Fiskiskapurin eftir toski, hýsu og upsa má minkast næsta ár

Ikki minst er upsin illa fyri. Men eisini verður rópt varskó fyri hýsuna og toskin, hóast teir stovnarnir eru væl fyri

Fyrr í vikuni varð fyribils úrslitið av niðurstøðuni hjá ICES um fiskiskapin undir Føoryum komand ár, almannakunngjørd.

Og við henni fylgdi tilmælið um fiskiskapin eftir yjsum fiskasløgum í 1999.

Endaliga niðurstøðan og tilráðingin kemur fyrst í næsta mánaða.

Men -næstan sum vant- verður yvirhøvur mælt til niðurskurðir og skerjingar í fiskiskapinum eftir at kalla øllum sløgum.

Vit fara í hesum sambandi at umrøða niðurstøðuna viðvíkjandi teimum trimum, vanligastu fiskasløgunum, toski, hýsu og upsa.


Toskur á Landgrunninum

Viðvíkjandi toskinum á landgrunninum siga fiskifrøðingarnir, at av tí at tað hava verið so stórar broytingar seinastu árini, ber tað ikki til at siga neyvt, hvussu stórur stovnurin er.

­1992 árgangurin var stórur og 1993 árgangurin var tann størsti nakrantíð, síðani stovnsmetingarnar undir Føroyum byrjaðu.

Hinvegin er líkt til, at 1994 -1996 árgangirnir eru líka smáir sum teir lítlu árgangrnir mitt í áttatárunum.

Men ávís tekin eru afturímóti um, at 1997 árgangurin er góður.

­ Veiðitrýstið er tó í hægra lagi og er ikki burðardygt í longdini.

­ Veiðitrýstið tvífaldaðist frá 1995 til 1996 og hóast tað minkaði aftur í 1997, er tað enn ov høgt.

Mælt verður tí til at veiðitrýstið verður minkað.

Hvussu nógv tað skal minkast, er eitt sindur ringt at siga enn, men hildið verður, at ein minking uppá 30% yvir eitt ármál er á góðari leið.

­ Men viðvíkjandi toskinum er at minnast til, at hann verður fiskaður í blandaðum fiskiskapi saman við toski og hýsu og tí mugu reguleringar av toski taka hædd fyri møguligum reguleringum í fiskiskapininum eftir hinum fiskasløgunum eisini.


Toskur á Føroya Banka

Fiskifrøðingar siga, at tað ber ikki til at gera eina neyva stovnsmeting, men eftir øllum at døma er hann væl fyri.

Men av tí at metingarnar eru óvissar, verður mælt frá at hækka veiðitrýstið.

Samstundis gera fiskifrøðingarnir vart við, at tað er ivasamt um veiðitølini í seinastuni eru bein av tí, at nú er tað loyvt at fara beint av bankanum og aðrastaðni at fiska, uttan at avreiða fyrst.

­ Hetta kann oyðileggja tey søguliga góðu veiðitølini fyri Føroyaøkið.

­ Av tí toskastovnarnir á landsgrunninum og á Føroya Banka eru ymiskir, er tað alt avgerandi, at veiðitølini frá teimum báðum økjunum ikki koma íbland, tí annars er tað ómøguligt at gera neyvar stovnsmetingar av teimum báðum toskastovnunum.

Tí mæla fiskifrøðingarnir til, at hetta fæst í rættlag aftur við at farið verður aftur til gomlu skipanina.


Hýsa undir Føroyum

Fiskifrøðingarnir halda, at hýsustovnurin er troyttur so, at hann er nærum innanfyri teir lívfrøðiliga tryggu karmarnar við tað, at gýtingastovnurin í fjør varð mettur at verða umleið 60.000 tons.

­ Men um hildið verður fram við sama veiðitrýstið sum nú, ferð gýtingastovnurin at minka munandi, niður á 42.000 tons í 1999 og heilt niður á 36.000 tons í 2000.

­ Orsøkin til hetta er, at tað eru at kalla bara tveir árgangir í stovninum, tann sera góði 1993 árgangurin og tann miðalstóri 1994 árgangurin.

Hinvegin bendir á, at árgangirnir 1995-1997 eru smáir.

­ Tí mælir ICES til, at veiðitrýstið eftir hýsu verður lækkað, so at vit í mesta lagi fiska 9.000 tons av hýsu komandi ár.

Hetta er næstan at skerja fiskiskapin niður í helvt, tí í fjør fiskaðu vit 17.000 tons av hýsu.

Av tí at tað sama er galdandi, sum fyri toskin, at hýsan er uppi í blandingsfiskaríi, má hædd takast fyri tí, táið aðrar reguleringar møguliga verða gjørdar.


Upsin undir Føroyum

Um upsan undir Føroyum siga fiskifrøðingarnir, at hann er uttanfyri lívfrøðiliga tryggar karmar, báði viðvíkjandi stovnsstødd og veiðitrýsti.

Gýtingastovnurin varð í 1997 mettur til 52.000 tons og tað er tað minsta, vit vita um.

­ Eingir góðir, nýggir ár- gangir eru at hóma og veiðitrýstið er alt ov høgt.

­ Um hildið verður fram við sama veiðitrýstið næstu, sum í fjør, fer gýtingastovnurin í ár niður á 50.000 tons, næsta ár verður hann 44.000 tons og í 2000 verður hann bara 41.000 tons.

Tí siga fiskifrøðingarnir, at komandi ár er tað í mesta lagi ráðiligt at fiska 14.000 tons av upsa.

­ Í 1996 fiskaðu vit 20.000 tons, í fjør fiskaðu vit 22.000 tons og í ár er væntandi, at vit fara at fiska eini 21.000 tons.

Samstundis mæla fiskifrøðingarnir til, at tað ikki longur skal verða loyvt at trýfalda dagatalið við fara longur út at fiska. Og teir mæla samstundis til, at gýtingarfriðingin av upsa heldur fram.

Somuleiðis eiga onnur tiltøk at verða sett í verk sum avmarka upsafiskiskapin.


Eiga at fylgja við

Annars siga fiskifrøðingarir yvirhøvur, at nógvar óvissur eru viðvíkjandi dagaskipanini.

Tí mæla teir til at fylgja væl við, hvussu leikur ferð. Við øðrum orðum ber enn ikki til at læsa seg fastan í ávíst dagatal ár undan ári, men at tillaga dagatalið um neyðugt.