Jógvan Jespersen, ÚF, er ikki bangin fyri at taka kappingina við lokalstøðirnar upp. Hann heldur kapping er góð.
- Tað eru mong ár síðani, at tað varð avgjørt, at fleiri skuldu fáa loyvi at senda. Vit eru til reiðar bæði praktiskt og mentalt, sigur Jógvan Jespersen.
Hann nevnir, at senditíðin er longd, og at ÚF hevur gjørt nakar royndir við líknandi sendingum, sum ein vanliga kennir frá smærri støðum. Han hugsar her um Siesta og Nón.
- Enn veit ein so lítið ítøkiligt um, hvat kemur, tí landið er lítið, og tað krevjast bæði pengar og manning, um eitt minstamark skal vera í tíð, sum sent verður, heldur Jógvan Jespersen
Fram er komið, at ein støð ætlar at senda, men at stigtakararnir ikki vænta at forrenta sín íløgu tey fyrstu mongu árini.
Jógvan hevur hoyt tíðindini um henda, eftir øllum at døma, sterka kappingarneyta, men sigur at ÚF hevur reglur at ganga eftir.
- Útvarpið skal fíggjast við lurtaragjaldi og so hava vit heimild at fáa inntøkur frá lýsingum og spæli. Tað mugu vit royna at halda okkum til, sigur Jógvan Jespersen.
Hann sigur, at ÚF framvegis ætlar at leggja dent á at røkja sínar uppgávur sum ?Public Service? støð við teim skyldum, ið tað førir við sær.
- Tað hevur týdning, at vit hava eitt útvarp, ið hevur nakað fyri øll, og sum hevur orku til ávís ting. T.d. mugu vit hava eitt útvarp, ið er ført fyri at upptaka eina konsert við Føroya Symfoniorkestri, sigur útvarpsstjórin.
Hann nevnir, at ítøkiligt, so hava vit hoyrt um eina støð, ið ætlar at senda andaligt tilfar. Her metir hann, at lurtarin, ið hevur tann áhugan, fær eitt ískoyti. Hin støðin ætlar at senda tónleik og undirhald og her verður kapping, men ÚF hevur longda sendtíð, men hevur ætlanir um meira av slíkum og longri senditíð.
Hann nevnir, at ein forðing er, hvønn prís ein fær rættindini fyri. ÚF rindar í dag um eina millión til KODA og Gramex fyri teir 2200 - 2300 tímarnar árliga av tónleiki. Hetta eru um 6-7 tómar dagliga.
Hann væntar, at onnur skulu gjalda lutfallsliga tað sama. Eisini ivast Jógvan Jespersen í, um føroysku marknaðurin er nóg áhugaverdur hjá útlendskum støðum, tí nógv skal til, áðrenn ein vinnur pening uppá útvarp í Føroyum.
- Vit kenna formin, ið eyðkennir slíkar støðir, men gera royndir við at fáa hetta í okkara skrá eisini, sigur Jógvan Jespersen, ið heldur ikki sigur seg vera bangan fyri at taka kappingina upp á lýsingarmarknaðinum, tí lýsarin fer har, ið hann metir hann fær mest fyri peningin.
- Vit halda fram við teimum skyldum vit hava. Við góðum tíðindaflutningi og royna at náa øll øki, men enn vita vit ikki so nógv um, hvat í veruliga er á veg, sigur Jógvan Jespersen, Útvarpsstjóri í stuttari viðmerking.