Hvat hendir við luksusprosjektinum hjá eysturoyingum? Rundkoyring undir Saltnesgrynnuni, vegur upp á Strendur, vegur upp á Saltnes, og ikki at gloyma at syðri endi av herligheitini á Hvítanesi ímillum teigarnar hjá niðursetufólkinum.
Slíkt prosjekt sum Eysturoyartunnilin er neyvan gjørt síðan Egyptarnir bygdu pyramiturnar í Gisa.
Mitt í øllum trýnur Jaspur Langaard fram, sum ein annar Che Guevara og tann stóri bjargarin av Eysturoynna. Hann mótmælir prísinum og næstan eggjar til uppreistur. Sjálvur haldi eg, hetta vera langt úti Jaspur! Jaspur góði, eggja heldur fólki, at brúka nýggja tunnilin.
Síðan verður Teitur næstan lagdur í strekk av bæði einum og øðrum, tí nú skal maðurin lækka prísin her og nú
Hvussu kom hetta risaprosjek í eyga?
Jú, mitt í rokanum, har eg sjálvur royndi alt eg kundi, at yvirbevísa mínar táverandi floksfelagar um, at skuldi suðurøkið yvirliva, so varð neyðugt at byrja Sandoyartunnilin og síðan til Suðuroynna. Men sum øll vita, so gekk tað av skriðuni til.
Hvat hendir?
Mitt í øllum, so stíga nakrir av teimum allar fittastu eysturoyingunum inn á banan, tað stóð glansurin av hesum so sera sakligu monnunum, teir hugsaðu seg fýra ferðir um, áðrenn teir svaraðu.
Nú sigi eg sum Hendrik Old segði, teir allar stívastu pástóðu, at man fekk so nógva ferðslu á hesu farleið, at helst bleiv nokk at gjalda 10 kr hvønn vegin. Hetta var fyri, at fáa Eysturoyartunnilin framum Sandoyartunnilin, hóast tit høvdu ein 15 metur breiðan veg, væl asfalteraðan. Og Sandoyingar høvdu Skopunarfjørð og Suðuringar høvdu Suðuroyarfjørð at halda seg til.
Teir vóru bragligir
Teir gjørdu felag, hesir menn, helst hugsaðu teir sum so, kemur landið ikki við, ja, so gjalda vit sjálvir, ella hvat. “Hetta eru míni orð”! Jú, hesir menn áttu hetta prosjekt.
Kári P. Højgaard endar sum landsstýrismaður og er knappuliga ein, sum stuðlar tunnlinum, tað hevði hann ikki gjørt áður.
Hann hevur neyvan verið nøgdur við “hondoyrini” hjá eigarunum av Eysturoyarprosjektinum, men leitar sær til Danmarkar at skaffa pening.
Kári endar í Løkshøll og greiddi frá herligheitini. Tað er mær fortalt, at mannamúgvan rópti og klappaði “Leingi livi Kári!”
Hetta prosjektið endaði í Rættarnevndini, har eg var næstformaður. Har var alt so hemmiligt at, sum eg skilti, var best, um vit lyttaðust, so eingin hoyrdi uttanfyri. Lat meg siga, eg stuðlaði Kára í prosjektinum.
Kontraktin kemur
Nú minti alt meira og meira um Watergate, har vit kunnu seta Nixon inn fyri Kára.
Nú bleiv tosað um møguliga avlurting, so vit, sum sótu í nevndini skuldi út úr løgtingshúsinum at lesa sáttmálan. Eg minnist, at vit skuldu avlevera telefonir og tøma lummar áðrenn vit sloppu inn, eg meini ikki, at vit skuldu úr buksunum.
Hetta endar við, at hesin sera bragligi Kári verður frákoyrdur sum landsstýrismaður. Síðan varð hetta hemmiliga prosjekt fyribeint, tað var nokk ikki feilurin hjá “Hemmiliga Ali” (danska lángevaranum).
Luksusprosjektið á banan og harvið Sandoyartunnilin sum hali.
Jú, nú er landið á bananum og skal gjalda gildið. Nú hendir tað, at hesir, sum løgdu nøkur hondoyru í eitt felag, verða nær um ríkmenn. Í mun til meg sjálvan, so var mín løn tað, eg hevði goldið, tað fyrsta uppskotið til Sandoyartunnilin, úr egnum lumma, var fótin í reyvina frá Javnaðarflokkinum. Men helst havi eg prokokerað Eysturoyartunnilin í gongd, saman við hinum sandoyartingmanninum.
Nú varð tunnilin liðugur
Alt minti um sangin “Eitt rumsuval undir Saltnesgrynnuni”.
Jú, har vóru góðar røður hildnar, hvar var Kári, hann slapp ikki so frætt sum at bera røðarunum vatn. Men har hendir ymiskt, Sørvingurin rann runt og kvetti snórar í búnanum.
Jú, í hesum hátíðarhaldi stóð løgmaður so fittur og hugdi at, meðan Jørgen rann av Hvítanesi til Saltnesar og síðan við grindakvívinum á lofti til Strendir. Sjálvur sat eg so nakkalangur við hús við einum te-munni og eini pannukaku, meðan Teitur royndi at halda skil á raðfylguni, hvør átti tørn at koma framat mikrofonini.
Skyldmaðurin undan “Kambinum” var ein, sum kundi vera stoltur av tí kunsti, hann hevði lagt í hetta prosjekt. Heldur ikki skyldmaðurin á Grønanesi smæddi seg burtur, men Kári var ikki at síggja.
Nei vælsignaði, menn og kvinnur, gerið allar tunlarnar til eitt samhaldsfast prosjekt. Eysturoyartunnilin, Vágatunnilin, Norðoyartunnilin, Sandoyartunnilin, brúgvin um Steym, tá kunnu vit gjalda samhaldsfast 30 kr á hvørjum stað. Heldur enn sum nú, hvør sætar sær sjálvum og sektin liggur á, hvat hendir øðrum.
Heilsan
Gerhard Lognberg,
Fyrrverandi løgtingsmaður