Kyndil vann á H71

Hondbóltur: Café Natúr Cup er nú um dagarnar

Hóskvøldið byrjaði Café Natúr Cup, sum er kapping fyri hondbóltsliðini í 1. deild, sum eru heimahoyrandi í Havn.

Í kappingini, sum eisini varð hildin í fjør, luttaka Kyndil, Neistin og H71.

Fyrsti dysturin var millum mansliðini hjá Kyndil og H71, og hendan dystin vann Kyndil 23-21, eftir at H71 var frammanfyri 10-9 í hálvleikinum. Fyri Kyndil skutu Rúni Poulsen og Hans A. D. Christiansen fimm mál hvør, meðan Halgir D. Olsen gjørdi átta av málunum hjá H71.

Í gjárkvøldið kl. 20.00 skuldu mansliðini hjá Kyndli og Neistanum spæla. Leygardagin spæla fyrst kvinnuliðini hjá Kyndil og Neistanum. Hesin dystur er klokkan 17.00, og aftaná spæla mansliðini hjá Neistanum og H71.

Tað er, sum navnið á kappingini eisini gevur ábending um, Café Natúr í Havn, sum skipar fyri kappingini.