kostnaðinum, eisini tí møguligt er hjá bilførarum at koyra um Streymin, um bummpengaprísurin verður ov høgur. Tað er tí eingin ivi um, at um ein undirsjóvartunnil millum Hvítanes og Skálafjørðin skal gerast [...] verri, m.a. hjá fólki, ið skulu yvir um vegin. Alt í alt bøkir verkætlanin tó óivað um ferðslutrygdina, tí koyristrekkið millum Havnina og Eysturoynna/Norðoyggjar verður so nógv styttri. Landsverkfrøðingurin [...] verður fyrispurningur settur til undirritaða, um ta raðfesting av íløgum í samferðslukervið, ið verkætlanarbólkur undir Vinnumálastýrinum hevur gjørt frágreiðing um. Lat meg siga beinanvegin, at tað altíð er
millumtjóða orðatilfar. Eitt av mongum dømum er um ein lærara hjá 1. studentaskúlaflokki, sum undraðist á, so skjótt ein genta hevði tikið seg fram í fronskum, spurdi, um hon hevði verið í frítíðini í Fraklandi [...] mál. Hesi 10 árini hevur Lars Forsmann so mangan sannað hetta. Úrslitini eru so mikil, at mangir politikarar, lærarar og onnur vilja ikki trúgva teimum ella hoyra um tey. Lars Forsman heldur tað vera at [...] ríkisstuðli. Tá ið tær 8 vikurnar vóru farnar, vildu næmingarnir ikki fara heim; teir flestu hildu fram, og aðrir komu afturat. Soleiðis byrjaði esperanto-linjan. Síðan tá hava næmingar úr 38 londum verið
hevur ikki frætt um málið hjá Vesturvón beinleiðis. ? Men er tað so, sum tað er komið fram í Sosialinum, at norðmenn hava eftirlit við hvørjum einasta háli, er tað at fara ov langt. ? Tí so so nágreiniliga [...] at málið er so álvarsligt, at hann mælti løgmanni til at seta seg í samband við norska forsætismálaráðaharran at tosa um fiskivinnusamstarvið ímillum bæði londini. Hann helt, at málið hevði so stóran týdning [...] tær harðastu á allari ferðini. ? Men tær vóru meiri um rækjufiskiskapin við Svaldbard og ikki um reinar fiskitekniskar spurningar, sum tað her er talan um. ? Men tað er greitt, at tað verður eisini neyðugt
kennir frá smærri støðum. Han hugsar her um Siesta og Nón. - Enn veit ein so lítið ítøkiligt um, hvat kemur, tí landið er lítið, og tað krevjast bæði pengar og manning, um eitt minstamark skal vera í tíð, sum [...] hann fær mest fyri peningin. - Vit halda fram við teimum skyldum vit hava. Við góðum tíðindaflutningi og royna at náa øll øki, men enn vita vit ikki so nógv um, hvat í veruliga er á veg, sigur Jógvan Jespersen [...] heldur Jógvan Jespersen Fram er komið, at ein støð ætlar at senda, men at stigtakararnir ikki vænta at forrenta sín íløgu tey fyrstu mongu árini. Jógvan hevur hoyt tíðindini um henda, eftir øllum at døma
tað, sum um politikararnir ikki tosa um sama mál, tá teir kjakast um fullveldisspurningin. Heldur Bergur Berg, at hetta fer at broytast tá kanningararbeiðið er liðugt, og »hvítbókin« er løgd fram? - Ja, [...] Vit hava vent okkum til Berg Berg og biðið um eina stutta ávegisfrágreiðing um hvussu arbeiði hjá teimum ymsu bólkunum gongur. - Eg haldi at tað gongur so nøkunlunda beint eftir ætlan. Onkur bólkur er [...] Tað er ongantíð gjørd ein allýsing av okkara egnu viðurskiftum, og tí kemur nógv fram, sum kanska ikki øll vóru greið um, sigur hann. Bergur Berg vísir á, at tað eru ymisk øki, sum føroyingar ikki hava
mánaði. Ikki so langur í orðum, men kortini sera víttfevnandi. Landsstýrið vildi hava eina rúgvu av útgreiningum og metingum, um heildarveitingina, um framtíðar inntøkumøguleikar og eisini um framtíðar [...] fíggjarlógir. Men hvussu sær so út nú, góðar tríggjar mánaðir eftir at bólkurin er farin til verka. Vit hava biðið Reidar Nónfjall um at greiða okkum eitt sindur frá arbeiðinum. Reidar Nónfjall sigur, [...] hvussu vit ætla at fara fram, og vit hava einki hoyrt aftur frá honum, tí ganga vit út frá, at hann hevur góðtikið tað. Arbeiða í bólkum Tá tað innleiðandi arbeiðið var gjørt, var so farið undir ta veruliga
í úrslitinum, og hóast Hitler heldur ikki dugdi at koyra bil, so gjørdist Fólkavognurin so sagnarkendur, at menn í 90?unum fóru at hugsa um at endurskapa hann. Nú er hann endiliga komin. Av teimum 400 í [...] cybergrønum til svart. Eingin ivi er um, at Volkswagen við VW New Beetle skapar eina nýggja dimensión til teirra image - nakað sum fær okkum at hugsa um álit og perfektión, um lættleika og lívshug. [...] bilurin er sermerktur, tala myndirnar fyri. At hann er »fólksins bilur«, talar komfortin fyri, um enn prísurin er í so høgur. Tann, ið ætlar at ogna sær ein nútímans Fólkavogn má av við eina fjórðings millión
var eisini at hugsa um trygdina. Í fimtiárunum vóru royndir gjørdar í USA, sum vístu, at kroppur okkara tolir sera ógvusligar uppbremsingar - væl at merkja um hann er spentur fastur, so at hann ikki stoytir [...] gildi hjá okkum. Síðani fyrstu bilbeltini komu fram, er nógv hent á hesum øki. Í fyrstani vóru beltini einans fest í tveimum støðum, men skjótt var komið fram til tað beltið, sum vit nýta enn í dag, nevniliga [...] ikki at stilla longdina á tí, tá ið fólk av ymiskari stødd nýta tað. Og sum vit øll vita, so læsir snældan einans, um rykt verður harðliga í beltið Í stuttum kann sigast, at higartil er eingin einstøk try
at finna fram til eina nýggja lønarskipan, men mikudagin skiltu vit á formanni Starvsmannafelagsins, at tolið var um at verða uppi. Og tað var ikki so langt av leið heldur. Tí í gjár kom fram, at partarnir [...] loystir beinanvegin. Men tað tykist, sum um partarnir ikki eru samdir um hvussu hesir spurningar skulu loysast. Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fáa upplýsingar um hvørjir hesir átrokandi spurningar eru [...] ið, sum ætlar at senda boð eftir semingsstovninum. Sosialurin skilir, at tað er nógv eftir at tosa um. Partarnir eru eftir øllum at døma ikki komnir til lønar- og eftirlønarkrøvini enn, og har er stórur
Føroyska ullin hevur átt lívið í føroyingum í øldir. Í dag er hon ikki so viðurkend, ikki so fá blaka hana burtur ella brenna hana, men kortini eru tað alla tíðina fólk, sum royna at halda lív í og birta [...] liðug nú, og tað eru lutirnir hjá Ásu Hátún, sum nú verða sýndir fram á Skansavegi í Havn. Áhugabólkar og skúlar hava sæð sýningina, men um vikuskiftið verður hon opin fyri almenninginum. - Eg havi fingið [...] hon gerast heilt mjúk. Tað snýr seg um at útvikla nøkur ting, sum hóska til føroysku ullina. Vit hava lyndi til bara at finnast at føroysku ullini uttan at tosa um, hvat hon er væl og best egnað til. Tógvið