Arbeiði til 18-20 fólk í Vági

Í næstu framtíð letur aftur eitt nýtt, lítið fiskavirki upp í Vági. Eini 18-20 fólk fáa arbeiði

Vágbingar kunnu rokna við, at eitt nýtt flakavirki letur upp í bygdini heilt skjótt.

Tað er flakavirkið, sum Sancy Seafood í Vági ætlar at lata upp.

Sancy Seafood keypti virkið á Tjørn, sum Heri Hjelm á sinni bygdi til at kryvja laks í, og sum síðani varð flakavirki eitt stutt tíðarskeið undir navninum Southern Fish.

Táið flakavirkið fór á húsagang, keypti Suðuroyar Sparikassi tað á tvingsilssølu.

Men fyrst í apríl keyptu tey, sum frammanundan eiga trolaran Sancy, virkið aftur frá Sparikassanum.

Jens Petur Brattalíð, virkisleiðari, sigur, at síðani virkið varð keypt, hevur verið arbeitt uppá at gera virkið ístand so at tað lýkur tey heilsufrøðiligu krøvini.

Tað er nú komið so mikið áleiðis, at hann hevur vónir um at virkið kann lata upp um einar 14 dagar.


18-20 fólk

Men hetta verður eitt av teimum smærru virkjunum.

Tí virkisleiðarin sigur, at brúk verðir fyri umleið 18-20 fólk til arbeiðis.

Ætlanin er at skera fløk og at selja tey fesk.

Men ætlanin er eisini at skráskera og frysta fisk, t.d. verður hugsað um svartkalva.

Jens Petur Brattalíð sigur, at hann roknar við, at virkið fer at taka ímóti einum 1.500 tonsum um árið.

Fiskurin verður keyptur frá bátum og skipum og frá uppboðssøluni.

Hóast tað eru somu fólk, sum eiga báði Sancy og flakavirkið, er tað ikki vist, at Sancy fer at avreiða í Vági hvørja ferð.

­ Tað vóna vit sjálvandi.

­ Men tað veldst alt um, antin vit verða kappingarførir í prísi, sigur virkisleiðarin.

Jens Petur Brattalíð sigur, at enn er tað ilt at siga, hvussu støðugt arbeiðið verður.

­ Verður bara talan um at skera fløk, verður tað sum á øðrum feskfiskavirkjum.

Tvs, at arbeiði verður tveir, tríggjar dagar um vikuna.

Men annars veldst um, hvørjar avtalur, virkið fær.

Fer virkið at skráskera og frysta eisini, kann roknast við meiri støðugum arbeiði.