at viðhvørt mæla tit til at fiska so nógv, at tað ikki letur seg gera, og aðrar tíðir mæla tit til at fiska so lítið, at tað heldur ikki letur seg gera. Olaf Olsen sipar helst til upsakvoturnar fyri nøkrum [...] síðani hava teir at kalla ikki sæð tosk har yviri. Vit vildu ikki koma í somu støðu. Tí valdu vit at stíga varliga og vildu vita um framgongdin helt sær, áðrenn vit mæltu til at hækka fiskskapin, sigur [...] Bygnaðarnevndin til at hækka fiskiskapin eftir upsa munandi og tí var ein kunstiga høg upsakvota ásett. Og tað er ikki tað sama sum ein fiskifrøðiligt tilmæli. Fiskifrøðingarnir mæltu til eina væl lægri
dystir hava verið sannir gysarir ? hvør minnist ikki landskappingardystin í Klaksvík í 1996, sum KÍ vann 1-0. Kortini má sigast, at GÍ eins og B36 ikki hevur víst tað sama higartil í ár, sum liðið fyrr [...] vann fyrra dystin í Klaksvík 2-1, so hjá teimum er javnleikur nóg mikið til at tryggja sær sess í finaluni ? og har hevur KÍ ikki verið síðani 1994, tá teir í einum minniligum dysti vunnu á B71. [...] vann eldra havnarfelagið 1-0, og í fyrru hálvfinaluni fyri eini góðari viku síðani varð úrslitið 4-1 til HB. Tað gevur sterkar ábendingar um, at HB verður annað liðið í finaluni tann 17. juni, eisini tí at
kappingina, men eitt tap í síðsta umfarinum móti júst John Rødgaard forkom hesum møguleikanum. John hevði ikki verið heilt væl fyri, meðan kappingin var og hevði einans akkurát megnað at fylgt við í oddastríðnum [...] seinastu árini. John Rødgaard er úr Esbjerg, men hevur nú búð á Tvøroyri í meir enn 20 ár. Hóast tað ikki hevur verið stór traditión fyri telving í Suðuroy, megnaði John í 1990, sum tann fyrsti føroyingurin [...] føroyingurin, at vinna sær sonevnda IM-heitið, og hann kann tí kalla seg altjóða meistara. Krøvini til hetta heitið skulu náast í trimum ymiskum kappingum, og fyrsta stigið á leiðini var, tá John Rødgaard á fyrsta
teir samstarva eisini sum listabólkur. Hesin framsýnir ikki bert í Odense, men víða um í Danmark og grannalondunum. Framsýningin 15 listafólk er opin til 14. juni. Upplatingartíðirnar í Listaskálanum eru mánadag [...] eyðkennir myndlistina í dag - tað minimalistiska, villa og postmodernaða. Listafólkini hava øll tilknýti til Gallerí Rasmus í Odense, sum Kári Svensson eisini samstarvar við. Framsýningin letur upp í morgin kl [...] lutir, sum náttúrliga hoyra saman. Eitt listaverk kann verkja forvitni á fleiri økjum, sum kanska ikki altíð er mest nærliggjandi at taka við í umhugsanini. Tað hevur Kári Svensson, listamðaur, at sín
herðnarvaldið til Føroya at forða fyri tí. Løgfrøðiliga mugu vit góðtaka, at tað eru nøkur flótandi mørk fyri, hvussu nógvar heimildir kunnu flytast til Føroya, um veruligur politiskur vilji er til tess, sigur [...] við donsku stjórina um hetta mál. Wåhlin: brot á grundlógina Til hetta sigur Vagn Wåhlin, at um Nyrup vil samráðast við hesi dagsskrá, so er ikki longur talan um stjórnarsamráðingar, men um ein ríkisspurning [...] teir skulu sleppa undan hesum trupulleika í góðum samstarvi við danir. Veruleikin er, at føroyingar ikki hava møguleika at afturgjalda skuldina. Ístaðin fyri verða fiskastovnarnir ovurfiskaðir, við væntandi
væntandi verða 3. og 4. juni, men at ikki er greitt enn, hvørt samráðingarnar skulu fara fram í Havn ella í Keypmannahavn. Arbeitt varð við málinum at fáa samráðingar til Føroya. Á middegi í gjár visti útvarpið [...] útvarpið at siga, at um fundurin skuldi verða í Føroyum, fór forsætisráðharrin ikki at verða hjástaddur, men at Landsstýrið ikki var hugað bara at samráðast við Mogens Lykketoft. Í donsku fjølmiðlunum frættist [...] um vistu teir heldur ikki í gjár um samráðingarstað og tíð. Har vvarð sagt, at teir arbeiddu við málinum, og at fjølmiðlarnir fóru at frætta nærri, tá málið er greitt. Heldur ikki fekst at vita, um Nyrup
1997 var ikki minni enn góðar 66 mió. krónur. Í 1996 javnvigaði roknskapurin hjá ALS, so her er talan um eina stóra broyting. Her skal nevnast beinanvegin , at orsøkin til at roknskapurin í 1996 ikki var betri [...] 46 mió. krónur til »Samhaldsfasta« fyri lánið. Restlánið til grunnin var um árskiftið 26 mió. krónur. Skuldararnir hjá skipanini eru øktir við 3 mió. krónum. Sambært leiðsluni skal ikki so nógv leggjast [...] hjá teimum er ein prosentpartur av samlaðu lønarútgjøldunum. Inngjøldini til skipanina øktust við 5,3 mió. krónum í 1997 í mun til 1996. Her skal tó havast í huga, at inngjaldsprosentið var sett niður úr
er tó í hægra lagi og er ikki burðardygt í longdini. Veiðitrýstið tvífaldaðist frá 1995 til 1996 og hóast tað minkaði aftur í 1997, er tað enn ov høgt. Mælt verður tí til at veiðitrýstið verður minkað [...] tons. Samstundis mæla fiskifrøðingarnir til, at tað ikki longur skal verða loyvt at trýfalda dagatalið við fara longur út at fiska. Og teir mæla samstundis til, at gýtingarfriðingin av upsa heldur fram [...] at nógvar óvissur eru viðvíkjandi dagaskipanini. Tí mæla teir til at fylgja væl við, hvussu leikur ferð. Við øðrum orðum ber enn ikki til at læsa seg fastan í ávíst dagatal ár undan ári, men at tillaga
Seafood í Vági ætlar at lata upp. Sancy Seafood keypti virkið á Tjørn, sum Heri Hjelm á sinni bygdi til at kryvja laks í, og sum síðani varð flakavirki eitt stutt tíðarskeið undir navninum Southern Fish [...] verður eitt av teimum smærru virkjunum. Tí virkisleiðarin sigur, at brúk verðir fyri umleið 18-20 fólk til arbeiðis. Ætlanin er at skera fløk og at selja tey fesk. Men ætlanin er eisini at skráskera og frysta [...] og skipum og frá uppboðssøluni. Hóast tað eru somu fólk, sum eiga báði Sancy og flakavirkið, er tað ikki vist, at Sancy fer at avreiða í Vági hvørja ferð. Tað vóna vit sjálvandi. Men tað veldst alt um
viðvíkur samstarvsavtaluni við Dana Petroleum, sum skal lata know how til føroyska felagið, so hevur hetta felagið afturfyri fingið loyvi til at keypa 10% av partapeninginum í Føroya Kolvetni. Sosialurin skilur [...] íløgur á øllum Atlantsmótinum heilt frá Írlandi til Norðurnoregs. Men roynt verður mest møguligt at spjaða risikoina. Teir, sum vilja gera íløgur, royna ikki at satsa alt uppá eitt ávíst øki, og tí vilja [...] Fiskasøluni. So frá Fiskasølu og ALS tekur Niels Sørensen sær nú burturav av oljumálum. Og er tað upp til hansara, so verður hetta eitt framtíðar starv við bæði avbjóðingum og stórum møguleikum. Tað eru bert