Grundlógin forðar fyri kravinum um loysing

Umframt tað halda danir, at Landsstýrið ikki torir at siga føroyingum, at fíggjarliga støðan ikki er til at krevja sjálvstýri, so sum samgonguflokkarnir undir valstríðnum søgdu seg vilja fremja

Dagny Joensen


Politiken hevur tosað við tveir serfrøðingar á økinum. Annar er Vagn Wåhlin, dosentur við Universitetið í Århus, og hin er Jens Peter Christensen, professari dr. jur. í ríkis og umsitingarrætti, sum hvør í sínum lagi siga sína hugsan um viðurskiftini viðvíkjandi fíggjarligu og ríkisrættarligu støðu Føroya.

Vagn Wåhlin heldur, at samráðingar komandi um blokstuðulin, bankamálið og uttanlandsskuldina verða ógvuliga truplar.


Aftra seg at tosa um skuldarspurningin

Vagn Wåhlin sigur: - Minst av øllum vilja teir føroysku politikararnir tosa um veruliga trupulleikan, sum er ovurstóra skuldin, og hvussu teir skulu sleppa undan hesum trupulleika í góðum samstarvi við danir.

­ Veruleikin er, at føroyingar ikki hava møguleika at afturgjalda skuldina. Ístaðin fyri verða fiskastovnarnir ovurfiskaðir, við væntandi lívfrøðiligum avleiðingum, at kreppa aftur verður í fiskivinnuni, og so hevur fólkið einki at liva av.

­ Politikararnir vilja nógv heldur tosa um, at tá tað ikki gongur væl í Føroyum, so er høvuðsorsøkin at finna í Keypmannahavn. Tað var eisini evnið undir valstríðnum hjá samgonguflokkunum, sum nú manna Landsstýrið, sigur Vagn Wåhlin

Blaðið hevur eisini tosað við Anfinn Kallsberg, løgmann, sum ásannar at samráðingarnar verða strævnar Hann sigur eisini, at samráðingar um kravið at fáa fullveldi, ikki verða fyrr enn einaferð í heyst.

Løgmaður sigur, at tingið hevur staðfest suverenitetin, og hevur samtykt, at føroyingar skulu fara undir samráðingar við donsku stjórina um hetta mál.


Wåhlin: brot á grundlógina

Til hetta sigur Vagn Wåhlin, at um Nyrup vil samráðast við hesi dagsskrá, so er ikki longur talan um stjórnarsamráðingar, men um ein ríkisspurning. Tá vilja grønlendingar eisini krevja økt eftirlit við undirgrundini í Grønlandi. Avleiðingin verður, at eitt kaotiskt orðaskifti um eina nýggja grundlóg og fólkaatkvøðum, tekur seg upp, sigur Vagn Wåhlin.


Óneyðugt at órógvast um grundlógina

Jens Peter Christensen, professari heldur hinvegin, at Nyrup Rasmussen hevur so mikið linar teymar at samráðast við føroyingar, at óneyðugt er at órógvast um grundlógina.

­ Grundlógin forðar fyri at føroyingar kunnu krevja loysing, hóast tað er óhugsandi at danir fara at senda herðnarvaldið til Føroya at forða fyri tí.

­ Løgfrøðiliga mugu vit góðtaka, at tað eru nøkur flótandi mørk fyri, hvussu nógvar heimildir kunnu flytast til Føroya, um veruligur politiskur vilji er til tess, sigur Jens Peter Christiansen.