Í dag er páskadagur. Hesin dagurin verður hildin til minnis um uppreisn Jesusar.
Páskadag heilsa fólk í teimum ortodoksu kirkjunum, og onnur kristin við, hvørjum øðrum við orðunum: "Kristus er upp risin" og so svarar hin "Ja, hann er sanniliga upprisin". Milliónir av fólkum heilsa í dag hvørjum øðrum við orðunum um, at Jesus veruliga er risin upp.
Orðið páskir stavar úr hebraiskum og grikskum.
- Tað er komið um grikskt og latín úr hebráiskum máli, tí máli, sum Gamla testamenti er skrivað á, har tað æt pesach og merkti ‘páskalamb’, skrivaði Annfinn Johansen um orðið á heimasíðuni hjá Setrinum fyri nøkrum árum síðani.
- Løgið er, at páskanavnið, sum er í øllum norðurlandamálum, ikki hevur rinið við heimsmálini bæði týskt og enskt. Á týskum eita páskir Ostern og á enskum easter. Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri várinum. Tað er skylt millum annað við ættarnavnið eystur, har sum sólin kemur upp. Upprunamerkingin er ‘ljós, bjartleiki’. Hátíðarhaldið hevur frá fyrndini verið til at fagna várinum og hinum vaknandi gróðrinum. Tí man eggið, ímyndin av lívsmegi og gróðursemi, enn hava so stórt pláss í páskahaldi okkara. At rulla páskaregg annan páskadag er siður, sum man vera uttaneftir komin í upp á seg nýggjari tíð, men mær vitandi er hesin siður ikki vanligur longur í Danmørk, haðan hann man vera komin til okkara, skrivar hann víðari.
Tað var hendan dagin, at fyrst Maria Magdalena, Maria, móðir Jákup og Salome, og síðani Pætur og Johannes fóru út til grøv Jesusar og sóu, at hon var tóm. Ein jarðskjálvti hevði rullað steinin frá munnanum á grøvini og Jesus, sum var risin frá teimum deyðu, var farin úr grøvini. Einans línklæðini lógu eftir í grøvini.
Jesus vísti seg fyrstu fyri Mariu Magdalenu í urtagarðinum. Síðani vísti hann seg fyri lærisveinunum. Hann vísti seg eisini fyri tveimum, sum vóru á veg úr Jerusalem til Emmaus.
Paulus skrivar seinni, at uppreisn Jesusar er kjarnin í kristindóminum.
- Er eingin uppreisn av deyðum, so er heldur ikki Kristus risin upp. Og er Kristus ikki risin upp, so er prædika okkara tóm, so er trúgv tykkara tóm við! Vit koma tá eisini at standa sum lygivitni um Gud, við tað at vit hava vitnað móti Gudi, at Hann reisti upp Kristus - sum Hann ikki hevur reist upp, um so er, at deyð nú ikki rísa upp. Rísa deyð ikki upp, so er heldur ikki Kristus risin upp. Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn; so fortaptust tá eisini tey, sum sovnað eru í Kristusi! Er tað bert í hesum lívi, vit hava sett vón okkara til Kristus, so er meiri grund at tykjast synd í okkum enn í nøkrum øðrum menniskjum! Men nú er Kristus risin upp frá hinum deyðu, skrivar ápostulin í fyrra brævið sínum til samkomuna í Korint, kapittul 15.
Til ber at lesa um hendan dagin í evangeliunum eftir Matteus, kapittul 28, eftir Markus, kapittul 16, eftir Lukas, kapittul 24 og eftir Jóhannes, kapittul 20. Um lív Jesusar á jørðini eftir uppreisnina, kann ein lesa um í evangeliinum eftir Jóhannes, kappitul 21 og í fyrsta kapitli í Ápostlasøguni.
Her eru orðini hjá Jóhannesi, evangelisti, um uppreisn Jesusar.
Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena tíðliga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og hon sær, at steinurin er tikin burt frá grøvini.
Hon fer tá rennandi og kemur til Símun Pæturs og til hin lærusveinin, hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: «Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.»
Tá fór Pætur út og hin lærusveinurin, og teir komu til grøvina. Men teir runnu báðir saman, og hin lærusveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr at grøvini. Og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har, men fór tó ikki inn.
Tá kemur eisini Símun Pætur, sum fylgdi aftan á honum, og hann gekk inn í grøvina; hann sá línklæðini liggja har, og sveittadúkin, sum hann hevði havt um høvdið, sá hann liggja, ikki saman við línklæðunum, men samanballaðan á einum staði fyri seg sjálvan.
Tá fór nú eisini hin lærusveinurin inn, sum fyrr var komin til grøvina, og hann sá og trúði. Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum. Lærusveinarnir fóru tá heim aftur til sín sjálvs.
Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum hon nú græt, kagaði hon inn í grøvina, og hon sær tveir einglar í hvítum klæðum sita har, annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum Jesu likam hevði ligið.
Og teir siga við hana: «Kvinna, hví grætur tú?» Hon sigur við teir: «Tí at teir hava tikið harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann.» Tá ið hon hevði sagt hetta, vendi hon sær við, og hon sær Jesus standa har, og hon visti ikki, at tað var Jesus.
Jesus sigur við hana: «Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?» Hon hugsaði, at hetta mundi vera urtagarðsmaðurin, og sigur við hann: «Harri, hevur tú borið hann burtur, tá sig mær, hvar tú hevur lagt hann, og eg skal taka hann.»
Jesus sigur við hana: «Maria!» Hon vendir sær á og sigur við hann á hebráiskum: «Rabbuni!» (tað merkir: meistari). Jesus sigur við hana: «Nem ikki við meg; tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara.»
Maria Magdalena kemur og boðar lærusveinunum: «Eg havi sæð Harran!» og at hann hevði sagt henni hetta.
Men tá ið komið var at kvøldi henda sama fyrsta dag í vikuni og meðan dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og sigur við teir: «Friður veri við tykkum!» Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendurnar og síðuna. Nú vórðu lærusveinarnir glaðir, tá ið teir sóu Harran.
Jesus segði tá aftur við teir: «Friður veri við tykkum! Eins og faðirin hevur sent meg, soleiðis sendi eg eisini tykkum.» Og tá ið hann hevði sagt hetta, andaði hann á teir og sigur við teir: «Takið við heilagum anda. Hvørjum, sum tit fyrigeva syndirnar, teimum eru tær fyrigivnar, og hvørjum, sum tit halda teimum aftur, teimum eru tær afturhildnar.»