kensluborin á røddini. Óheppin úttalilsi Klokkan er nú fimm, og tíðindini í útvarpinum byrja. Man ikki orðið "Jógvan" verða fyrsta orðið í tíðindunum henda seinnapartin? Jú, so er. Útvarpskvinnan byrjar við [...] einasta dag. Í eini sofu liggur frakkin og dokumentmappan. Hann fer í frakkan og tekur dokumentmappuna í hondina. Enn er hann landsstýrismaður. Enn er hann ikki koyrdur frá. Enn er hann í starvi. Hvussu [...] er eiheldur koyrdur frá. Situr við borðið í innlendismálaráðnum og tosar í telefon. Konan hevur ringt fyri lítlari løtu síðani, og nú er tað ein annar limur í familjuni sum ringir. Viðkomandi hevur frætt
Vinstra fer upp í agnabakkan, høgra rættar húkin, krøkir í, og so liggur húkurin niðri í stampinum við agnhaldinum uppeftir og bíðar eftir næsta toskinum úti á grunninum. Teir leggja pappír í millum fyri at [...] línan skal fara greiðari út. Vit eru í skúrinum hjá einum tí fremsta útróðrarbátinum í landinum. Og vit banka beinanvegin upp undir borðið fyri ikki at hava orðið á bátinum. Spurstungan er arvalig sigst [...] uttan nakra stýring inn aftur á fiskivinnuprát, tað er sjálvsagt annað orðið í hesum sambandi. Vit eru stødd seinastu dagarnar í november og tað er sjálvandi eitt lottaríspæl, hvussu restin av árinum fer
veruleikanum í Føroyum í dag. Heilt náttúrligt liggur denturin í hesum sambandi á tíðini síðani heimastýrisskipanin kom í gildið, men Høgni roynir eisini, við hepni, at knýta bond longur aftur í tíðina. Hetta [...] eyðsæð, at Høgni ikki fær lýst í allar krókar í Føroyasøgu. Men fyri tann, sum ikki kennir søguna frammanundan, er ?Myten om rigsfællesskabet? ein góð og hugvekjandi byrjan. Í aðru atløgu er talan um eina [...] illgitingar vera í staðin grundarlagið undir nútíðarsøguni hjá yngri ættarliðum, og á henda hátt fáa vit ?mytuna? í orðsins ringasta týdningi. Við at skriva nútíðarsøgu sleppa fólk í samtíðini at rætta
fyri andstøðuna. Í orðaskiftinum verður Kringvarpið javnan rópt sosialistiska rottureiðrið í Sortudíki. Fíggjarliga er stovnurin niðurpíndur, og eigur so absolutt ongan góðan í samgonguni. Allar [...] ikki setast av! Og hví í heila tikið útbúgva fólk í einum landi, sum ikki lurtar eftir serfrøðini, hvørki tá umræður fiskivinnu, búskap, pensjónir, list osfr.? Marknagilsdepilin er í vanda fyri at gerast [...] tornað á samgonguskjalinum, tá ein tinglimur í samgonguni kravdi, at embætisverkið skulu frásiga sær grundleggjandi mannarættindi. Aðalstjórin í Almannamálaráðnum hevði dittað sær at verða
samband við potentiellar samstarvsfelagar í oljuvinnuni í Bretlandi. Eisini hava vit luttikið á skeiðum í eitt nú projektleiðslu ? og haraftrat hevur Agip stuðlað okkum í at gjøgnumføra hesa ISO-góðkenningina [...] setti á stovn síðst í sjeytiárunum. - Kári byrjaði spakuliga í kjallaranum heima hjá sær sjálvum. So við og við mentist fyritøkan. Stórur bygningur varð bygdur her úti á Kambsdali ? og í dag er fyritøkan [...] at hann allan vegin í tilgongdini hevur havt ta kenslu, at uppbakningurin í felagnum hevur verið stórur. Hann vísti eisini á týdningin av, at KJ hevur havt Virkisráðgevingina við í hesum arbeiði. - Teir
tilfari átti at verið í miðlunum, men um tú saknar tað og sjálvur hevur journalistiska útbúgving, kanst tú eisini bara sjálvur royna at fáa meira av tílíkum í bløðini og fáa tað út í bók. Tað havi eg so [...] Journalistikkur í blóðinum Uni Arge hevur útbúgving av Journalistskúlanum í Århus, og hann hevur fingist nógv við fjølmiðlaarbeiði. - Eg havi altíð havt áhuga fyri at skriva og tímdi tað best í skúlanum. Tá [...] - Vit liva í eini flimrandi fjølmiðlaverð, har vit fáa eina endaleysa nøgd av neyðugari og óneyðgari vitan, men upplýsingarstreymurin verður sjáldan settur í samanhang. Vit verða ovfóðrað við upplýsingum
Gunnar Nolsøe, samskipari, setti alt í gongd. Áðrenn hann gav sparikassastjóranum orðið, minti hann á, at føroyingar eisini kundu gera teirra ávirkan á úrslitið í Stjerne for en aften, har tað eydnaðist [...] neyvan lítið at ivast í, at í 2005 verða tveir fundir. ? Vit eru savnað her fyri at staðfesta støðuna hjá Norðoya Sparikassa, líka sum viðhaldsfólk hjá einum ítróttarfelag, segði stjórin í røðu sínari, tá hann [...] at fáa øll túsund fólkini til borðs í einum, at ganga upp. Men hann fegnaðist um, at tað var eydnast teimum. Og samstundis legði hann afturat, at soleiðis sum økingin í undirtøkuni til fundirnar hevur verið
parabolirnar í Sumba?" Eisini eru fleiri gerandislig ting uppi í leikinum. Staðanøvn, sum Havnardalur, Reynatún, eitt gentunavn Rakul og Sumba eru við í yrkingunum. Og vakurt verður tað lýst, t.d. í "Regnið" [...] og eini staðfesting "?Í tínum hjarta siti eg / Í tínum hjarta". Ein vøkur yrking, sum endar við hesum versinum: "Tú ert nógv vakrari enn vakrasta orð Tú koyrir vakrasta orðið í sor Tú ert ei hjá mær, [...] sum er lættur. Tikið verður eisini í støðuna millum manna í tí modernaða heiminum, sum vit eisini herheimi eru ein partur av: "?Hvør maður er klárur, hvør fyri seg". Í endanum á hesum sanginum syngja fleiri
eru tit í syndum tykkara enn; so fortaptust tá eisini tey, sum sovnað eru í Kristusi! Er tað bert í hesum lívi, vit hava sett vón okkara til Kristus, so er meiri grund at tykjast synd í okkum enn í nøkrum [...] , kann ein lesa um í evangeliinum eftir Jóhannes, kappitul 21 og í fyrsta kapitli í Ápostlasøguni. Her eru orðini hjá Jóhannesi, evangelisti, um uppreisn Jesusar. Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria [...] so stórt pláss í páskahaldi okkara. At rulla páskaregg annan páskadag er siður, sum man vera uttaneftir komin í upp á seg nýggjari tíð, men mær vitandi er hesin siður ikki vanligur longur í Danmørk, haðan
Johansen við tøgn eina løtu. Karl var formaður í felagnum í 25 ár. Hann andaðist fyri einum góðum ári síðani, og síðani tá hevur Jan Midjord verið formaður í felagnum. Gjørt var av, at eykaaðalfundur ikki [...] stillaði ikki upp til formansvalið. Í formansfrágreiðingini kom hann millum annað inn á, at lønarinntøkurnar hjá limum felagsins vóru hækkaðar við fýra milliónum í 2002 í mun til 2001. Ein partur av hesi [...] Fráfarandi formaðurin segði seg stuðla Hans Joensen í royndunum at gerast formaður. Greitt var eisini, at nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag gekk í tveimum bólkum. Eyðbjørn Jakobsen og Jóhan Carl Dam fingu