Forkunnug ? men ikki nøktandi

Um bókina ?Myten om rigsfællesskabet? eftir Høgna Hoydal:

Um bókina ?Myten om rigsfællesskabet? eftir Høgna Hoydal:


Høgni Hoydal hevur fyrr víst at hann dugir at skriva. ?Myten om rigsfællesskabet? er bert enn eitt dømi um, at Høgni hevur orðið í sínari makt. Bókin, sum kom út fríggjadagin 07.04.00 á forlagnum Lindhardt & Ringhof, er ein stutt lýsing av føroyskum politikki og søgu ígjøgnum 1000 ár, tó við serligum denti á heimastýristíðini.


Tvinnar lýsingar

Bókin kann lesast á ymsan hátt. Í fyrstu atløgu er talan um eitt yvirlit yvir føroyska søgu frá landnámi til í dag. Sum heild er talan um eina greiða og nøktandi gjøgnumgongd av teimum tíðarskeiðum og viðurskiftium, sum hava verið avgerandi fyri, at Føroyar og føroyingar eru tað tey eru. Tað er eyðsæð, at Høgni ikki fær lýst í allar krókar í Føroyasøgu. Men fyri tann, sum ikki kennir søguna frammanundan, er ?Myten om rigsfællesskabet? ein góð og hugvekjandi byrjan.

Í aðru atløgu er talan um eina roynd at knýta søguna saman við politiska veruleikanum í Føroyum í dag. Heilt náttúrligt liggur denturin í hesum sambandi á tíðini síðani heimastýrisskipanin kom í gildið, men Høgni roynir eisini, við hepni, at knýta bond longur aftur í tíðina. Hetta er ikki minst áhugavert, tí at slíkar royndir eru so forkunnugar.


Forkunnug roynd

Serliga forkunnugt er tó at lesa royndir at skriva nútíðarsøgu. Tað letur til, at føroyingar fyrnast at seta nútíðarsøgu uppá skrift, og í staðin livir hon sítt ódámliga lív, sum tugga í ymsum munnum, og gerst minni og minni eftirfarandi, sum frálíður.

Tá so endiliga søgan skal skrivast, er fatanin so avlaga manna millum, at søguvísindin ongan møguleika hevur, til tess at rætta misfatanir og illgitingar. Hesar søguligu misfatanir og illgitingar vera í staðin grundarlagið undir nútíðarsøguni hjá yngri ættarliðum, og á henda hátt fáa vit ?mytuna? í orðsins ringasta týdningi. Við at skriva nútíðarsøgu sleppa fólk í samtíðini at rætta misskiljingar og vísa á alternativar tulkingar.

Hendan møguleikan hevur Høgni Hoydal givið fólki við bók síni, og tað skal hann hava rós fyri. Spurningurin er so bara, um nakar tekur av avbjóðingini, ella um ?Myten om rigsfællesskabet? skal standa einsamøll, fyri seinni at fáa støðu sum ?søga?. Um so verður, er einki vunnið.


Ikki ein søgubók

Vit mugu vera púra greið um, at bókin hjá Høgna ikki er ein søgubók. Hon er ein bók, sum er skriva við tí fyri eyga, at rættvísgera tann politik, sum sitandi landstýrissamgonga førir. Útgangsstøðið er, at tað er heimastýrisskipanin, sum koyrdi Føroyar á húsagang fyri 10 árum síðani. Hetta ger bókina hvørki verri ella betri, men lesarin má allatíðina hava í huga, at málið við bókini er at undirbyggja eina ávísa fatan av søguni.

Tað er her munurin liggur ímillum eina søgubók og bókina hjá Høgna Hoydal. Søguskrivarin letur tað vera upp til lesaran at avgera, hvussu søgan skal skiljast ella tulkast. Hin góði søguskrivarin megnar at vísa lesaranum á ymsar møguligar tulkingar, men letur tað vera upp til lesaran at avgera, hvør tulking er tann rætta. Í ?Myten om rigfællesskab-et? avgerð rithøvundurin fyri lesaran, hvør tulking er tann rætta. Bókin er politisk og eigur at vera lisin soleiðis.


Rakar ikki mál

Høvuðsmálið við bókini er at peika á væntandi fullveldi sum orsøk til ringt skil í Føroyum. Hetta er samstundis tann veiki parturin av bókini. Hóast sannførandi royndir eydnast tað ikki rithøvundanum at vísa á, at nakað samband hevur verið ímillum stjórnarligu viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum, og kreppurnar báðar í 50?unum og 90?unum. Í staðin lýsir Høgni nakrar tilgongdir, sum fyrst og fremst eru føroyingum sjálvum fyri at takka ella brigda. Sum Høgni so væl sigur eina-staðni í bókini, so er heimastýrisskipanin bara ein formellur karmur um tað politiska og fyrisitingarliga virksemið í Føroyum. Sum Høgni sjálvur vísir á, hevur hesin karmur bæði rúmað ábyrgdarfullum arbeiðssemi eins væl og fyrilitarleysum ódugnasemi. Niðurstøðan er, at hóast karmurin hevði verið ein annar, var eingin trygd fyri at innihaldið ikki hevði verið tað sama.


Millum reglurnar

Samanumtikið eydnast ikki Høgna Hoydal at føra sannførandi prógv fyri, at heimastýrisskipanin hevur verið føroyska samfelagnum at skaða. Eftir próvførsluna stendur í staðin ein mynd av einum samfelagið, har ávísir samfelagsbólkar hava gjørt sær dælt, vælvitandi at tað fór at kostað øðrum samfelagsbólkum dýrt í seinasta enda.

Slíkum ber ikki til at tryggja seg ímóti stýrisskipanarliga, uttan so, at demokratii verður vrakað sum grundhugsan. Veikleikin við demokratinum er, at tann klóki kann lumpa tann minni klóka til at taka avgerðir, sum gagna tí klóka men skaða tann minni klóka.

Úrslitið er, at tann klóki hevur buktina og báðar endarnar. Við at lesa bókina kemur tíðiliga til sjóndar, at trupulleikarnir í Føroyum fyrst og fremst snúgva seg um samfelagssinni og politiskan moral, og so gott sum einki hava við sjálva stjórnarskipanina at gera. Eitt demokratiskt samfelag fær tað stýrið tað hevur uppiborið. Sum Høgni vísir á, so vóru tað føroyingar ? og ikki danska stjórnin ? sum skuldarbundu og kollrendu føroyska samfelagið.

Hóast tað stóð landsstýrinum frítt fyri at avmarka lántøkurnar uttanlands í 80?unum og soleiðis temja búskapin, so valdi landsstýrið at lata vera. Og hóast tað stóð Løgtinginum frítt fyri at tala at og geva landsstýrinum boð um at steðga peningaflutninginum til landið, so valdi Løgtingið at lata vera.

Og hóast tað stóð føroyska fólkinum frítt fyri at velja eitt Løgting, sum tók tær nógvu kreppuávaringarnar í álvara, so valdi føroyska fólkið at lata vera. Høgni Hoydal meinar at øll hesi val høvdu verið øðrvísi um Føroyar høvdu havt fullveldið, men tað er og verður ein trúðarspurningur.


Sjálvmótsøgn

Høgni Hoydal hevur skrivað eina bók, sum hevur uppiborið at vera lisin. Men um ætlanin við bókini hevur verið at siga seinasta orðið í fullveldiskjakinum, so eydnast hetta ikki. Somu stóru spurningar standa framvegis ósvaraðir aftaná at bókin er lisin. Fyrst og fremst stendur sjálvandi spurningurin um, hví landsstýrið hevur sovorðnan skund við at fáa tað formella uppá pláss, meðan alt tað innihaldsliga ? stýrisskipanin, fyrisitingin og búskaparstýringin ? alt kann bíða til seinni.

Høgni Hoydal sigur, at heimastýrisskipanin er bara ein formellur karmur, og tí einki virði hevur í sær sjálvari. Samstundis er hann fremsti talsmaður fyri at gera ein nýggjan formellan karm um samfelagið, sum eitur fullveldið. Tað, sum Høgni skyldar at greiða fólkið frá er, hví tann formelli karmurin er so týdningarmikil, tá hann einki virði hevur í sær sjálvum.


Hví á donskum?

At enda má eg harmast um, at Høgni ikki hevur skrivað eina bók á føroyskum, til føroysku veljararnar, har hann greiðir frá, hví teir skulu velja fullveldi fram um heimastýri ella sjálvsstýri. Í tí politiska høpinum haldi eg tað vera løgi, at Høgni fyrst og fremst vendir sær til danskar lesarar. Hetta hevur tó einki við bókina at gera. Hon er skrivað og skal lesast, sum tað hon er: Ein bók á donskum skrivað til danskar lesarar.


09.04.2000

Jóanes N. Dalsgaard