Samrøða?Anna Mortensen??- Tað var fantastiskt at flyta hiðani til Keypmannahavnar og byrja tannlæknalesturin. Og tá eg hevði fingið prógvið, og familjan var vorðin ein týðandi partur av lívinum, hevði eg ikki hug at vera verandi, sigur Annika Næs Johannesen, sum síðan flutti til Grønlands at arbeiða sum tannlækni, saman við manninum Dennis, og tvey ára gomlu dóttrini Katlu.
– Tað var næstan sum at koma aftur til Tvøroyriat lenda í Aasiaat, ein býur við 3000 íbúgvum á eini fjarskotnari oyggj. Har búðu vit í 3 ár, høvdu tað sera gott og friðarligt. Í Grønlandi er øll tannviðgerin ókeypis, so eg hevði onki við pengar at gera. Direktoratið ber kostnaðin, og klinikkin hevur eina upphædd at arbeiða við, eins og aðrir almennir stovnar. Har vanta veruliga tannlæknar. Bara 5 grønlendskir tannlæknar vóru í landinum, um tað mundi, av einum hópi uppá 30-35. Restin vóru norðurlendingar.
- Sosialu trupulleikarnir vóru stórir og sjónligir í hesum lítla býi. Eitt stórt heim fyri insestoffur virkaði sum friðskjól hjá børnum, hagar tey komu at tosa og bara vera, saman við pedagogum og øðrum sjálvbodnum vaksnum. Hetta ávirkaði meg nógv á tann hátt, at álitið, sum eg vanliga hevði á onnur menniskju, var líkasum ikki til. Eg bað t.d. ongantíð nakran vera barnagenta, so vit vaksnu kundu fara út saman. Men dagstovnarnir vóru sera góðir, nógv samskifti var millum foreldur og stovn.
- Tað vóru nógv børn, sum skuldu loftast í sosialu skipanini, tí teimum vantaði umsorgan á ein og annan hátt. Hetta var gjørt við at samanseta ein bólk av sosialráðgeva, pedagogi, lækna, tannlækna, løgreglu, lærara, ja, fólki, sum á ymiskan hátt høvdu kontakt við barnið í dagligdegnum. Tey tosaðu sínámillum um, hvussu hjálpast kundi, og eg hevði varhugan av, at skjótt varð borið at, tá trupulleikar vóru. Ein góð skipan, sum vit eisini kundu havt her heima.
- Fólk vóru fitt, men tú kom ikki so lætt inn á lívið hjá teimum. Tey høvdu brúk fyri mínari kompetensu, men ikki so nógv menniskjanum. Sjálvt næstu grannarnir vistu ongantíð, hvussu eg æt. Tjóðskaparkenslan í hesum partinum av landinum var stór, og nógv noktaðu at tosa annað enn grønlendskt, so viðgerðin fór fram við tulki. Hetta lætti ikki beinleiðis um samskifti, og tað sindri av grønlendskum eg fekk sagt aftaná 3 ár, kom eg ikki langt við. Betur gekk tó við at skilja! Men lukkutíð, so vísa grønlendarir nógv kenslur, bæði tá tey eru kedd og glað. Gjørdi eg okkurt býtt, so flentu tey í kíki, og tá tey vóru bangin, ja, so grótu tey. Onki við at krógva nakað, sigur Annika Næs Johanensen.
Góða samrøðan
Júst álit og samrøðan millum okkum menniskju eru dygdir, sum hava stóran týdning fyri Anniku. Í 2002 flutti familjan, sum nú taldi fýra við eitt ára gamla Hugin, til Tvøroyri. Her hava menniskju sum heild álit á hvør øðrum, og børnini hava álit á teimum vaksnu, uttan at vit tó nýtast vera naiv, heldur Annika.
– Hví tað gjørdist Suðuroyggin aftur, er ein blandingur av mongum. Tvøroyri hevði verið uttan tannlækna í 2 ár, so her føldi eg, at eg gjørdi mun. Eg fekk eina góða avtalu við kommununa um, at tey fíggjaðu ístandgerð av gomlu tannlæknahølunum, meðan eg sjálv keypti inventar. Og so dámar mær væl, at alt koyrur í lægri geari her suðuri, tí eg virði tað at hava stundir at tosa og tvætla við kundarnar. Eg flenni nógv, men taki eisini tað álvarsliga. Havi stundir at fylgja við og kenna eftir, at alt nú er í lagi. Og eg havi stundir til míni medmenniskju, til mín sjálvan, stundir til at ganga í fjøllunum, og ikki bara hyggja at teimum ella kanska slett ikki síggja tey.
- Katla er nú 10 ár, og hon hevur gingið í øllum fjøllunum kring býin. Og við Hugin, sum er 6 ár, kanst tú koyra og ganga til ævintýrakend støð, og bara vera 5 minuttir frá húsum. Tí er so deiligt at vera her, sigur Annika.
Skúlin skal vera góður
- Men vit skulu ansað væl eftir okkara lítla samfelag. Í Grønlandi sá eg, hvussu skjótt alt endar í einum ruðuleika, um eitt nú skúlin ikki virkar. Í Aasiaat var studentarskúli, men tað var striltið at fáa tey ungu at fullføra skúlagongdina og motivera tey til víðari lesnað. Tey, sum fóru av landinum til víðari lesnað, longdust illa heim, og fleiri komu heimaftur. Foreldrini vóru sjáldan til nakra hjálp, tí tey longdust eisini, og grótu í telefonini eftir børnunum.
- Vit tosa nógv um okkara skúla, og um vit eru á veg hagar, at skúlaverkið ikki virkar nóg væl, so speglar tað seg beinanvegin aftur í restini av samfelagnum. Tí er tað so umráðandi, at vit hava góð ansingarpláss og góðir pedagogar, sum kunnu stimulera børnini til at fara í skúla, ein góðan skúla, har lærarnir eru up to date, heldur Annika Næs Johannesen.
- Tað merkir eisini, at endurútbúgving, bæði av lærarum og pedagogum, má vera eitt krav. Um børnini sleppa at vera her sum longst, fáa tey nógvar dygdir, at liva víðari uppá, og standa seg væl, tá tey fara hagani. Men tað merkir so eisini, at tíðin her skal vera ein góð útbúgving, bæði tá tey eru í skúla og hava frí. Tað skapar sjálvsvirðing.
- Eg eri glað fyri, at vit hava ein fínan musikkskúla, og í næstu framtíð hava vit eisini eitt ungdómshús. Børnini kunnu íðkað ítrótt, men eg harmist um, at eitt so gott tiltak sum Spírarnar ikki er fyri alla oynna, men bert í Vági. Og so hava vit onki nútímans bókasavn, tað sakni eg nógv, og haldi tað vera undir alt lágmark. Eisini kundu vit gjørt býin meiri barnavinarligan. Vit grenja um, at børnini ikki røra seg, vit kundu gjørt eina gongu- og súkklubreyt á ovara vegi, nokta fyri parkeraðum bilum, í staðin fyri sum nú, at vit taka synd í teimum sum súkkla í ferðsluni. Og kosturin. Eg sakni at børnini kunnu koma eitt stað uttanfyri heimið, har tey læra um góðsku, at alt ikki er junk og sodavatn. Tað hevði verið upplagt, at t.d. kantinan í Trongisvági borðreiddi við sunnum kosti til børnini á døgurða, sum foreldrini goldu.
- Tá tíðin so einaferð kemur, er gott hjá børnunum at fara avstað hiðani, men líkamikið hvat tey ætlað, er avgerandi, at tey hava valið. Eg vil ikki uppliva, at míni børn koma í ta støðu, ikki at hætta sær at fara nakrastaðni, tí tey hava gingið í einum vánaligum skúla, sum ikki hevur ment tey, sum hann átti. Tað er ræðuligt. Og tí er tað so týdningarmikið, at politikarnir taka skúlaviðurskiftini í álvara, og megna núverandi persónar ikki at broyta nakað, skulu nýggjar kreftir til, ein ávís útskifting er neyðug.
- Vit sum foreldur vilja eisini vita eitt sindur um politiskar ætlanir og framtíðarútlit, kanska ein evaluering á miðjari leið hevði verið góð. Tí børnini eru okkara gimsteinar, okkara komfort. Og er tilveran her ikki nóg góð, ja, so flyta vit. Tað er tað fantastiska við at hava eina høga útbúgving. Tú hevur altíð valið. Men hava vit eina skipan, har øll hesi liðini virka, so fáa vit eisini fleiri vælútbúgvin fólk at seta búgv her. Harnæst má kommunan slóða soleiðis fyri, at tey, sum ætla sær hendavegin, kunnu keypa tær eitt byggibúgvi stykkið at byggja eini hús á, tí soleiðis er tað ikki í dag.
Eins og ein hjúnarskilnaður
- Suðuroyggin virkar í dag sum ein hjúnarskilnaður, har tað er tvífalt av øllum. Eg vóni, at vit skjótt ásanna, at alt virkar nógv betur, um vit er saman. Innan vinnulívið er nógv spjaðing, og orkan minkar, tá ein stendur einsamallur. Betri samskifti kann fáa oynna samlaða.
- Og vóru vit ein kommuna, var líkamikið, hvar skattapeningurin kom, so hevði tú sum tilflytari møguleikan at valt tær bústað einastaðni, og havt arbeiði aðrastaðni, eitt nú, um tú kendi onkran í Sandvík, sum átti eini hús sum stóðu tóm, ella tú bara hevði hug at búgva har, og t.d. arbeitt á Tvøroyri. So var heldur ongin klandur um, hvar fólkini við útbúgving skuldu vera, sum vit so ofta síggja. Tá høvdu øll virkað í eini kommunu.
- Vinnan skuldi havt ein leiðara, sum sá alt frá einum heildarsjónarmiði. Vit skuldu fingið eitt høvd ella ein bólk at kanna hvat var best at satsa uppá, KT ella gransking. Ber tað fysiskt til at hava gransking her suðuri, fer tað at kasta pengar av sær, hava vit fólk? Skuldu vit lagt okkum eftir at fingið nýggir almennir stovnar suður, fleiri skúlar/útbúgvingar? Og hvat við tempoinum, vit hava jú fleiri minuttir í døgninum enn aðrastaðni, sigur Annika og flennur, kanska kunnu vit vinna við tí, at vit hava pláss til ferðavinnuna, til skeiðvirksemi, at vera ein rekreatiónsoyggj. Vit mugu hava fleiri bóltar í luftini. Og vit mugu hava útbúgvið fólk at gera neyðugu kanningarnar.
Tá vit at enda tosa um mentunarlívið her suðuri, sær Annika góðar møguleikar fyri framman.
– Hóast núverandi karmar eru smáir, hava vit nógv at bjóða, tí fólk eru blíð og frí og ikki so smæðin. Eg havi havt fleiri góðar tónleikaupplivingar her suðuri, og av og á eru onnur góð tiltøk eisini. Eitt gott mentunarlív nýtist ikki at vera hópin av tiltøkum.Tó sakni eg eitt sjónleikarafelag í oynni.
Og aftaná samrøðuna fara vit ein túr til Froðbiar, elsta bústaðarøkið í Suðuroynni, har Dennis er í holtur við at byggja teimum húsini, ein byggi- og handverkslistarlig perla, í modernaðum stíli, við útsýni yvir øll hini húsini Undir Skorum, og væl afturat.
Kvinnur í Suðuroy??Manglandi kjak her suðuri, um okkara støðu í samfelagnum, er orsøkin til hesa greinarøð, grundað á samrøður við seks kvinnur í Suðuroynni. Vit eru ikki von við at spíðska pennin og siga okkara hugsan alment. Og als ikki kvinnurnar. Men nógvar hava hugsanir og meiningar um, hvussu vit í framtíðini møguliga kunnu koma burturúr hesi støðuni við stagnatión og fráflyting. Kvinnurnar eg hitti eru: Súnhild Holm, Anna B Samuelsen, Annika Næs Johannesen, Agnes Mols Mortensen, Aggi Ásgeirsdóttir og Kirsten Strøm Bech. Hetta er triði partur.??Anna Mortensen










