Vegar var á botninum og vendi

Nú hann er í Champions League minnist KÍ miðverjin aftur á og er takksamur fyri tey, sum góvu honum nýggjan møguleika, tá ið fótbóltslívið sá út til at vera liðugt

Norskir miðlar hava ilt við at fáa afturhald í umrøðuni av KÍ og sigrinum ímóti BK Häcken og veruleikanum, at KÍ tvær tær næstu vikurnar skal spæla ímóti Molde. Hetta er felagið, har KÍ venjarin Magne Hoseth og hjálparvenjarin Daniel Berg Hestad spældu, og so er álopsspælarin Sivert Gussiås eisini úr Molde.

 

TV2 í Norra ger serliga nógv burturúr, at tað var fyrrverandi Molde spælarin Vegard Forren, sum var púra tryggur úr 11 metrum, tá ið hann varpaði svenska meistaraliðið úr og samstundis sendi KÍ víðari í europeisku meistarakappingini.

 

Fyri stívliga trimum árum síðani segði Vegard Forren í samrøðu við norska TV2, at hann hevði so stórar trupulleikar av at spæla um pengar, at tað var ein sjúka. Hann var 32 ára gamal, tá ið sáttmálaskeiðið í Brann Bergen var liðugt, og tað sá út til at hann ikki fekk nýggjan møguleika í fótbóltinum:

 

-Eg eri fegin um, at Magne Hoseth og Daniel Berg Hestad í vetur roknaðu við, at eg kundi vera við í hesum projektinum. At eg framvegis spæli fótbólt í Europa, nú eg eri 35 ára gamal, eigi eg at takka Eide og Omegn, sum er felag í 4. deild, og eisini Træff í 2. deild fyri, tí teir vístu mær álit, tá ið eg var longst niðri, sigur Vegard Forren við TV2 Norge.

 

-Tað er ikki fyrr enn í morgun, at tað er farið at ganga upp fyri mær, hvussu stórt tað er, sum vit higartil hava megnað, segði Vegard Forren fyrr í dag við TV2 Norge.

 

-Vegard hevur gjørt tað, sum vit roknaðu við, at hann fór at megna, og tað var á fleiri økjum at verða vaksin. Hann livir skipað og regluligt lív, hann venur miðvíst hvønn dag, og so er hann farin í holtur við venjaraútbúgving. Sjálvsálitið er støðugt økt, og í europeiskum dystunum hevur hann verið framúr, sigur Magne Hoseth við TV2 Norge.

 

-Eg eri takksamur fyri at fáa loyvi til at fáast við tað, sum eg tími best, og á vøllinum vísir tað seg, at 35 ár ikki nýtist at vera ov gamalt fyri ein miðverja, sigur Vegard Forren.

 

KÍ ferðalagið er á veg heim eftir óføru ferðina í Svøríki. Flogfarið væntast at lenda klokkan 20, og umleið hálvanannan tíma seinni verður skipað fyri fagnaðarløtu á vøllinum fyri Vegard Forren og øllum hinum KÍ spælarunum, venjarunum og øllum hinum, sum eru við til at syrgja fyri at alt hetta ber til.