(REYKJAVÍK) Uni Arge var sum vera man vónbrotin eftir steypafinaluna sunnudagin - eina steypafinalu, har tað var langt millum kjansirnar hjá Leiftur-áleyparanum.
- Eg veit, at tað hevði verið ein betri og javnari dystur, um vit ikki fingu eitt brotsspark ímóti okkum, samstundis sum vit mistu ein mann, segði Uni aftan á dystin.
- Tá visti eg eisini, at tað fór at verða øgiliga trupult hjá okkum, sigur Uni, sum ikki megnaði at fáa mál í finaluni og sostatt ikki gjørdist søguligur í hesum umfari.
Undan finaluni hevði Uni skorað í øllum steypadystunum hjá Leiftur, og hevði hann eisini megnað tað í finaluni, hevði hann verið tann fyrsti í íslendsku fótbóltssøguni, sum hevði havt vunnið steypakappingina og samstundis havt skorað í øllum steypadystunum. Men tað eydnaðist ikki, og fyrrverandi HB-arin fekk heldur ikki teir stóru møguleikarnar fyri at fáa mál.
? Jú, tað var rættiliga frustrerandi at spæla í álopinum hjá Leiftur í dag, tí vit komu ikki fram til tað stóra, og tað sum vit fingu, tað tók málmaðurin. Teir høvdu nógv fleiri kjansir, og tað var eisini uppiborið, at teir vunnu, ásannaði Uni Arge.
Uni ásannaði eisini, at tað ikki var nakar ivi um brotssparkið og reyða kortið til Páll Guðmundsson:
- Ein maður fer upp og tekur hann við hondini og fær reytt kort fyri tað, samstundis sum teir fáa brotsspark. Tú kanst kalla tað eitt dupult slag av revsing, og tað kostar, ikki minst í eini finalu.
Og hann helt fram:
- Vit høvdu eisini tosað um júst hattar har áðrenn dystin, tí vit hava fingið nógv sovorðin býtt kort fyrr í ár, men so hendir júst tað sama, og at tað skal henda í eini finalu, er ótrúliga keðiligt.
Uni heldur, at burtursæð frá reyða kortinum var størsti trupulleikin hjá Leiftur-liðnum sunnudagin, at teir ikki fingu tað framrættaða spælið at hanga nóg væl saman.
- Vit mistu nógvar bóltar á veg uppeftir, serliga í fyrra hálvleiki, og teir stóðu væl plaseraðir í verjuni. Teir vóru bara betri. Móti endanum av dystinum fekk Uni sjálvur ein góðan kjans fyri at skora, tá hann eitt sindur heppið fekk bóltin við sær framum ein ÍBV-verjuspælara, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.
- Eg kendi tað, sum um eg ikki rættiliga var inni í dystinum stóran part av tíðini, men so kemur ein kjansur - ja hevði eg skorað, hevði eg fingið hatta søguliga málið, men tað bleiv so ikki.
Dagin eftir dystin (í gjár) fór Uni við flogfari niður til Danmarkar, har hann fer undir seinasta partin av blaðmannaútbúgvingini. Leiftur er áhugað í at fáa Una uppaftur til Ólafsfjørð næsta ár, og onkur feløg í Føroyum hava eisini roynt at lokka hann til sín at spæla komandi kappingarár. Sjálvur sigur Uni, at hann ikki hevur tikið nakra støðu enn, annað enn at hann ætlar sær at halda seg í venjing í onkrum felagi niðri.