Tunnil úr Runavík til Hvítanes

    

Í Dimmalætting og Sosialinum verður fyrispurningur settur til undirritaða, um ta raðfesting av íløgum í samferðslukervið, ið verkætlanarbólkur undir Vinnumálastýrinum hevur gjørt frágreiðing um. Lat meg siga beinanvegin, at tað altíð er gott at fáa kritikk, men enn betur er, tá kritikkurin er konstruktivur, sum hann er í lesarabrævinum hjá Tóka Højgaard.

Spurt verður í lesarabrævinum, hví eingin cost-benefit kanning er gjørd av einum undirsjóvartunnli millum Hvítanes og Skálafjørðin. Brævskrivarin nevnir sjálvur fleiri orsøkir til, at eins líkur tunnil møguliga kundi loyst seg. Tann týdningarmesta orsøkin er, at koyristrekkið millum Havnina og stóran part av Eysturoynni umframt Norðoyggjar verður stytt við í miðal 45-55 km alt eftir, hvar tú býrt. Her kann skoytast uppí, at sambandið millum Eysturoy/Norðoyggjar og Suðuroy/Sandoy harvið eisini hevði verið betri. Um tað er tekniskt møguligt at gera ein slíkan tunnil, høvdu ferðandi millum høvuðsstaðarøkið og eysturoyar/norðoyaøkið spart bæði tíð og akfarsútreiðslur, umframt at hesi øki vórðu knýtt tættari at hvørjum øðrum.

Fyri fólk, ið búgva eystaru megin Skálafjørðin, standast tó eisini negativar avleiðingar av at fremja eina slíka verkætlan. Ferðslan í økinum fer at vaksa nógv, og hús, ið standa nærhendis vegnum, verða tí meira ávirkað av óljóði frá ferðsluni. Eisini verður ferðslutrygdin í økinum verri, m.a. hjá fólki, ið skulu yvir um vegin. Alt í alt bøkir verkætlanin tó óivað um ferðslutrygdina, tí koyristrekkið millum Havnina og Eysturoynna/Norðoyggjar verður so nógv styttri.

Landsverkfrøðingurin hevur eftir áheitan frá Vinnumálastýrinum gjørt tríggjar skitsuverkætlanir til ein slíkan undirsjóvartunnil. Ongar jarðfrøðisligar kanningar eru tó gjørdar av havbotninum, og tí eru skitsuverkætlanirnar fyrst og fremst gjørdar í mun til, hvar tunnilin undir havbotni kann liggja frægast, t.e. undir grynnsta vatni. Roknað er við 7,5% sum mesta hall á tunnlinum. Eisini er roynt at finna hóskandi pláss til tunnilsmunnarnar, ið helst eiga at liggja so lágt, sum verandi vegakervið loyvir.

Tríggir møguleikar eru í uppskoti, og eru tunnlarnir 7,3?10,2 km til longard alt eftir, hvør linjuføring verður vald. Møguleiki 1 er at gera ein tunnil úr Runavík til Hvítanes, og verður longdin á tunnlinum tá 10,2 km, meðan kostnaðurin á hesum undirsjóvartunnli í 1987-prísum verður mettur til uml. 530 mió. kr. Runavíkarmegin fer tunnilin inn í benið, ið er einar 250 m frá rundkoyringini, og kemur upp aftur við íbindingina oman á Hvítanes.

Møguleiki 2 er at gera ein tunnil av Hvítanesi inn í benið inn av landsvegnum oman fyri Oyrarnar, millum Saltnes og Toftir. Longdin á einum slíkum tunnli hevði verið 9,1 km, meðan kostnaðurin verður mettur til uml. 505 mió. kr. í 1987-prísum.

Møguleiki 3 er at gera ein tunnil av Nesi til Hvítanesar, og er hetta stytsta og bíligasta loysnin. Tunnilin verður 7,3 km til longdar, og kostnaðurin verður umleið 450 mió. kr. í 1987-prísum. Hóast møguleiki 3 er bíligasta loysnin, verður vegagerðin til tunnilsmunnan ella ábøturnar á verandi veg sera truplar, av tí at tað má fara fram millum hús og tí umhvørvið annars er viðkvæmt. Hvat møguleika 1 og 2 víðvíkur skuldu eingir trupulleikar verið við vegagerð, men møguliga eiga rundkoyringar at verða gjørdar við tunnilsmunnarnar, har íbindingin í verandi veg skal vera.

Felags fyri allar tríggjar møguleikarnar er, at stór óvissa er á kostnaðarmetingunum, m.a. tí ongar jarðfrøðisligar kanningar eru gjørdar av havbotninum. Tað sæst tó, at kostnaðurin av einum slíkum tunnli millum Skálafjørðin og Hvítanes neyvan verður niðan fyri 450 mió. kr. í 1987-prísum. Í dag hevði prísurin tó helst verið nakað oman fyri 450 mió. kr., orsakað av príshækkingum, men føroysku arbeiðslønirnar eru sum heild lítið og einki broyttar í 90?unum. Møguliga kundi ein partur av íløgukostnaðinum verið fíggjaður við bummpengum, men landskassin sleppur neyvan undan at gjalda stóran part av kostnaðinum, eisini tí møguligt er hjá bilførarum at koyra um Streymin, um bummpengaprísurin verður ov høgur.

Tað er tí eingin ivi um, at um ein undirsjóvartunnil millum Hvítanes og Skálafjørðin skal gerast, verður tað nógv ár úti í framtíðini. Ikki er líkt til, at landskassin kann økja nógv um karmin til nýíløgur í samferðslukervið í nærmastu framtíð, og verkætlanin heveði tí brúkt allan íløgukarmin í fleiri fylgjandi ár. Eisini er rakstrar- og viðlíkahaldskostnaðurin av einum slíkum tunnli sera høgur, og hesa útreiðslu má landskassin bera, tá bummpengatíðarskeiðið er av.

Hóast ein slíkur tunnil helst ikki verður gjørdur næstu nógvu árini, eigur møguleikin tó ikki at verða avskrivaður heilt, tí um fíggjarorkan hjá landskassanum betrast nógv, t.d. við oljuinntøkum, er møguliga rætt at fremja verkætlanina. Fyrst eigur ein cost-benefit kanning at verða gjørd, ið kann vísa, um spardur tíðar- og akfarskostnaður kann uppviga sera høga íløgukostnaðin. Eg havi tí givið samskiftisdeildini í Vinnumálastýrinum boð um, at ein slík cost-benefit kanning skal gerast. Tá úrslitið av kanningini er klárt, væntandi um 1-2 mánaðir, verður úrslitið lagt á heimasíðuna hjá Vinnumálastýrinum, ið er: www.vms.fo

Vinarliga,


Finnbogi Arge,

landsstýrismaður