kemur fram, hóast tað kanska fer at taka eitt sindur longri tíð enn vanligt. Hjá Føroya Tele vænta tey, at sambandið gjøgnum cantat kaðalin fer at verða í lagi aftur um eina góða viku ella so. [...] Alt telesamskifti til og úr Føroyum fer í løtuni um fylgisvein, og er hetta ikki eins gott, og tá sambandið fer um cantat kaðalin, ið er høvuðssamskiftisæðr í Norðuratlantshavi. Men Føroya Tele kann einki [...] sambandið um fylgisvein, og tískil ber aftur til at lesa Sosialin á netinum. Frá Føroya Tele verður sagt, at internetsambandið næstu vikuna fer at koyra spakuligari enn vanligt, av tí at tað fer um fylgisvein
høvdu kryddrað sangirnar, um man vil kalla tað so, við at blanda eitt sindur av kvæði inn í rokksangirnar. Tað var rættuliga stuttligt at hoyra teir spæla harðan rokk, og so mitt í lagnum steðga á og kvøða [...] bólkinum Mark No Limits. Aftrat sær høvdu tey bæði so Torkil Olsen á gittar og Petur Dalsgaard á trummum, sum báðir antin spæla ella hava spælt við MC Hár, og so Jógvan Joensen á bassinum. Serligani var tað [...] og miðalaldurin hjá teimum lá um gott sekstan ár. Hesin ókendi bólkur hevur nýligani verið í Danmark og spælt á einum risastórum ungdómstónleikafestivali í Aalborg, og um hetta verður meiri at frætta í
enn sum ein stóran trupulleika. Og er tann lítli klumpurin í búkinum eisini so nógv verdur, at hesin skal liva fram um alt - og so er líkamikið hvussu lívið hjá kvinnuni og barninum, tí óynskta, annars verður [...] giftar ella ikki hava ein pápa til barnið - og treyðugt so, at innan summi umhvørvi eru hesar reglurnar enn galdandi. Og so tragikomiskt tað er, so eru júst hesir bólkar ofta eisini ímóti abort. Hvussu ger [...] Og fyri at tað skal vera heilt fullfíggjað, so er hetta ofta sama genta sum ikki fær neyðuga seksualundirvísing heima og um foreldrini skuldu bestemma so heldur ikki í skúlanum - tí seksualundirvísing
Einar 10 ferðir hevur hon verið gift, og nú leikur fer fram, hevur hon eina hirð rundan um seg. Sakførari hennara er helst tann einasti sum so toluliga hevur mannalíki; hann skal hóast alt avgreiða hennar [...] oljuvinnuna? Hvussu nógv skulu vit selja loynidómarnar um okkara genetiska arv fyri? Í fyrra føri er helst talan um eina hóttan mótvegis okkara mentan, í seinna um okkara samleika sum tjóð. Hóast tann gamla daman [...] daman í næstum gevst at vitja í Sjónleikarhúsinum, so verður hon tó altíð viðkomandi. Tí so ella so kemur hon undan kavi aftur. Eitt upplivilsi Tað ýður av lívi í Sjónleikarhúsinum í hesum døgum. Nógvir
tað skal gerast av, hvussu farast skal fram. Men eftir øllum at døma fara vit at venda okkum til tey, sum eiga óbygd grundstykki, fyri at vita, um tey hava ætlanir um at byggja á tað. Hava tey tað, fáa tey [...] kommununi, sum eigararnir ongar ítøkiligar ætlanir hava við, er ilt at meta um, men býráðsformaðurin í Havn metir, at talan um eini 50-100 stykkir. Tey flestu eru í Hoyvíkshaganum og á Hamrinum á Argjum [...] verk, verða nógvar íbúðir bygdar, serliga til eldri fólk, sum so selja síni hús, og tá verða fleiri tøk. Og tað skuldi bøtt eitt sindur um støðuna, sigur Leivur Hansen.
eisini við, at tær vunnu settið 15-11. Hildu fram Fleyr koyrdi á í sama sporið í øðrum setti. Tær hildu fram við at trýsta TB í álopinum og tær hildu fram við at trýsta tær í servunum. Hetta var meir enn [...] nærkaðust Fleyr so mikið at venjarin fór aftur til upprunauppstillingina og tað var nóg mikið til at koyra settið heim. Fleyr vann annað sett 15-13. Einki eftir Støðan var nú 2-0 og TB hevði so gott sum givið [...] hjálpir sjálvandi í kappingini. Leygardagin hevði Fleyr a vitjan av TB a, men talan gjørdist ongantíð um nakran serligan spenning, tí til tað vóru fleyrkvinnurnar alt ov góðar. Tær settu seg á dystin frá
Drátti á Giljanesi fyri ikki so langari tíð síðani. Men tað bilar ikki so nógv, tí meistaraheitið er so at siga heima. Enn er møguligt hjá Fleyr at taka heitið frá Mjølnir, men so skal klaksvíksliðið tapa [...] leikarar úr betra endanum ikki eru við meira. Men, sum altíð er, so kemur maður í mans stað, ella kvinna í kvinnu stað, um vit skulu siga tað so. Og tað hevur bara hilnast væl. Í fyrsta settinum vístu tvørágentur [...] á Tvøroyri. Sama ger seg galdandi á Mjølnirliðnum, og tá tað so fyri einaferð skyld hendur í sama setti fyri bæði liðini, ja so er talan um eitt spennandi sett. Tað var júst tað sum hendi og tí var triðja
samfelag, har stutt er millum høgan og lágan, so tað skuldi borið til, helt Høgni. Hann helt fram við at siga, at helst allir føroyingar vóru fyri fullveldi, um tað bar til búskaparliga. Hetta skuldi sambært [...] Edmund Joensen. Danskir politikarar hava meldað út, at um vit yvirtaka, so minkar blokkurin. Kreppan í Føroyum var lítilsverd í mun til støðuna, um blokkurin verður avtikin. 5000 føroyingar fluttu tá av [...] meðan Edmund Joensen ofta var fámæltur. Ikki so, løgið tí spurningarnir snúðu seg fyri tað mesta um ætlanirnar hjá sitandi landsstýri og fyri ein part um uppskot Javnaðarfloksins. Men eitt mundi fyrrverandi
býta onkran leidning um ella okkurt rele, so kann Heri Mortensen heima við hús krøkja seg inn á teldustýringina og síggja, um nakað er á vási. Stýra Alistøðini við hús Sum dømi um nýggju møguleikarnar [...] ikki bert talan um lættari og skjótari tænastu. Eisini er ein avgjørdur fyrimunur, at her ber til at tosa um fyribyrgjandi viðlíkahald. Og ikki minst, so er hetta alt við til at minka um tíðina, ið framleiðslan [...] fyritøkan er so langt av leið skotin, tí illa ber til at koma beinanvegin. Og skjót tænasta er sum kunnugt best. Men tá Heri so hevur greitt frá, at hetta sum oftast als ikki er neyðugt, so eru fólk bilsin
høvdið og mangan av røttum. Odd Eliasen hevur so bundið tað heila saman á ein skilagóðan hátt, og hóast lágur á vøkstri, so er hann ein stórur spælari. Berjist um hvønn bólt og ein snildur sum ein revur. Afturat [...] ein einstakan dyst í ár. Dysturin móti Fram í Havn fyri umleið einum mánað síðani gjørdist einasti dystur, sum ÍF a tapti í ár. Eftir leikskránni átti at verið so, at fuglfirðingar høvdu ein dyst eftir [...] átti, av røttum, eitt sindur av spenningi at verið um dystin móti Fleyr, men av tí at fuglfirðingar høvdu flutt seinasta dystin móti SÍ tvær vikur fram, var eingin spenningur. Næstsíðsti dysturin var leiktur