Jón Kragesteen
So hvørt fleiri bilar komu á vegirnar, og nýtslan av teimum vaks, vaks eisini talið av ferðsluoffrum. Tað gjørdist greitt, at tað var ikki nógmikið at gera ein bil, sum skuldi hava hjól, róður, motor, setur osfr. Neyðugt var eisini at hugsa um trygdina.
Í fimtiárunum vóru royndir gjørdar í USA, sum vístu, at kroppur okkara tolir sera ógvusligar uppbremsingar - væl at merkja um hann er spentur fastur, so at hann ikki stoytir saman við teir hørðu lutirnar, sum er rundan um hann.
Royndirnar vórðu gjørdar á vári í 1954, og longu árið eftir bar til at keypa bilbelti sum eykaútgerð til bilar.
Tað vardi tó nakað enn, áðrenn fólk av álvara fingu eyguni upp fyri hesum vandamáli. Men í seksti árunum og fyrst í sjeytiárunum vóru í flestu londum í vesturheimunum lógir settar í gildi, sum áløgdu fólki at nýta bilbelti. Í Føroyum vóru vit sein á veg, tað var ikki fyrr enn í 1986 at slík lóg kom í gildi hjá okkum.
Síðani fyrstu bilbeltini komu fram, er nógv hent á hesum øki. Í fyrstani vóru beltini einans fest í tveimum støðum, men skjótt var komið fram til tað beltið, sum vit nýta enn í dag, nevniliga belti, sum er fest í trimum støðum. Seinni eru beltini gjørd lættari at nýta, og ein hin týdningarmesta uppfinningin í hesum sambandi er óivað fjøðursnældan, sum sjálvvirkandi vindur bilbeltið upp, tá ið tað ikki verður nýtt. Annars heldur fjøðursnældan beltið tætt at kroppinum og neyðugt er ikki at stilla longdina á tí, tá ið fólk av ymiskari stødd nýta tað. Og sum vit øll vita, so læsir snældan einans, um rykt verður harðliga í beltið
Í stuttum kann sigast, at higartil er eingin einstøk trygdarútgerð uppfunnin, sum ger størri mun enn bilbeltið. Staðfest er, at helvtin av teimum, sum hava latið lív í ferðsluni og ikki nýttu bilbelti, vildu verið komin frá vanlukkuni við lívinum, um tey nýttu bilbelti. Sama er galdandi fyri tey, sum hava fingið álvarsligar skaðar í ferðsluvanlukkum - trygdarbelti minkar um skaðarnar við 50%.
Endamálið við hesum orðum er eittans, at gera tað greitt, at tað er altíð tryggast at binda seg í bilbelti, tá ið koyrt verður í bili. Tað kann vera spurningur um lív ella deyð!
Minst til - hóast tú hevur skund - at spenna bilbeltið tekur bert fá sekund.