Dagstovnur
Sandavági: Tað flaggaði uttan fyri Kommunuhúsið í Sandavági mikudagin. Dagstovnurin varð reistur.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at talan er um ein samkipaðan barnagarð og vøggustovu, sum tilsamans fer at hava pláss fyri 80 børnum. Kommunan hevur í dag skipaða dagrøkt, har átta dagrøktarmammur hava tilsamans 58 børn. Umframt er ein, sum er tøk av og á, eitt nú tá børnini savnast í spælistovuni, greiðir hon frá.
Nýggi dagstovnurin í Sandavági verður reistur í tveimum lonum. Hann verður skipaður í fýra eindum, soleiðis at tað verða tvær ferðir 15 vøggustovupláss, og tvær ferðir 20 barnagarðspláss, greiðir Rósa Samuelsen frá. Tó verður tað møguligt at broyta prioriteringaina, um tað til dømis verður brúk fyri fleiri barnagarðsplássum, sigur hon.
Eftir ætlan skal bygningurin standa klárur tann 31. mars komandi ár, og roknað verður við at flyta inn í seinasta lagi 1. mai.
Dagstovnurin í Sandavági verður fíggjaður úr egnum lumma, sigur borgarstjórin. Hann fer um íløguætlanina hjá kommununi, og einki lán er tikið.
Rósa Samuelsen greiðir frá, at Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður við almannamálum, var og vitjaði ein dag herfyri, og tá varð tosað um prís. Hann fekk tá at vita, hvat ætlaði prísurin fór at verða, og helt fyri, at kundi Sandavágs Kommuna klára tað, skuldi hon fáa premiu.
?Tað ætla vit okkum so at minna hann á aftur, tá liðugt er, tí vit eru sannførd um, at prísurin fer at halda, sigur borgarstjórin í Sandavági.
Hon vil tó ikki siga alment, hvat prísurin verður, men sigur tó so mikið, at aðrir dagstovnar eru fyrr bygdir fyri rættiliga nógv fleiri pengar, enn hesin fer at kosta.
Nú dagstovnurin verður bygdur, fer dagrøktarskipanin úr gildi, og dagrøktarmammurnar verða sagdar úr starvi.
Á stovninum er tað soleiðis, at tað skal vera eit ávíst tal av útbúnum pedagogum í starvi, og tað kann so fara at merkjast aftur hjá teimum ikki útbúnu, sum fara at søkja starv har. Tó er ikki sagt, at dagrøktamammurnar, sum hava verið í starvi hjá kommununi, ikki sleppa aftur í starv á stovninum. Tað velst sjálvandi um, hvørjar umsóknir koma inn, sigur Rósa Samuelsen.
Tað eru sandavágsmenn, sum smíða bygningin, og Johnfinn á Plógv, byggimeistari, stendur fyri arbeiðinum, sum varð boðið út.










