Í dag er eitt ár síðani, at Annika Olsen alment varð limað inn í Framsókn, at tað var fráboðað løgtingsformanninum, at hon nú var partur av tingbólkinum hjá Framsókn, og at løgtingið – umboðini hjá samgonguni – valdu hana til forkvinnu í Løgtingsins fíggjarnevnd.
Men gleðin hjá Anniku Olsen sum framsóknarkvinna var stokkut. Tað var bara á einum einasta tingfundi, at hon umboðaði Framsókn – og hon var bara limur í Framsókn í góðar tríggjar dagar – ella rættari í 83 tímar og 25 minuttir.
Fyrsta almenna fráboðanin um, at hon varð partur av Framsókn kom á in.fo 17. september 2015 klokkan 9:07, tá Poul Michelsen váttaði tíðindini. Hetta var beint áðrenn tingfundin, har hetta varð staðfest. Og fráboðanin frá Anniku Olsen um, at hon tók seg úr Framsókn kom sunnukvøldið 20. september klokkan 20:32.
Fráboðanin um, at hon tók seg úr Fólkaflokkinum kom 9. september klokkan 17:07, tá hon sendi soljóðandi teldupost til fjølmiðlarnar:
»Eg taki meg úr Fólkaflokkinum
Í dag hevur undirritaða boðað leiðsluni í Fólkaflokkinum frá, at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum. Orsøkin til hesa avgerð er, at flokkurin og eg ikki draga somu politisku línu, og eg kenni meg ikki aftur í politisku dagsskránni, sum leiðslan stendur fyri.
Orsøkin til, at eg á fyrsta sinni stillaði upp fyri Fólkaflokkin vóru grundsjónarmiðini í stevnuskrá floksins, sum eg av heilum hjarta havi arbeitt og virkað eftir hesi seinastu áttu árini. Eg harmist um, at hendan stevna er fánað burtur í førda politikkinum hjá flokkinum, og tí er best, at eg traðki aftur, heldur enn at halda áfram at skula vera í andsøgn við tann politikk, sum leiðsla floksins stendur fyri.
Hóast eg persónliga fekk eitt sera gott val, kann úrslitið av løgtingsvalinum ikki tulkast øðrvísi enn at tey, sum stuðla leiðslu floksins og førda politikkin, vunnu valið, meðan liberali vongurin fall.
Eg harmist um at skula siga farvæl við ein flokk, eg havi verið sera góð við, og sum eg stolt havi umboðað. Eg takki somuleiðis so hjartaliga øllum tykkum, sum hava stuðlað mær í Fólkaflokkinum øll hesi árini.
Annika Olsen«
Annika Olsen senda onga fráboðan um, at hon fór upp í Framsókn. Tey tíðindini vórðu fyrstu ferð váttað á in.fo beint fyri tingfundin 17. september, sum nevnt omanfyri, og fráboðað í Løgtinginum hendan dagin.
Næsta fráboðanin frá Anniku Olsen var um, at hon hevði meldað seg úr Framsókn og samgongumeirilutanum. Tann fráboðanin kom sunnukvøldið 20. september klokkan 20:32:
»Tíðindaskriv
Við hesum verður boðað frá, at eg í dag havi tikið meg úr fíggarnevndini og úr Framsókn. Eg eri sostatt frá í dag at rokna uttanflokka á Løgtingi.
Eg havi seinastu dagarnar verið undir ómetaliga stórum persónligum trýsti og ásanni, at tann tíð eg havi havt at umhugsa meg í, hevur verið alt ov stutt.
Sum støðan er, vóru mínar avgerðir at innlima meg i Framsókn og at lata meg velja til formann í fíggjarnevndini ikki rættar. Tískil eiga hesar avgerðir at verða rættaðar beinanvegin. Hetta er eftir míni bestu og innastu sannføring.
At nú so stutt eftir valið at gerast parlamentariska grundarlagið undir samgonguni er ikki rætt og er at svíkja mínar veljarar.
Mín avgerð at taka meg úr Fólkaflokkinum stendur tó við. Orsøkin til hesa avgerð er, at eg ikki kann taka undir við konservativa strukturinum í flokkinum. Eftir valúrslitið brast vónin fyri nakrari broyting í førda politikkinum hjá Fólkaflokkinum.
Eg fari inniliga at biðja øll, serliga mínar veljarar, um umbering fyri, at eg á løgtingsfundinum seinasta hósdag leyp framav.
Fyribils ætli eg mær ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, og fari inniliga at biðja fjølmiðlarnar um at virða hetta.
Eg ynski komandi dagarnar at fáa frið saman við mínum nærmastu. Skriv er tí sent Løgtinginum við umbøn um farloyvi.
Tórshavn, tann 20. september 2015
Annika Olsen«
4. februar í ár boðaði Fólkaflokkurin til tíðindafund á Gamla Apoteki, har flokkurin kunngjørdi, at Annika Olsen nú aftur var limur í Fólkaflokkinum. Eisini varð sagt, at flokkurin nú fór undir at endurskoða og nútímansgera stevnuskránna hjá flokkinum, og at arbeiðið skuldi verða liðugt til landsfundin, sum skal vera í heyst. Eisini segði Annika Olsen, at hon skuldi hava ein serligan leiklut í mun til Suðurstreym, so Fólkaflokkurin kann koma styrktur úr býrásvalinum.
Á tíðindafundinum vildi hon ikki svara spurninginum, um hon stillar upp til býráðsvalið. Og tann spurningin vil hon framvegis ikki svara uppá. Enn eru pláss eftir á listanum hjá Fólkaflokkinum, og tað kann tí væl hugsast, at Annika Olsen verður borgarstjóravalevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn 8. november.