Hevur tú hugflogið kann ullin brúkast til nógv

- Tað snýr seg um at útvikla nøkur ting, sum hóska til føroysku ullina. Vit hava lyndi til bara at finnast at illini uttan at tosa um, hvat hon er væl og best egnað til, sigur Ása Hátún, lærari, ið í nógv ár hevur virkað burtur úr føroyskari ull, beinleiðis frá seyðinum til lidna vøru. Um vikuskiftið sýnir hon fram lutir, ið vísa, hvussu nógv fáast kann burtur úr hevur tú bert hugflogið...

Føroyska ullin hevur átt lívið í føroyingum í øldir. Í dag er hon ikki so viðurkend, ikki so fá blaka hana burtur ella brenna hana, men kortini eru tað alla tíðina fólk, sum royna at halda lív í og birta nýtt lív í henda aldargamla partin av okkara mentan, at virka burtur úr ullini. Ein teirra er Ása Hátún, ið í nógv ár hevur verið lærari á Føroya Læraraskúla í handarbeiði. Hon hevur altíð havt ein serligan áhuga fyri føroysku ullini, øll árini sum lærari hevur hon brúkt føroysku ullina í undirvísingini, og samstundis hevur hon tikið skeið uttanlands, ið hava givið nýggjan íblástur.

- Vit hava mist burtur arbeiðshættirnar í sambandi við at virka burtur úr ullini. Eingin nappar og spinnur longur, men eg royni at finna út av, um tað ikki ber til at gera eina maskinu, sum kann nappa, sigur Ása Hátún.

At føroyska ullin hitar kroppin betur enn nakað annað hava vit vitað í øldir. Men at hon eisini kann brúkast til at gera listaverk burtur úr er ikki so gamalt. Og tað er hetta, ið hugtekur Ásu Hátún. Saman við listafólki úr øllum hinum Norðurlondunum hevur hon tikið lut á eini ferðaframsýning, sum í síni tíð byrjaði í Lillehammer í Noregi, men síðani hevur vitjað býir í Íslandi, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Føroyum. Tvey listafólk fyri tey stóru og eitt fyri tey smáu londini hava tikið lut á sýningini. Framsýningin er liðug nú, og tað eru lutirnir hjá Ásu Hátún, sum nú verða sýndir fram á Skansavegi í Havn. Áhugabólkar og skúlar hava sæð sýningina, men um vikuskiftið verður hon opin fyri almenninginum.

- Eg havi fingið nógvan íblástur og nógv hugskot burtur úr samstarvinum við fólk úr hinum Norðurlondunum. Mínir lutir á ferðaframsýningini eru í grundini royndarvirksemi, tað vil siga ymsar royndir fyri at finna út av, hvat eg kann brúka føroysku ullina til. Eg fái ullina beinleiðis frá bóndunum, eg havi samstarv við bóndur, serliga í Bø, har eg velji tað burtur úr, sum eg kann brúka. Okkurt verður barkað, men tað mesta verður tøvt. Nakað av ullini verður litað. Og so er ikki mark fyri, hvat tú kanst fáa burtur úr. Pløgg, ryggskekkir, lampuskermar, veggjaprýði og ymiskt til børn. Eg miði ímóti at gera lutir, sum kunnu seljast á marknaðinum, tað vil siga sum souvenirs til ferðafólk, sigur Ása Hátún.


Væl egnað til nógv

Mangan hoyrist, at føroyska ullin kann ikki brúkast sum hon er, at ov nógvur broddur er í og at útlendsk ull má blandast uppí, um hon yvirhøvur kann brúkast. Hesum er Ása Hátún ikki heilt samd í.

- Tað ber til at virka og fáa nógv burtur úr føroysku ullini. Hon er góð til nøkur ávís ting, kanska ikki til at hava næst at kroppinum, men til útipløgg er hon frálík. Veður hon nappað kann hon gerast heilt mjúk. Tað snýr seg um at útvikla nøkur ting, sum hóska til føroysku ullina. Vit hava lyndi til bara at finnast at føroysku ullini uttan at tosa um, hvat hon er væl og best egnað til. Tógvið hjá Suðuroyar Ullavirki er rættiliga spennandi og kann nýtast til nógv ymiskt, sigur Ása Hátún.

Leygardagin og sunnudagin sýnir Ása Hátún fram lutir virkaðir burtur úr føroyskari ull í kjallarahølunum á Skansavegi 1 í Havn. Framsýningin verður bert opin hesar dagarnar, frá kl. 14.00 til 18.00.