ÚF skyldu at spæla føroyskan tónleik

? Útvarp Føroya hevur skyldu at spæla føroyskan tónleik, tí ÚF er einasta føroyska útvarpstøð

Jonhard Hammer


? Eg tori at pástanda, at vit í næstan høvrjari sending hava spælt rættuliga fitt av føroyskum tónleiki. Útvarp Føroya hevur skyldu at spæla føroyskan tónleik, tí hetta er einasta útvarpsstøð í heiminum, ið kann varpa út henda tónleikin.

Hetta sigur Theodor Olsen, sum er ein av vertunum í seinnapartsstendingini Nón hjá Útvarpi Føroya, eftir at Sosialurin í síðstu viku við hagtølunum hjá KODA kundu avdúka, at føroyskur tónleikur er fyri vanbýti í Útvarp Føroya.

? Vit plaga at velja eini 20 løg út til hvørja sending, og onkuntíð eru upp til12 løg føroysk, sigur Ginna Midjord, sum eisini er vertur í Nón.

? Vit leggja okkum serliga eftir at spæla tann nýggjasta føroyska tónleikin, tí hann er oftast í frægara endanum, sigur hon.

Ginna Midjord heldur ikki, at sendingarnar verða betri við at tey spæla útlendskan tónleik, tí tey nýggjaru føroysku orkestrini hava dugað betur at føra seg fram - og dygdin er eisini í lagi.

Teodor Olsen sigur, at nógv av tí, sum kemur út á føroyskum ikki er á nóg høgum støði.

Teodor Olsen fer tó ikki at spæla nógvan føroyskan tónleik í útvarpinum í framtíðini - ikki tí hann ikki vil, men hann er farin til Keypmannahavnar í lestrarørindum.