Fríggjadagin verður ein spennandi framsýning í Listaskálanum, har 15 listafólk úr Danmark, Sveis og Føroyum framsýna málningar og standmyndir.
Talan er um eina fjølbroytta framsýning, ið avspeglar og eyðkennir myndlistina í dag - tað minimalistiska, villa og postmodernaða.
Listafólkini hava øll tilknýti til Gallerí Rasmus í Odense, sum Kári Svensson eisini samstarvar við.
Framsýningin letur upp í morgin kl. 16.Jóannes Dalsgaard, mentamálastjóri, setir framsýningina, og sangkórið 17 sangarar í Klaksvík, undir leiðslu av Jógvan við Keldu, fara at framføra føroyskar og útlendskar sangir.
Umboð Føroya úteftir
Mentan og list eru tveir lutir, sum náttúrliga hoyra saman. Eitt listaverk kann verkja forvitni á fleiri økjum, sum kanska ikki altíð er mest nærliggjandi at taka við í umhugsanini.
Tað hevur Kári Svensson, listamðaur, at sín sermerkta hátt arbeitt víðari við.
Í Danmark eru nógv listafeløg, har limirnir hava serligan áhugað fyri tí, sum rørir seg á listaøkinum.
Í hesum sambandi er tað, at Kári Svensson er biðin at skipa fyri tiltøkum um føroysk viðurskifti.
Frá byrjanini at mynda Føroyar í listaligu verkum sínum, hevur hann víðkað arbeiðið á mentanarliga økinum, við víða um í Danmark at halda fyrilestrar, vísa myndir úr Føroyum, og siga frá um lív og virki her á landi.
Hann sigur m.a. frá um grindaveiðuna, um fiskivinnuna o.s.fr., og fyri at gera hesi viðurskifti enn meira viðkomandi, borðreiðir hann við tvøsti og spik, turrum fiski og tilíkum, so fólkini kunnu fáa eina smakkroynd.
Danir hava stóran áhuga fyri at vita meir um Føroyar, og eitt úrslit av hesum arbeiði er, at 60 fólk leygardagin koma til Føroya at síggja listaframsýningin í Skálanum, umframt at tey fara at ferðast kring oyggjarnar, sigur Kári Svensson.
Gestirnir eru limir í einum listafelag, sum hevur skipað fyri ferðini, sigur Kári Svensson, sum hevur so nógvar umbiðingar at halda føroyakvøld í Danmark, at hann fer niður í hesum ørindum umleið annaðhvønn mánaða.
Kári Svensson er kendur listamaður í Danmark. Hann hevur einar tríggjar einkarframýningar í Danmark árliga, og er umframt tað eisini umboðaður ymsastaðni í felagsframsýningum. Hansara verk hava verið framsýnd víða um í Norðurlaondum, Týskalandi og í Baltisku londunum.
Listabólkurin
Tað er Rasmus Peder Lind, stjóri á Gallerí Rasmus í Odense, sum skipar fyri framsýningunum hjá Kára Svensson í Danmark, eins og hjá hinum framsýnararunum í Skálanum, og teir samstarva eisini sum listabólkur. Hesin framsýnir ikki bert í Odense, men víða um í Danmark og grannalondunum.
Framsýningin 15 listafólk er opin til 14. juni. Upplatingartíðirnar í Listaskálanum eru mánadag - fríggjadag kl. 11-17. Leygardag og sunnudag kl. 14 - 18.