hvussu norðmenn og bretar hava borið seg at, so kundi tað verið áhugavert at hugt heilt aðrar staðir eisini. Eisini verður mett, at tað kann vera sera áhugavet fyri føroyingar, sum nú skulu til at áseta [...] umboðunum at vitja í Alaska. Talan er um at síggja, hvussu Arco arbeiðir, hvussu oljuvinnan hevur ment seg í landinum, hvussu fólkið hevur tikið ímóti henni, hvørjar avleiðingar hon hevur havt á samfelagið [...] og oljan, sum verður flutt gjøgnum tær 800 fjórðingar longu oljuleiðingarnar til Valdez oljuhavnina fyri sunnan. Eisini skulu føroyingar vitja í Barrow, sum er norðasta búplássið í hesum partinum av heiminum
og praktisk. Og eitt bretskt landgrunnsmark, sum liggur langt innan fyri eitt føroyskt fiskimark er bæði ólogiskt og ópraktiskt fyri ikki at siga burturvið. Hvat gera bretskir okurmyndugleikar, tá føroyskir [...] at teir ikki fara at gera krøv galdandi innan fyri okkara designering, eftir at vit hava bjóðað út. Tað vil vera ein dáragerð, og mugu okkara fólk tryggja seg, at bretar ikki leggja okkum hesa forðing í [...] liðiligt, so tað nýtist ikki at merkja, at føroyingar við tí eru við at draga í land og bara ganga inn fyri bretskum krøvum. Langtífrá. HINVEGIN er greitt, at vilja vit eina samráðingarloysn, so má lorast
og hetta verður ómetaliga dýrt fyri Føroyar og eisini fyri Bretland. -Men tað, sum kanska telur enn meira, er, at ein slík seinking kann gera, at oljufeløgini taka seg aftur av hesum økinum. Tí eru tað [...] hetta tænir eisini føroyskum búskapi. Meðan føroyingar útflyta til Bretlands fyri meira enn 500 mill. kr. um árið, innflyta vit fyri umleið 150 mill. kr. úr Bretlandi. So ójavnin er so avgjørt til okkara fyrimun [...] at fyri pláss sum t.d. Klaksvík, hevur útflutningurin til Bretlands stóran týdning. Eitt nú seldi Skálaberg veiðuna til Bretlands um tað mundið sendiharrin vitjaði í Føroyum og fór fiskurin fyri metprís
steypadystunum. Men tað eydnaðist ikki, og fyrrverandi HB-arin fekk heldur ikki teir stóru møguleikarnar fyri at fáa mál. ? Jú, tað var rættiliga frustrerandi at spæla í álopinum hjá Leiftur í dag, tí vit komu [...] reyða kortið til Páll Guðmundsson: - Ein maður fer upp og tekur hann við hondini og fær reytt kort fyri tað, samstundis sum teir fáa brotsspark. Tú kanst kalla tað eitt dupult slag av revsing, og tað kostar [...] plaseraðir í verjuni. Teir vóru bara betri. Móti endanum av dystinum fekk Uni sjálvur ein góðan kjans fyri at skora, tá hann eitt sindur heppið fekk bóltin við sær framum ein ÍBV-verjuspælara, men tað eydnaðist
kvinnulandsliðnum hjá Føroyum hevur lyft Leiftur upp á eitt støði, sum eingin hevði kunnað ímyndað sær fyri fáum árum síðani, og hetta var eisini fyrstu ferð nakrantíð, at Leiftur var í eini steypafinalu. Nú [...] tvey lið, sum bæði spældu positivan fótbólt. Páll segði, at næsta málið hjá Leiftur er nú at klára seg í teimum dystunum, sum nú eru eftir. - Vit missa nakrar mans nú, og vit skulu tí til at spæla nakrar
eftir at Sosialurin í síðstu viku við hagtølunum hjá KODA kundu avdúka, at føroyskur tónleikur er fyri vanbýti í Útvarp Føroya. ? Vit plaga at velja eini 20 løg út til hvørja sending, og onkuntíð eru upp [...] við at tey spæla útlendskan tónleik, tí tey nýggjaru føroysku orkestrini hava dugað betur at føra seg fram - og dygdin er eisini í lagi. Teodor Olsen sigur, at nógv av tí, sum kemur út á føroyskum ikki
og harvið vinna sær pláss í UEFA Cup. Tað er næstan greitt, at NSÍ komandi summar fyri fyrstu ferð sleppur at royna seg í altjóða kapping, um enn tað kanska verður í Intertoto Cup. Millumlagið VB, GÍ og [...] skift annars væl dámda venjaran út. Okkurt mátti gerast fyri at venda gongdini, og skulu vit døma út frá fyrstu royndini eftir skiftið, so eydnaðist. Fyri fyrstu ferð í ár vann TB. Tað var í tí, sum verður [...] summarsteðgin vunnu stórt móti NSÍ, eru teir meiri ella minni steðgaðir upp. Tað er samstundis sjón fyri søgn, at luttøkan í Europa Cup og tøttu dystirnir í tí sambandinum hava kostað nógv í heimligu kappingini
KÍ heldur fast um møguleikan at enda næstovast, og gøtumenn hava sligið seg til tols við, at í ár vinna teir einki. Tað er veruleikin, eftir at KÍ sendi GÍ um Leirvíksfjørð við einum 4-2 tapi. Síðani GÍ [...] stútaði uppá tvørs, og so var John Hansen á rætta staðnum. KÍ verjan snorksvav, og venjarin ringdi seg úti á beinkinum, tá GÍ javnaði. Símun Petur Justinussen, sum er plágaður av skaða í lærkrikanum og [...] ein uppaftur leysari Henning Jarnskor, ið fekk tíð til at stýra bólinum um strikuna. Tíggju minuttir fyri hálvleik fekk Kurt Mørkøre mál. Allan Joensen sendi hornaspark úr høgru og returin innfyri, bólturin
dysti í tí tempo, sum NSÍ legði fyri dagin á Krossinum. NSÍ gjørdi akkurát sum teimum lysti og sumbingar vóru hepnir at runavíkingar vóru so skjøtisleysir framman fyri málinum. Høvdu NSÍ-ararnir kent sína [...] verður sagt úr Sumba. Onkrir einstakir góðir spælarar eru, sum klára seg væl, men tað er verri enn so nóg mikið til at kunna halda seg í fyrstu deild. NSÍ gjørdi bart Tá NSÍ nú hevði fingið tvey mál uppá [...] ájavnt við tvørámenn í stigum og ÍF er bert tað eina stigið frammanfyri, men tað er tungt at reisa seg, tá ein hevur tapt 6-1 og so á heimavølli enntá. Óhepna byrjan Byrjanin av dystinum á Krossinum í Sumba
lættliga seta pannuna undir bóltin og beina hann í netmeskarnar aftan fyri Bjarna Johansen í VB-málinum. Fyrri hálvleikur var fyri tað mesta eitt langt HB-álop, og vágbingar vóru rættiliga sjáldsamir gestir [...] Lakjuni royndi seg úr stuttari fjarstøðu. Stadionurið var júst farið um hálva tíman, tá ið Magni á Lakjuni slapp leysur í vinstra borði. Hann trekti til baklinjuna og sendi so inn fyri málið, har bæði [...] tá ið Bjarki Mohr eitt korter fyri dystarlok fór allan vegin fram í vinstru síðu, og tá ið hann kom inn í brotsteigin varð hann rendur um koll, men dómarin lat ikki við seg koma hesaferð. Løtu seinni mundi