Heilt nýggjur maður skoraði sigursmálið hjá Víkingi

Undirhaldið var fínt í góðveðrinum í Hólmanum, tá ið Víkingur eftir lítlari løtu fram ímóti steðginum skoraði tvey mál

Jónatan Lervig skoraði sigursmálið í Hólmanum, tá ið Víkingur vann 2-1 ímóti EB/Streymi. Hetta var fyrsta málið hjá honum í bestu deildini

Tað hevur verið nógv upp og niður hjá Víkingi higartil í ár. Í dag endaði tað við 2-1 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi. Sigurin ber við sær, at Víkingur nú hevur 14 stig og er á fimta plássi – eitt stig frammanfyri EB/Streym.

 

Bæði málini hjá Víkingi vóru skorað innanfyri tveir minuttir seint í fyrra hálvleiki. Víkingur hevði í síðstu løtu gyltan møguleika at økja um leiðsluna, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki og vísti EB/Streyma liðformanninum og miðverjanum Andrasi Ó. Olsen gula kortið fyri aðru ferð og harvið reytt kort, men Sølvi Vatnhamar misnýtti brotssparkið.

 

Jørgen Nielsen, sum higartil í ár hevur havt ilt við at vinna sær fast pláss á liðnum, javnaði til 1-1 í 37. minutti. Eftir hornaspark var tað Stefan Radosavljevic, sum átti uppleggið úr spískum í høgru, og Jørgen var heilt tætt undir málinum, tá ið hann skoraði. Stefan Radosavljevic hevur havt ilt við at vinna pláss á liðnum, síðani hann í vár flutti úr Írlandi og til Víking, men í dag var hann millum teir fyrstu ellivu.

 

Tveir minuttir seinni var tað nýggi miðverjin Jónatan Lervig, sum skoraði sigursmálið. Hann er spildurnýggjur á besta liðnum og var í dag fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu. Hann avloysti síðsta hálva tíman Atla Gregersen ímóti HB, og í dag var Atli ikki førur fyri at spæla. Víkingur vann horna, og vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson átti næstsíðsta fótin á, áðrenn miðverjin stýrdi bóltin í málið og fyri fyrstu ferð yvirhøvur var málskjútti í bestu deildini.

 

EB/Streymur legði seg á odda, tá ið eitt lítið korter var farið. Málskjútti var Boubacar Dabo, sum var heilt leysur mitt fyri málinum, eftir at vongverjin í høgru Meinhard Debes Geyti breyt ígjøgnum og legði innfyri.

 

Talan var um undirhaldandi uppgerð, og tað vóru spentar støður og málmøguleikar í báðum endum – teir flestu frammanfyri málið hjá EB/Streymi.

 

Annan leygardag fer EB/Streymur í Gundadal at spæla ímóti B36, og annan sunnudag fær Víkingur vitjan av FC Suðuroy.

 

 

 

EB/Streymur – Víkingur 1-2 (1-2)

 

1-0: Boubacar Dabo 14.

 

1-1: Jørgen Nielsen 37.

 

1-2: Jónatan Lervig 39.

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Debes Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Virgar Jónsson – Jens Erik Bruhn, Búi Egilsson, Boubacar Dabo

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Ingi Arngrímsson, Jónatan Lervig, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Stefan Radosavljevic, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg), Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

 

Jónatan Lervig skoraði sigursmálið í Hólmanum, tá ið Víkingur vann 2-1 ímóti EB/Streymi. Hetta var fyrsta málið hjá honum í bestu deildini