- Vit liva í eini flimrandi fjølmiðlaverð, har vit fáa eina endaleysa nøgd av neyðugari og óneyðgari vitan, men upplýsingarstreymurin verður sjáldan settur í samanhang. Vit verða ovfóðrað við upplýsingum, men spurningurin er, um vit ikki viðhvørt verða meira ørkymlað enn upplýst.
Soleiðis sigur journalisturin Uni Arge, sum hevur givið út bók við 50 tekstum um fólk og samfelag.
Í bókini “Framtíðin kallar” eru bakgrundsgreinir, søgugreinir, tíðargreinir, samrøður og vangamyndir. Greinirnir snúgva seg millum annað um fíggjarkreppu, fólkaræði, tolsemi, átrúnað, tilveruna, tónleik, mál og fólk, og tær flestu hava verið prentaðar í Sosialinum.
- Eg havi gjørt eina roynd av perspektivisera tann endaleysa tíðindafloymin og eisini fáa aðrar samanhangir fram enn teir, sum kunnu dragast fram í stuttum tíðindum. Tað er lætt at krevja, at meira av tílíkum tilfari átti at verið í miðlunum, men um tú saknar tað og sjálvur hevur journalistiska útbúgving, kanst tú eisini bara sjálvur royna at fáa meira av tílíkum í bløðini og fáa tað út í bók. Tað havi eg so gjørt, sigur Uni Arge.
Journalistikkur í blóðinum
Uni Arge hevur útbúgving av Journalistskúlanum í Århus, og hann hevur fingist nógv við fjølmiðlaarbeiði.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri at skriva og tímdi tað best í skúlanum. Tá tíðin var búgvin, var tað natúrligt at fara á journalistskúla, serliga tí abbi og pápi fingust við journalistikk í útvarpinum og eisini skrivaðu bøkur, sigur Uni Arge.
Pápin Jógvan Arge og Niels Juel Arge eru millum størstu profilar, sum hava verið í føroyskum útvarpi.
- Onkur segði, tá eg var liðugur, at eg hevði fingið pappír upp á tað, sum eg visti, at eg dugdi. Men tað er ov einfalt sagt. Eg fekk nógvar góðar meginreglur í journalistikki upp á pláss á journalistskúlanum í Århus. Størsti denturin varð lagdur á tíðindir, bakgrund og kannandi journalistikk, og serliga nógv varð tosað um góðar nýggjheitir.
- Men eg havi flutt meg frá stuttum tíðindum til meira bakgrundskent og viðmerkjandi tilfar. Eg havi saknað hetta tilfarið í føroyskum fjølmiðlum. Fyri nøkrum árum síðan hugsaði eg, at eg kundi ikki bara ganga runt og grenja um hetta. Eg mátti vera við at skapa broytingina sjálvur, sigur Uni Arge.
Í 2004 skrivaði hann ta fyrstu bókna, "Komin er nú onnur øld," og hon varð væl móttikin.
- Eg havi staðfest við at skriva langt og perspektiverandi, at nógv fólk tíma at lesa tílíkt tilfar. Tað er kanska ikki besta sølutilfarið hjá bløðum, men tað gevur vitan. Eg havi eisini staðfest, at tílíkt tilfar verður nógv brúkt í skúlunum. Næmingar skriva stílar og uppgávur um tekstirnar og diskutera teir, og tað gleðir meg, sigur hann.
- Eg eri so ógvuliga forvitin sjálvur, og tá tú skrivar eitt nú bakgrundsgreinir og søgugreinir, fært tú nógv at vita, tá tú leitar tilfarið fram. Tað er ein fyrimunur.
Dámar at hava meiningar
Ein partur av greinunum, sum Uni Arge hevur skrivað seinastu tíðina, eru greinir við upplýsandi meiningum, kronikkir, har okkurt aktuelt mál verður tikiF0 til viðgerðar.
- Mær dámar at hava meiningar. Í Føroyum hava vit kanska havt lyndi til at halda, at tey, sum taka orðið, heldur skuldu tagt. Men eg eri grundleggjandi ósamdur. Sjálvandi skalt tú ikki tosa við ongum skili og vera óneyvur, men eg haldi, at ferð allatíðina skal vera á orðaskiftinum, sigur hann.
- Hetta er ikki minst umráðandi í sambandi við tað, sum fer fram í politikkinum. Politikkurin skal hava mótspæl, tí vandi er altíð fyri skeivum avgerðum og valdsmisnýtslu. Ofta tora fólk ikki at tala at alment. Eg havi hugsað, at um tú hevur førleikan at skriva, kanst tú eisini tosa fyri fólk. Kanska er tað neyðugt viðhvørt, sigur Uni Arge.
Hann heldur, at brúk er fyri perspektiverandi, greinandi og viðmerkjandi tilfari um samfelagsmál.
- Einvegis politiskar útsagnir frá ymsum politikarum skulu hava konstruktivt mótspæl, og neyðugt er, at onkur av og á skoðar út yvir politiska veruleikan. Um eingin ger tað, fáa vit serverað eini seks, sjey subjektivar politiskar veruleikar, og tá flyta vit okkum uttan iva longri burtur frá veruliga samanhanginum, heldur Uni Arge.
- Tað er ivaleyst eisini soleiðis, at politikarar og onnur við valdi hava tørv á, at onkur annar hyggur at teimum samfelagsligu málunum, sum eru frammi, og viðmerkir tey. Tað hjálpir teimum vónandi skilja tað, teir sjálvir fáast við.
Refleksjón og kjak
Viðmerkjandi greinir kunnu hava við sær, at fólk reflektera um meiningina, tey ikki taka undir við, ella fara at kjakast um hana.
- Viðhvørt upplivi eg, at um eg skrivi onkra greining ella meining, kunnu fólk siga, at hon var upplýsandi, men tey vóru ikki samd. Tað er frálíkt, tí so hava tey reflekterað um tað, tey lósu í greinini, og tey hava ikki avvíst tað heilt. Og soleiðs skal demokratisk samrøða vera.
- Tað, sum krevur mest av skrivingini og av dirvinum, er at skriva beinleiðis meiningar, har tú tekur støðu til trupul, eym og kanska fløkt mál. Tá váðar tú skinnið, og tú kanst vænta tær at fáa svar upp á tiltalu. Skrivar tú eina kontanta meining, skalt tú eisini vera til reiðar at taka kjakið upp, tá onkur svarar tær. Men úrslitið verður vónandi, at bæði tú og hini verða eitt sindur klókari, sigur Uni Arge.
Hann heldur, at alt ov fá fakfólk í Føroyum leggja ta vitan fram, sum tey hava ognað sær, og sum samfelagið hevur tørv á.
- Hvat nyttar tað, at tey hava alt í egnum høvdi, og ongin fær gagn av teirra vitan? Fakfólk mugu vera idealistiskari og ríka demokratiska orðaskiftið við fleiri øðrvísi vinklum. Er tilfarið væl grundgivið, er onki at óttast, og vita eftir, um vit tá ikki eisini fáa betri politikk, sigur Uni Arge.
Myndatekstur:
- Í Føroyum hava vit kanska havt lyndi til at halda, at tey, sum taka orðið, heldur skuldu tagt. Men eg eri grundleggjandi ósamdur. Sjálvandi skalt tú ikki tosa við ongum skili og vera óneyvur, men eg haldi, at ferð allatíðina skal vera á orðaskiftinum, sigur Uni Arge.
Mynd: Álvur Haraldsen
Fakta
Navn: Uni Arge
Aldur: 40
Bústaður: Tórshavn
Útbúgving: Journalistur
Bøkur:
Komin er nú onnur øld (2004)
Framtíðin kallar (2011)
Fløgur:
Mitt í sjónum (2007)
Meldurtíð (2009)
------
Møgulig sitat:
"Orsakað av atgerðarloysi og vantandi politiskum hugsjónum hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið alt vald í landinum, og tað, sum har fer fram, setir dagsskránna. Tú spyrt teg sjálvan, um nakað landsstýri finst, tí stórpolitisku bardagarnir eru farnir at minna um kontoklandur á kommunalum nevndarfundum."
"Make us dream" 2009
"Øll heimssøgan er sprenfull av søgum um, hvussu fólk og fyritøkur fingu sær ferð ímóti himni og síðan skramblaðu til jarðar aftur. Orðatøk minna í ymsum útsetingum á, at hugmóð stendur fyri falli, og kristindómurin prædikar støðugt um eyðmýkt og mátahald. Kortini hendir tað aftur og aftur, at fólk brenna seg illa persónliga og fíggjarliga."
"Tá arbeiðsplássið verður himmiríki" 2010