tænur eisini vestmannagentunum til heiðurs, at tær ongantíð góvu skarvin yvir, men í staðin royndu at stríðast ímóti yvirmaktini í allar 60 minuttirnar. Hugburðurin til uppgávurnar er ein stórur partur [...] farin í gongd, og liðið hevur leikt 2 dystir, er eisini líkt til, at hesi orð fara at standa sína roynd. Í øllum førum hevur liðið nú 4 stig fyri teir báðar fyrstu dystirnar, og mótstøðuliðini hava verið [...] liðið til hetta kappingarárið. Umframt leikandi venjaran, Vesna Tomajek, hevur liðið eisini fingið fatur á landsfelaga hennara, Andryana Milodanovic, og má hetta sigast at vera stórur fongur fyri stjørnuliðið
og eg kenni meg ikki aftur í politisku dagsskránni, sum leiðslan stendur fyri. Orsøkin til, at eg á fyrsta sinni stillaði upp fyri Fólkaflokkin vóru grundsjónarmiðini í stevnuskrá floksins, sum eg av heilum [...] soljóðandi teldupost til fjølmiðlarnar: » Eg taki meg úr Fólkaflokkinum Í dag hevur undirritaða boðað leiðsluni í Fólkaflokkinum frá, at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum. Orsøkin til hesa avgerð er [...] innlima meg i Framsókn og at lata meg velja til formann í fíggjarnevndini ikki rættar. Tískil eiga hesar avgerðir at verða rættaðar beinanvegin. Hetta er eftir míni bestu og innastu sannføring. At nú so stutt
eiðarin kann fara so harðrendur til verka sum at skera øll tilboð til fólk við menningartarni ella øðrum breki burtur. Hetta eru tey ið hava torførast við at svara fyri seg. Hvar er sláimaskinan nú? Eg [...] brotparti av til-boðunum til menningar-tarnað og heilsubrekað, um hann fær skipað tey sum "frítíðarvirksemi". "Bjarg-aðu tilboðini" skula tískil sambært lógini hóska børnum og ungum upp til 25 ár. Men hetta [...] frítíðarundirvísing til menningar- og rørslutarnað. Samanumtikið má sigast, at lógin er grundarlag fyri grovari diskriminatión av einum bólki í samfelagnum, sum illa kann svara fyri seg. Hví skal kommunan
sendingunum viðvíkur, so sær ikki út til, at nakar frá byrjan av, hevur hugsað um, hvussu nógv arbeiði og fíggjarlig orka krevst, fyri at gera eina sjónvarpssending. Eg hoyrdi til dømis nú ein dagin, at sendingarnar [...] um Klaksvíksstríðið (sum til samans vóru einar 80 minuttir til longdar) kostaðu umleið eina hálva millión krónur at framleiða. Hetta skal gjaldast av eini fíggjarætlan, sum fyri alt Kringvarpið liggur á [...] sjónvarpið skuldi brúkast til, og eg ivist í, um hesin spurningurin nakrantíð er endaliga svaraður. Lopið varð uppum, har garðurin varð lægstur. Føroyskt sjónvarp varð nýtt til at endursenda gamlar sendingar
atgongd til at keypa rávøru frá londum sum Íslandi. Hendan avtalan gevur okkum ikki hesar møguleikar, tí í upplegginum til avtalu heldur Ísland áhaldandi fram við at hava restriktiva atgongd til teirra [...] van skal skipa fyri eini ráðstevnu, sum skal kunna um tættari samstarv við EVROPA og møguleikarir í slíkum. Men enn er so onki hent, og vil eg mæla til, at vit skjótast fáa skipað fyri eini ráðstevnu, [...] havt, er útsett í fyrsta umfarið til 1.marts, og er hetta sera óheppið fyri okkara vinnu. Betran av kappingarførinum og Marknaðaratgongdin í framtíðini er alt avgerandi fyri vinnu-lívið og eksistensgrundarlag
Ziska o.s.v. Øll hesi nøvnini stava frá monnum, sum eru fluttir til Føroyar, summir fyri mongum árum síðan, summir nýliga, men felags fyri øll hesi eftirnøvn er, at tey fólk, sum bera hesi, og sum beinleiðis [...] donsku bóndagørðunum. At útlendingar flyta til eitt samfelag kann gerast ein styrkur fyri samfelagið, um teir fáa røttu karmarnir at arbeiða undir. Men kravið til fremandu fólkini eigur at vera, at tey læra [...] tey mongu fremmandu, sum seinstu árini eru flutt til vesturheimin, er hart í løtuni. Í Danmørk gongur serliga bonksliga á og flokkar, sum hava sett sær fyri at sáa hatur millum fremmand og donsk, hava góðar
eigur mín kærleika, troystar mítt sinn tín kærleiki uggar nú meg«. Eg og míni fara at bera fram eina tøkk fyri tað, sum hann var fyri okkum og lýsa vit frið yvir minnið um Bjarna Wiberg Joensen. Jóannes [...] umsorgan fyri sínum egnu, har hann næstan niður í minsta lut fylgdi við, hvussu tað gekst teimum. Hesa umsorgan hava vit øll merkt, og serliga mugu tað vera hansar abbabørn, sum í dag kunnu takka fyri, at tey [...] sum tú altíð kundi leita til, tá á stóð. Í teimum ráðum, tú kundi fáa frá honum, var hansara politiski boðskapur altíð serstakliga týðiligur. Tað var boðskapurin um at virka fyri at stuðla teimum veiku í
kúlur til eitt pool-borð. Næstseinast eg hoyrdi hann var tá eg skuldi bíleggja mær rabattkort frá DSB fyrradagin. Men eg kundi eins væl víst prógv fyri míni sjúkratrygging fyri jólamanninum sum fyri smá [...] r« sendi eg umsóknina. Á ólavsøku varð bræv sent frá universitetinum til ta førosyku adressuna, sum eg sum trý ára gamal flutti til eftir at hava livað tey fyrstu trý ár av lívi mínum á Oyrasundskollegienum [...] síggja sjúkratryggingarprógv enn at síggja persónsprógv, og er uttan iva eisini lættari svølgiligt fyri fólk. Men veruleikin er tann sami. Tú ert eitt nummar, sum Terji hevði sagt tað. Fyrsta uppliving
arbeitt í tilafturkomnum londum, eins og hann hevur arbeitt fyri Danida, eisini útlæntur av Landsverkfrøðingsstovninum. Hann er eisini kendur fyri sínar upplýsandi og undirhaldandi útvarpsendingar um við [...] skammist ? Hvussu hevur tað kenst at vera eygleiðari til tað, sum hendi landsverkfrøðinginum? ? Nú eri eg farin frá vegna aldur, so tað kann vera líkað mikið fyri meg persónliga, men í løtuni skammist eg av okkum [...] landsverkfrøðingsstovninum, og stúrir fyri, at einki skikkað fólk fer at søkja starv har, tá viðurskiftini eru so ótrygg. ? Tá verða tað bert tey, sum einki annað vita sær til taks, og sum einki annað starv fáa
ikki passaði. Til jarðaferðina var eg biðin at spæla, og so kundi eg standa uppi hjá orglinum og eygleiða alt, sum gekk fyri seg. Doris var forlovað, og hóast sjeikur als ikki vildi til jarðarferðina, [...] Fyri jól gav Monika Stauss Joensen í Leirvík út bók, sum hon kallaði “Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum”. Í bókini viðger Monika ymisk evni, sum hoyra til árstíðirnar [...] eisini, men í mínum lívi misti eg eisini eina keldu, sum eg altíð kundi venda meg til, tá ið á stóð. Eg kundi ringja til hansara og fáa góð ráð, hann skilti meg altíð, og vit kundu eisini tvætla og flenna