Theodor E. D. Olsen úr Keypmannahavn
Við pallborðið sótu Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard, ið báðir eru løgtings- og fólkatingslimir, og Edmund Joensen, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður. Hesir báðir fyrru umboðaðu sitandi samgongu, meðan Jóannes og Edmund í løtuni sita í andstøðu, og hetta kom eisini at merkja kjakið.
Høgni Hoydal
Høgni Hoydal, ið var fyrstur at fáa orðið, segði, at orsøkin til, at hendan samgongan miðaði ímóti fullveldi, var tí, at vit vóru kroyst av umstøðunum. Núverandi heimastýrislóg er ein følsk trygd, ein frumskógarlóg á prenti, og tí noyðast vit at velja eina framtíðarstøðu. Fullveldi er ikki sjálv loysnin, men tað kann seta okkum krøv og ikki minst karmar. Hetta er ein einastandandi møguleiki, sum ikki nógv fólk hava: At smíða sær eina grundlóg og skapa sær rættartrygd. Í mun til eitt nú ES-bureaukratiið eru Føroyar eitt lítið samfelag, har stutt er millum høgan og lágan, so tað skuldi borið til, helt Høgni.
Hann helt fram við at siga, at helst allir føroyingar vóru fyri fullveldi, um tað bar til búskaparliga. Hetta skuldi sambært landsstýrismanninum m.a. fáast at bera til við at minka blokkstuðulin so við og við í eini tjúgu ár.
Fyrst skulu tó allar metingarnar hjá serfrøðinganevndunum, sum Landsstýrið hevur sett, leggjast á borðið. Ein skilagóð avtala skal gerast við Danmark, men tað er Føroya fólk, sum tekur avgerðina, sló Høgni Hoydal fast.
-Taka vit ikki avgerðina nú, hava vit mist ein søguligan møguleika, endaði sjálvstýrismálaráðharrin sína framløgu.
Óli Breckmann
Formaðurin í tingbólki Fólkafloksins, Óli Breckmann, segði sín flokk taka leiðandi leiklutin í samgonguni í størsta álvara. Hann segði, at Fólkaflokkurin vildi vera við til at skipa skatta- og búskaparpolitikkin í Føroyum soleiðis, at frá at blokkstuðulin er høvuðsálitið, skulu vit skapa eitt samfelag, sum eitt vælútbúgvið fólk sjálvt rekur. Íslendska fullveldismodellið frá 1918 skuldi vera fyrimyndin, og segði Óli, at ?Kós Framá?- politikkurin hjá Fólkaflokkinum eisini minti nógv um hesa. Hann legði dent á, at tað hevði týdning, at skatta- og búskaparpolitikkurin bleiv førdur soleiðis, at bert 30-35% vóru at gjalda í skatti hjá fólki. Altso eitt lágt skattatrýst í einum komandi sjálvstýrdum Føroyum, har olja og tøkni vóru nakrar av vinnunum, umframt at kostnaðarstøðið eisini skuldi lækka.
- Hetta eru høg mál, men vit kunnu ikki loysa, og lata danir gjalda. Føroya framtíð má byggja á egið framleiðsluvirði. Tá má hvør einstakur liva av egnum innsatsi, og tá verja vit eisini best tey veikastu, helt Óli Breckmann fyri.
Jóannes Eidesgaard
Síðani fekk umboðið fyri tann størsta andstøðuflokkin orðið. Jóannes Eidesgaard vildi vera við, at øll vóru tvungin at siga teirra hugsan um hugsanirnar hjá Landsstýrinum, og ikki umvent. Men málið er ikki so svart og hvítt, og eg sakni nuancurnar í kjakinum, bæði av politikarum og av fjølmiðlunum, segði formaður Javnaðarfloksins. Hann helt fram við at siga, at slíkt kann henda, tá kenslurnar sleppa leysar, men vit mugu ikki missa alternativini burtur í ovfarakæti. Hetta er ikki ein trúarspurningur, segði Jóannes og sipaði til fíggjarmálaráðharran, Karsten Hansen, sum sambært Jóannesi í tinginum hevði sagt, at vit kláraðu at fáa tað at hanga saman, bert vit trúðu uppá tað.
Í hesum viðfangi samanbar Jóannes Eidesgaard fullveldisætlanina við dreymar. Hesir kunnu vera vakrir, og nevndi hann tann hjá Martin Luther King. Men dreymar kunnu eisini vera vandamiklir, segði Eidesgaard, og tá vit einaferð fara úr fullveldiskotinum og aftur í arbeiðsklæði, hóma vit teir sosialu og vinnuligu trupulleikarnar.
Fyri stuttum kom Javnaðarflokkurin við sínum boði upp á framtíðarstøðu Føroya, og hetta uppskotið lá eisini sum faldari í forhøllini í Føroyahúsinum mánakvøldið. Hetta uppskotið kallaði formaðurin eitt realistiskt alternativ, ið gav eitt boð uppá umsitingarligan førleika og fíggjarligar møguleikar. Tí tað snýr seg heldur um common sense enn um forfeingiligheit, segði Jóannes Eidesgaard.
- Vit kenna ikki prísin enn. Verður persónliga frælsið skert? Kostar tjóðarfrælsi okkum tað samhaldsfasta vælferðarsamfelagið, tvs. fáa vit Fólkafloksins ?survival of the fittest-samfelag? ella skal alt bara ljóða ?tað gongur nokk!??
- Men tann spyrjandi røddin tagnar ikki, endaði Jóannes Eidesgaard, og sipaði helst til sín leiklut sum andstøðupolitikari.
Edmund Joensen
Seinasti røðarin í tí innleiðandi umfarinum við pallborðið var Edmund Joensen, ið sum tann einasti vardi núverandi heimastýrislóg. Hann helt, at kjakið koyrdi í tveimum: Skulu vit vera innanfyri ella uttanfyri. Edmund helt, at Javnaðarflokkurin hevði snarað og vent við hansara nýggja uppskoti. Sambandsformaðurin meinti, at ætlanirnar hjá hinum flokkunum fara at taka støðið undan tí føroyska búskapinum og einki seta ístaðin.
- Tað er ein heppin støða at teljast millum tey fáu vælferðarsamfeløgini í heiminum. Fáa vit fullveldi, seta vit okkum enn meira uttan fyri Europa, og her noyðast vit fylgja við. Harafturat koma vit okkum í búskaparligt óføri, segði Edmund Joensen.
Danskir politikarar hava meldað út, at um vit yvirtaka, so minkar blokkurin. Kreppan í Føroyum var lítilsverd í mun til støðuna, um blokkurin verður avtikin. 5000 føroyingar fluttu tá av landinum, og Edmund Joensen bað hesa stóru samkomuna av útisetum í Føroyahúsinum gera sær greitt, at møguleikin at flyta heimaftur fór at minka, um vit loystu.
Fyrrverandi løgmaður helt, at núverandi landsstýri skyldar Føroya fólki eitt svar upp á, hvussu teir ætla at fíggja fullveldisætlanina.
Partapolitikkur og multiplikatorávirkan
Gomul partapolitisk avrik, ið havd vóru á lofti, merktu ikki sørt framløgurnar í Føroyahúsinum mánakvøldið. Kanska serliga hjá Óla og Edmundi. Eitt annað, ið serliga bleiv kjakast um, var hvørja multiplikatorávirkan blokkurin hevur á føroyska búskapin, tvs. spurningurin um blokkurin breiðir seg sum gagnligir ringar í vatni í føroyska búskapinum ella ikki (einføld frágreiðing, blðm.). Her vóru menn sera ósamdir, og orð stóð móti orði.
Saman at standa
Síðani var samrøða við Frederik Harhoff, ið hevur skrivað doktararitgerð um Ríkisfelagsskapin. Hann helt, at um føroyingur ikki vóru samdir, tá farið verður niður til Danmarkar at samráðast, men ístaðin hava ?splittelse i baglandet?, fór hetta at gera okkara samráðingarstøðu verri. Tí meinti Harhoff, at vit máttu ansa eftir ikki at gera ov skjótt av.
Høgni Hoydal helt seg kortini ikki vera ov bráðan í sínum arbeiði. Fullveldisætlanin er ein demokratisk og civiliserað gongd. Vit kundu eins væl farið niður til Danmarkar at samráðst longu beint eftir valið, men nú má Javnaðarflokkurin taka eina støðu, segði Høgni.
Svart, hvítt og reytt ? høgra ella vinstra
Í kjakinum bar Jóannes Eidesgaard fram, at teir ikki sluppu við í samgonguna, hóast javnaðarmenn á sinni peikaðu á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara. Grønlendska Siumut og IA, ið er ein vinstravend samgonga, arbeiðir nú við somu ætlanum, sum føroyski Javnaðarflokkurin, og Jóannes helt fyri, at trupulleikin at samstarva er ikki millum hann og Høgna, men heldur millum Óla og Høgna, tí meðan Tjóðveldisflokkurin arbeiðið fyri fullveldinum, sleppur Fólkaflokkurin at føra sín borgarliga politikk, sum honum lystir.
Til hetta svaraði Høgni Hoydal, at fullveldismálið er tvørpolitiskt og ikki flokspolitiskt, og at tað ikki tænir nøkrum endamáli at koyra tjóðveldismenn í gamlar básar. Hann og Óli Breckmann eru ósamdir búskaparliga, men fullveldismálið er tvørpolitiskt. Og skulu vit seta Føroyar í donsku grundlógina, sum Javnaðarflokkurin skjýtur upp, missa vit allan suverenitet, segði landsstýrismaðurin. Høgni kallaði hetta ?ta ultimativu sambandsloysnina? hjá Javnaðarflokkinum.
Óli Breckmann kundi tó ikki bara sær at vera ideologiskur og halda seg innanfyri floksmark, tá onkur helt kjakið vera ov kompromisleyst. Tí kanska er talan um svart ella hvítt, fyri ella ímóti fullveldi. Men í hvussu er er umráðandi, at tann ?reyða nuancan? verður so bleik sum gjørligt, segði Óli Breckmann og sipaði til Javnaðarflokkin og nýggju samgonguna í Grønlandi. Óli helt kortini, at arbeiðast má yvirum miðjuna, tí ikki ber til at liggja í hvør síni skotgrøv, sum hann málbar seg.
Fult hús og
nógvir spurningar
Sum nevnt var fult hús og spurningarnir frá áhoyrarunum vóru eisini nógvir. Onkrir vóru konkretir, aðrir líktust meira sjónarmiðum, sum pallborðið ? mest samgonguumboðini og Jóannes Eidesgaard ? gjørdu viðmerkingar til. Nøkur størri mál vóru tó havd á lofti, m.a., almannapolitikkurin, heilsumál, føroyskur uttanríkispolitikkur og støða til Nato, núverandi áhugakonfliktir, tá Danmark skal umboða Føroyar og Grønland í eitt nú IWC, støðan hjá sjómonnunum undir t.d. DIS, norðurlendskt samstarv og samarbeiði í Útnorði.
Støði á vælferðarsamfelagnum
Einstøk mál vórðu meira diskuterað enn onnur. Eitt nú støði á einum komandi vælferðarsamfelag, sum eisini er ein spurningur, ið inniheldur fleiri av omanfyri nevndu málum. Høgni Hoydal væntaði, at tað fer í øllum førum at verða á sama støði sum í dag, tí sambært landsstýrismanninum gjalda vit líka nógv í rentum og avdrøgum, sum vit fáa í blokkstuðli ? men sum áður nevnt vóru menn ósamdir um multiplikatorávirkanina av blokkinum.
Eins og í øllum øðrum londum royna vit at finna eina pensiónsskipan, sum er varandi. Eina skipan, sum kann vera uttan fyri fíggjarlógina, og tí ikki kann brúkast sum valagn. Vit skulu hava sama vælferðarstøði, men ikki sama vælferðarmodell sum eitt nú danir, segði Høgni Hoydal
Nýggjar vinnur
og mannatilfeingi
Útbúgving, løgverja og rættarskipan kunnu ikki yvirtakast og skipast frá degi til dags, helt tjóðveldisumboðið. Men búskaparligum fortreytum stúrdi hann ikki fyri og nevndi eitt nú tøkni- og telduvinnuna, har hann helt møguleikarnar vera góðar, tí vit skulu hugsa um menniskjasligt tilfeingi. Høgni nevndi eisini sum dømi sjómenninar, ið sigla um alla verðina, og fáa kjansir, tí at teir eru dugnaligir.
Somuleiðis nevndi hann Føroyar sum eitt áhugavert granskingarøki, eitt nú innan genvísund, og hann var vísur í, at vit fáa samstarv í lag við onnur norðurlond og kanska Bretland á heilsuøkinum.
Bretsku Kanaloyggjarnar og Føroyar
Óli Breckmann segði seg undrast á, at so nógv ungfólk sóu búskap sum nakað statiskt. Hann segði, at neyðugt var at arbeiða fyri sínum gerandisdegi, og vísti á Kanaloyggjarnar við Bretland, ið hava nógv størri bruttotjóðarúrtøku fyri hvønn íbúgva enn Føroyar.
Edmund Joensen helt tó ikki umstøðurnar vera tær somu har sum í Norðuratlantshavi. Hann helt fram og segði, at aðalmið Sambandsfloksins var at skapa eitt samfelag, sum er á líka høgum støði sum tey bestu í okkara heimsparti. Menning kemur ikki bara innanífrá, men eisini uttanífrá, og helt sambandspolitikk vera meira modernaðan, enn ætlanirnar hjá hinum flokkunum, sum hann ikki helt fylgja tíðarrákinum.
Sum heild mundu samgongulimirnir báðir, Óli Breckmann og Høgni Hoydal, hava orðið mest, meðan Edmund Joensen ofta var fámæltur. Ikki so, løgið tí spurningarnir snúðu seg fyri tað mesta um ætlanirnar hjá sitandi landsstýri og fyri ein part um uppskot Javnaðarfloksins.
Men eitt mundi fyrrverandi løgmaður hava rætt í: Vit stremba øll eftir sama málinum, nevniliga at veita Føroya fólki so góð livikor sum gjørligt.
Meiningarnar vóru tó ymiskar, hvussu vit røkka hesum máli, men við fundarlok varð tjóðsangurin sungin einraddaður.
Føroyska Tíðindastovan í Keypmannahavn
Umframt Føroyahúsið og Útvarp Føroya, taldist Føroyska Tíðindastovan í Keypmannahavn eisini millum fyrireikararnar av kjakfundinum mánakvøldið. Tað eru teir báðir Kári Durhuus og Per Højgaard, sum eisini vóru orðstýrarar á fundinum, ið manna hesa tíðindatænastu.
Eftir at hava tikið prógv sum journalistar í Århus í 1997, hava teir við jøvnum millumbilum starvast á teimum føroysku loftmiðlunum. Í mai í fjør byrjaðu teir sum tíðindamenn á Føroysku Tíðindastovuni í Keypmannahavn, ið teir sjálvir tóku stig til. Teir hava sína egnu útvarpsstovu á Christiansborg, haðani teir samstarva við bæði danskar og føroyskar fjølmiðlar. Serliga hava teir verið knýttir at Útvarpi Føroya, sum teir bæði hava gjørt styttri innsløg til, umframt sendingar, ið fara eitt sindur meira afturum og taka longri tíð. Eitt nú portrettsendingarnar av persónum sum Poul Nyrup Rasmussen og Terja Rasmussen, ið fingu góð skoðsmál frá ummælarunum hjá Sosialinum.