsynningi, og mánakvøldið koma nýggj brúgvaløg inn yvir landið av vestri og útsynningi.

 

Í dag

Fyrrapartin strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 20 m/s, í hvirlunum upp í storm, 25 m/s. Út á dagin makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið makar niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað ella samdrigið, men yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 10 stig.

 

Í morginm

Gul til andøvsgul av ymsum ættum, tó fyri tað mesta av útsynningi, 5 til 8 m/s. Seinnapartin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Alt døgnið verður skýggjað og támut og regn og hitin millum 5 og 9 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum í løtum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella sirm, men um kvøldið yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum seinni makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, og hækkar í ein útsynning og vestan. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum seinni makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, sum fer í ein útsynning, 5 til 10 m/s, um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 5 og 9 stig.