Royndir við esperanto

   

Lars Forsman undirvísir í týskum, enskum og esperanto á Karlskoga Folkhögskola í Svøríki. Royndir hansara eru endurgivnar í Esperanto-nyt 3/1998. Her er ein sera stuttur úrdráttur.

Fyri 10 árum síðan skeyt Lars Forsman upp á at byrja eitt esperantoskeið á háskúlanum. Starvsfelagarnir hildu hann vera øran, men rektarin helt, at hann skuldi sleppa at royna eitt skeið í 8 vikur, sum er markið fyri ríkisstuðli. Tá ið tær 8 vikurnar vóru farnar, vildu næmingarnir ikki fara heim; teir flestu hildu fram, og aðrir komu afturat. Soleiðis byrjaði esperanto-linjan. Síðan tá hava næmingar úr 38 londum verið við. Eitt framhaldsskeið aðrar 8 vikur er eisini, og harafturat er eitt hálvársskeið, við tað at fleiri studentar ynskja at læra esperanto rættiliga. Eftir fáum vikum sita næmingar úr ymsum londum og práta í matarhøllini á espe-ranto.

Esperanto veitir grundleggjandi innlit í mállæru og millumtjóða orðatilfar. Eitt av mongum dømum er um ein lærara hjá 1. studentaskúlaflokki, sum undraðist á, so skjótt ein genta hevði tikið seg fram í fronskum, spurdi, um hon hevði verið í frítíðini í Fraklandi. Tað hevði hon ikki, men hon var farin undir at læra esperanto. Men hetta er einki nýtt, og tann ið fyrst hevur lært esperanto, hevur nógv lættari við at læra onnur mál. Hesi 10 árini hevur Lars Forsmann so mangan sannað hetta. Úrslitini eru so mikil, at mangir politikarar, lærarar og onnur vilja ikki trúgva teimum ella hoyra um tey.

Lars Forsman heldur tað vera at spilla burtur tíð, pengar og sveitta ? óneyðugt strev, ikki at nýta esperanto í skúlunum. Har er nógv at spara, eisini hjá næmingunum.


Jeffrei Henriksen