Umstøðurnar betri enn nakrantíð áður

Umstøðurnar í Hvalvík eru betraðar við góðum og rúmligum atløguplássi, nýggjum bryggjukanti, terassu á bryggjuni og plássi til einar 25 kampingvognar.

- Umstøðurnar til bátahugna í Hvalvík eru betraðar við góðum og rúmligum atløguplássi, nýggjum bryggjukanti, terassu á bryggjuni og plássi til einar 20-25 kampingvognar.

 

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum sjálvur eigur frítíðarbátin, Juvel.

 

Árliga tiltakið við bátahugna í Hvalvík verður leygardagin 30. mai, sum er leygardagin komandi. Sum vanligt savnast bátarnir, sum verða við í siglingini, á Selatrað, og síðan verður siglt til Hvalvíkar tíðliga seinnapartin.

 

Eins og aðrir bátasiglarar í Sundalagnum, gleðir borgarstjórin seg til bátahugnan í Hvalvík.

 

- Tað er bevíst, at vit ikki rópa tiltakið bátastevna, men bátahugni. Hetta er eitt tiltak, har bátafólk - og nú gjarna eisini fólk í kampingvogni - koma higar at hugna sær og taka sær av løttum. Bátahugnin hevur stóran áhuga millum bátasiglarar, og í fjør vóru einir 75 bátar við í tiltakinum.

 

Bátahugnin í Hvalvík er eitt tilak, sum ikki kostar tað nógva úr lummanum. Hvør bátur ella kampingvognur kostar 200 krónur, og tá er tað uttan mun til, hvussu nógv fólk eru í hvørjum báti ella kampingvogni.

 

Lutaseðlar plaga eisini at vera seldir millum bátafólkið, og undirtøkan hini árini hevur verið rættiliga góð, sigur borgarstjórin.

 

Umstøðurnar til bátahugna í Hvalvík eru góðar - ikki minst, nú bátahylurin hevur fingið nýggjar bátabrúgvar og træbryggju. Í bátahylinum eru nú 110 metrar av atløgusíðu og nógv bátapláss.

 

- Gamla atløgusíðan er partvís umvæld og gjørd av nýggjum, og vit hava eisini gjørt eina stóra terassu við bátahylin. Her er høvi at sita og hugna sær, og møguleikar verða eisini at grilla á økinum.

 

Heðin Zachariasen vísir á, at økið uppi á landi eisini er vorðið størri, og tað er asfalterað, eins og pláss er útvegað til einar 25 kampingvognar.

 

- Hóast hetta er bátahugni, vildu vit eisini skapa umstøður hjá fólki at koma við kampingvogni, um tey ynskja tað. Kampingvognar eru líka sum vorðin ein fastur táttur í hesum umhvørvi.

 

Ein nýggjur septiktangi eisini er grivin niður á økinum, og hesin er í fyrsta lagi ætlaður til húsið, sum Sundalags Bátafelag leigar frá kommununi, men eisini til tey, sum koma í kampingvogni og hava brúk fyri at tøma sær septiktangan, meðan tey eru í Hvalvík.

 

- Við havnalagið fáa bátar og kampingvognar eisini streym og vatn, leggur borgarstjórin aftrat.