1.000 fólk til borðs

Túsund fólk til borðs, góður, heitur matur, gott undirhald og áhugaverdar røður. Soleiðis kann ein í stuttum lýsa størsta ábyrgdarafundin hjá Norðoya Sparikassa, sum var fríggjakvøldið

Klaksvík:
Klokkan var ikki farin langt av sjey, tá tey 1.000 fólkini, sum høvdu teknað seg til ábyrgdarafundin hjá Norðoya Sparikassa høvdu sessast, og Gunnar Nolsøe, samskipari, setti alt í gongd. Áðrenn hann gav sparikassastjóranum orðið, minti hann á, at føroyingar eisini kundu gera teirra ávirkan á úrslitið í Stjerne for en aften, har tað eydnaðist Guðrun Sólju Jacobsen at koma víðari til finaluna.
Fleiri vóru spent uppá, hvussu alt fór at gangast við so mongum fólkum. Men tað var ongin slingur í valsinum nakrastaðni. Alt koyrdi eftir eini tíðarætlan, sum tó ikki rættiliga helt, men rúm var fyri øllum tiltøkunum.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri, byrjaði við at bjóða øllum vælkomnum, og helt hann eina røðu, har hann millum annað kom inn á, at tað var viðskiftafólkum og starvsfólkunum í sparikassanum at takka, at úrslitini seinastu fimm árini hava verið so avbera góð. Hann tosaði eisini um, hvussu torført tað hevði verið at fáa puslispælið, við at fáa øll túsund fólkini til borðs í einum, at ganga upp. Men hann fegnaðist um, at tað var eydnast teimum. Og samstundis legði hann afturat, at soleiðis sum økingin í undirtøkuni til fundirnar hevur verið, so er neyvan lítið at ivast í, at í 2005 verða tveir fundir.
? Vit eru savnað her fyri at staðfesta støðuna hjá Norðoya Sparikassa, líka sum viðhaldsfólk hjá einum ítróttarfelag, segði stjórin í røðu sínari, tá hann kom inn á, hvønn týdning ábyrgdaraskipanin hevur fyri stovn og viðskiftafólk.
Stjórin vísti eisini á, at við 1.850 ábyrgdarum, so var meira enn annarhvør ábyrgdari tilstaðar í høllini fríggjakvøldið. Og málið er at náa teimum 2000 ábyrgdarunum í ár. Hann endaði sína røðu við at takka sínum starvsfólki og øllum fyri at standa saman um Norðoya Sparikassa.
Síðani helt nevndarformaðurin í Sparikassanum, Óli Marner Christiansen, røðu, har hann millum annað tosaði um framtíð sparikassans. Eisini hann vísti á, hvussu nógvir ábyrgdararnir eru vorðnir í tali.
? Triðji hvør klaksvíkingur er ábyrgdari, segði hann.
Óli Marner fegnaðist eisini um, at Norðoya Sparikassi í dag er eitt gott alternativ til kappingarneytarnar.
Men tað vóru ikki bara røður á skránni. Aftaná Óla Marner sang Stanley Samuelsen eitt lag, áðrenn gestarøðarin Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, fekk orðið.
Magni Arge helt ein sera áhugaverdan fyrilestur um fyrimunir og vansar við føstum sambandi. Hann kom sera væl frá uppgávuni, og øll lurtaðu við andakt eftir, hvat hann hevði at siga. Hann dugdi eisini avbera væl at gera sín fyrilestur áhugaverdan við, at hann dróg paralellir millum Vágoynna og Norðoyggjar. Og eisini samanbar hann við ítróttin, sum hann jú einaferð var so kendur fyri at varpa út í hvørja stovu í Føroyum.

Borðhaldið
Tá Magni Arge var liðugur við sín fyrilestur, kom Kim Hansen upp á pallin at syngja og spæla, meðan forrætturin, rækjubland, varð borin inn.
Og meðan ábyrgdararnir og gestir annars ótu, sat størsta navnið á kvøldinum uppi á loftinum í KÍ høllini og hugdi at Guðrun S. Jacobsen og hinum í Stjerne for en aften. Finn Nørbygaard var blíður og sera róligur. Hann tosaði slettis ikki so nógv um at skula undirhalda, hann tosaði meira um, at Guðrun var ein framúrskarandi songkvinna, sum nokk skuldi fara at klára seg, óansæð um hon vinnur kappingina ella ikki. Og pianisturin hjá honum, Christian Borregaard tók undir við honum.
Teir søgdu seg tó vera spentir at koma á pallin at undirhalda. Finn Nørbygaard hevur bert verið í Føroyum einaferð fyrr fyri mongum árum síðani, so hann var fegin um at hava fingið møguleikan til at vitja aftur.
Meðan teir báðir bíðaðu á loftinum, serveraði kokkurin, Jákup Ziskason, høvuðsrættin, sum var oksakjøt við eplum, grømnmeti og sós, í høllini. Teir fingu sjálvandi eisini at eta. Meðan høvuðsrætturin var á borðinum, gekk ein annar kendur skemtari og undirhelt og tók sær av felagssanginum. Hilmar Jan Hansen var í essinum hetta kvøldið, og sangurin rungaði í høllini, meðan Alex Sólstein spældi undir. Tað lá sera væl fyri hjá Hilmar Jan, og fólkini flentu í kíki at hansara góðu søgum, har hann millum annað hermdi eftir politikarum.
Hóast nógv hendi á pallinum allatíðina, so var tað tó ikki so, at fólk ikki fingu tíð at sita og práta sínámillum. Tað dugdu tey eisini at gera rúm fyri, og tað gjørdi, at alt tyktist so róligt og avslappandi, hóast tíðarætlanin var sprongd.
Umleið trý korter seinni enn tíðarætlanin segði, kom Finn Nørbygaard á pallin. Hann var sera vælupplagdur og legði hart út. Nógv ferð var á honum allatíðina, og nógvar góðar søgur komu frá honum. Millum annað fekk Heindrikur prinsur sín part. Men hann hermdi nakrar ferðir eftir danskarum, sum helst ikki eru so kendir her í Føroyum, og tá var láturin nakað avmarkaður. Men tó so ? hann bleiv klappaður uppaftur og gav so trý eykanummur. Samanumtikið gott undirhald frá vælupplagda dananum.

Dragin fekk stuðul
Tá fundurin byrjaði segði Gunnar, at okkurt yvirraskilsið var á skránni. Og tá Finn Nørbygaard var farin av pallinum, var tíðin komin at avdúka, hvat yvirraskilsið var. Á skránni stóð, at ein peningagáva skuldi latast stuðlafelagnum Draganum. Men ongin visti, hvussu stór gávan fór at verða, fyrr enn stjórin avdúkaði, at sparikassin hevði gjørt av at lata teimum ein kekk upp á 250.000 krónur.
? Tað byrjaði sum ein lítil spíri fyri tíggju árum síðani, og nú er tað komið so væl áleiðis, at væntandi verður Dragin liðugur í summar. Og eg skal undirstrika, at ongin umsókn er komin frá felagnum, hetta er nakað, sum sparikassin hevur gjørt av av sínum eintingum. At vit lata teimum 250.000 krónur, segði Eyðfinn Reyðberg, tá hann bað umboðini fyri Dragan, sum vóru í høllini, koma upp á pallin.
Og tað var ein sera bilsin og rørdur formaður, Hans Eli Hansen, sum stutt takkaði fyri stórfingnu gávuna. Tað var sera rørandi at síggja hesar fegnu menn, tá teir sessaðust aftur við borðini púra ovfarnir av stóru gávuni.
Norðoya Sparikassi hevur eisini ein tónleikagrunn, sum letur pening til einstaklingar ella bólkar. Og hesuferð hevði nevndin í grunninum gjørt av, at lata Pæturi við Keldu 100.000 krónur til eina fløguútgávu, sum hann arbeiðir við í hesum døgum. Pætur framførdi so nøkur løg. Síðani varð valúrslitið kunngjørt. Og ábyrgdarafundurin endaði hetta kvøldið sera hátíðarliga, meðan øll 1.000 fólkini stóðu uppi og sungu Boðar tú til allar tjóðir. KÍ høllin var stutt sagt ikki til at kenna aftur. Hon sá út sum ein sonn veitsluhøll, og tað var sera hugnaligt inni. Og hóast tað vóru so mong fólk, so bilti ikki við hitanum. Eitt annað, sum eisini gjørdi, at tað var luftigt og lætt inni var, at fólk fóru út at roykja, hóast tað ikki var roykibann. Heitt varð bara á fólk um at bíða, tí høvuðsrætturin var etin.
Alt klappaði væl, og fólk fóru vælnøgd heimaftur stutt fyri midnátt. Og avbygdafólk sluppu eisini heimaftur, tí bussur koyrdi á ferjuleguna, har Dúgvan sigldi um midnáttarleitið.