Stígur av álvara komin í

Tað tykist, sum stígur nú av álvara er komin í sáttmálasamráðingarnar millum Starvmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Kravið um nýggja lønarskipan er fyribils útsett í eitt ár, men partarnir eru ikki samdir um hvussu aðrir átrokandi spurningar skulu loysast

Tað sær út til, at Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið av álvara hava fingið trupulleikar við at koma til ein nýggjan sáttmála.

Partarnir hava stórt sæð samráðst uttan slit síðani sunnudagin, men teir eru ikki komnir serliga langt.

Meginparturin av tíðini er brúktur til at finna fram til eina nýggja lønarskipan, men mikudagin skiltu vit á formanni Starvsmannafelagsins, at tolið var um at verða uppi.

Og tað var ikki so langt av leið heldur. Tí í gjár kom fram, at partarnir hava avgjørt at leggja lønarskipanina til viks í eitt ár

Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum segði við Útvarpið í gjár, at lønardeildin ikki er búgvin til at taka við eini nýggjari lønarskipan og tí hevur felagið gjørt av at bíða við hesum kravinum treytað av, at ein nýggjur sáttmáli verður gjørdur fyri eitt ár.

Harafturat hevur Starvsmannafelagið sett sum treyt, at aðrir átrokandi spurningar verða loystir beinanvegin.

Men tað tykist, sum um partarnir ikki eru samdir um hvussu hesir spurningar skulu loysast.

Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fáa upplýsingar um hvørjir hesir átrokandi spurningar eru.

Tað tykist eisini eitt sindur ymiskt hvussu partarnir uppfata støðuna. Útvarpið at siga, at partarnir vóru farnir at umhugsa at senda boð eftir semingsmonnunum, men Karsten Hansen, landsstýrismaður segði við Útvarpið á middegi í gjár, at tað er ikki Fíggjarmálastýrið, sum ætlar at senda boð eftir semingsstovninum.

Sosialurin skilir, at tað er nógv eftir at tosa um. Partarnir eru eftir øllum at døma ikki komnir til lønar- og eftirlønarkrøvini enn, og har er stórur munur millum tað sum partarnir krevja av einum nýggjum sáttmála.