Sigrun Wardum, mamma
???????
Provokatión
Nú fíggjarligar skerjingar aftur eru vorðnar gerandis-kostur víða um í okkara samfelag, kom tað ikki júst óvantað, tá ið boðað varð frá, at Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli eisini skuldi spara vegna lægri játtan.
Tað sum undrar meg er, at kvøldskúlaleiðarin kann fara so harðrendur til verka sum at skera øll tilboð til fólk við menningartarni ella øðrum breki burtur. Hetta eru tey ið hava torførast við at svara fyri seg. Hvar er sláimaskinan nú?
Eg velji at trúgva, at kvøldskúlaleiðarin ger tað sum provokatión. Tað kann ikki passa, at man í 2004 so ótarnaður kann skera øll tilboð til ein samfelagsbólk burtur! Ein samfelagsbólk sum frammanundan hevur so sera fáar valmøguleikar í mun til aðrar borgarar.
Eg fari í hesari grein at leta ljóskastaran á nøkur økir í samband við omanfyrinevndu sparingar.
Lógtingslóg um frítíðarundirvísing v.m.
Sambært lógini verður frítíðarundirvísing skipað í 3 økir, sum eru:
1.almenn frítíðarundirvísing: Vanlig tilboð sum vit eru von at síggja í kvøldskúlaskráunum
2.serstøk frítíðarundirvís-ing: Tilboð av 3 ymisk-um sløgum
?Royndarfyrireikandi
undirvísing
?Yrkiskend
undirvísing
?Serundirvísing
1.frítíðarvirksemi: Til
børn og ung undir 25 ár
Hesi 3 økir hava ymiskar gjaldstreytir. Sum kvøldskúlaleiðarin í Tórshavnar Kommunu hevur greitt frá, so er útreiðslubýtið millum land og kommunu javnt í samband við undirvísing í øki 1 og 3. Útreiðslurnar í samband við undirvísing av øki 2 verða goldnar við 100% av landinum.
Tað er tí á ein hátt væl skiljandi, at kvøldskúlaleiðarin kvettir alt burtur, sum krevur fult gjald frá landinum. Harvið fáa fleiri borgarar ágóðan av landskassastuðlinum eftirsum at landskassastuðulin saman við kommunugjaldinum røkkur longur, enn um tilboðið skal gjaldast við 100% frá landinum. Men harfyri gerst sparingin ikki meira human.
Hvussu verða kvøldskúlatilboðini bólkað í hesi 3 økir
Í kvøldskúlaskránni sæst, at tilboðini til menningartarnað og rørslutarnað verða rópt "Eykatilboð". Hesi eykatilboð fevna um ymiskan ítrótt og onkur kreativ fak. Samanborið við hini tilboðini í kvøldskúlaskránni eru hetta púra vanlig tilboð.
Hvussu ber tað so til, at tilboðini til menningartarnað og rørslutarnað verða bólkað undir Øki 2? Eg meini, at "eykatilboðini" høvdu hóskað betur undir øki 1 "Almenn frítíðarund-irvísing".
Um vit hyggja at Øki 2 "Serstøk frítíðarundirvís-ing" í lógini, so kunnu kvøldskúlatilboðini til menningar- og rørslutarnað hvørki bólkast undir "Royndarfyrireikandi" ella "Yrkiskenda" undirvísing. So er einans "Serundirvísingin" eftir.
Hvat er serundirvísing
Sambart rammulógini §5 stk.3 er serundirvísingin: "specialundervisning omfattende såvel undervisning, der tager sigte på at afhjælpe eller begrænse virkningerne af et handicap (kompenserende undervisning), som undervisning der er tilrettelagt under hensyntagen til deltagernes handicap (hensyntagende specialundervisning).
Er tað tá 15 ? 20 menningartarnað spæla boccia, stavbólt ella okkurt heilt annað? Nei eg bara spyrji?
Kvøldskúlaleiðarin sigur í einum tíðindaskrivi, at hann í besta føri fær bjargað einum brotparti av til-boðunum til menningar-tarnað og heilsubrekað, um hann fær skipað tey sum "frítíðarvirksemi". "Bjarg-aðu tilboðini" skula tískil sambært lógini hóska børnum og ungum upp til 25 ár.
Men hetta úttalilsi kvøldskúlaleiðarans kann eisini tulkast sum, at kvøldskúla-leiðarin metir, at í øllum førum nøkur av tilboðunum til menningar- og rørslutarnað eru av tílíkum slag, at tey ikki kunnu kallast serstøk undirvísing. Hví hoyra tey alíkavæl undir hetta øki?
Niðurstøða
Eftir míni bestu sannføring er gjaldsbýtislykilin millum land og kommunu púra burturvið. Sambært lógini skal landið gjalda 100% av kostnaðinum av tilboðun-um undir øki 2. Í mínari verð eigur stuðul bert at verða veittur kommununi fyri tær eykaútreiðslur, ið kunnu standast av einhvørjum breki, eitt nú til serútgjørda teldu ella aðra útgerð. Sum er frátekur lógin kommununi útreiðslur í samband við fyriskipan av frítíðarundirvísing til menningar- og rørslutarnað.
Samanumtikið má sigast, at lógin er grundarlag fyri grovari diskriminatión av einum bólki í samfelagnum, sum illa kann svara fyri seg. Hví skal kommunan sleppa ókeypis frá at skipa vanliga frítíðarundirvísing fyri fólk við breki? Undirvísing sum, í teimum førum eg kenni til, ikki krevur eyka útbúnað ella eyka førleikar? Eru hesir brúkarar ikki borgarar í kommununi eins og hini?
Áheitan
Eg fari fyrst og fremst inniliga at heita á kvøldskúlaleiðaran um at endurskoða avgerðina um sparingarnar á kvøldskúlaøkinum og at endurskoða hvussu bólkingin verður framd.
Herumframt fari eg at heita á lands- og kommunalpolitikararnar um at seta seg inn í hetta viðkvæma málið, soleiðis at teir gerast tilvitaðir um, um tað er soleiðis teir vilja hava at borgarar við skerdum førleika vera viðfarnir.
Til síðst fari eg at heita á landsmyndugleikarnar at endurskoða Løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m. ser-liga við atliti til at broyta stuðulsbýtið millum land og kommunu.