løgdu teir tríggir flokkarnir Javnaðar-, Sambands- og Miðflokkurin fram uppskot um almannaveitingar. Hans Pauli Strøm, sum legði uppskotið fram vegna hesar flokkar, lýsir fyrst málið í viðmerkingunum, og sigur [...] num, og tykist heldur einki at røkjast fyri tí, áðrenn freistin fyri at seta fram lógaruppskot í hesum skeiði verður úti um fáar dagar. Ein reformur, sum hevði grundað pensjónina á eina uppsparing gjøgnum [...] talan er um hjún, við kr. 425,00 mánaðarliga. 1. jan. 2000 hækkar pensjónsviðbótin aftur, til stakar fólkapensjonistar við kr. 650,00 mánaðarliga, og pensjónsviðbótin til hvønn, tá talan er um hjún, við
vunnu tær so ruddiliga, og hetta er framvegis einasti ósigur hjá Stjørnuni á heimavølli higartil í landskappingini. Hjá báðum liðunum er hetta dysturin, sum skal avgera, um tey skulu halda fram at hótta [...] 80-unum vóru hann og Jens Martin Knudsen kanska besta makkaraparið í føroyskum hondbólti, og so er spurningurin, um teir báðir kunnu gera ein veruligan vørr í morgin, hóast hvørgin teirra hevur gjørt stórvegis [...] ein av fremstu avbjóðarunum til FM-heitið. Um teir megna at vinna tað, verður tað triðju ferð á rað, og tað hava vestmenningar ikki megnað síðani árini 1985-87. Um tað eydnast teimum at vinna í morgin ? og
vita, um býráðsformansstarvið í Klaksvík í veruleikanum er eitt fult starv, eins og lønin ger tað til. Kann ikki stjórna úr Havn Torleif Sigurðsson sigur, at hann eftir seinasta løgtingsval setti fram spurning [...] Tá býráðsformaðurin fær fulla løn fyri at vera býráðsformaður, so má meta hetta starv at vera eitt fulltíðarstarv, sigur Torleif Sigurðsson, býráðslimur í Klaksvík. Hann er ónøgdur við, at býráðsformaðurin [...] valt býráðsformannin Tá býráðsformaðurin sigur, at tað eru borgararnir, ið hava valt hann í sessin, so er hetta als ikki rætt. Borgararnir hava valt býráðslimirnar, og harvið eisini Jógvan við Keldu, men
Víðka bert um goymsluna Útbyggingin, sum í løtuni fer fram, er bert ein útbygging av goymsluni hjá Rúsdrekkasøluni. Ætlanin er ikki at byggja sjálvan handilin út, men tá handilin verður gjørdur um til sjá [...] Víðkast skal um goymsluna og handilin skal gerast um til sjávtøkuhandil. Hetta eru ætlanirnar hjá deildini hjá Rúsdrekkasølu Landsins í Klaksvík. Arbeiðið er longu farið í gongd, og væntandi verður liðugt [...] øluni í Klaksvík sigur, at hóast ein sjálvtøkuhandil ger arbeiðið mundandi lættari, so er ikki æltlanin at minka um starvsfólkatalið. Hann sigur, at ein fær at síggja, hvussu umbygginngin kemur at broyta
veiðiøki. Spurningurin er tó, um Grønland, tá flytingin fór fram, í praksis ikki var umfatað av donsku grundlógini, sum m.a. snýr seg um »boligens ukrænkelighed« og kravið um endurgjald við ekspropriatión [...] Tað veldst um, hvussu gamal og hvat starv hvør einstakur av teimum 81 Thulebúgvunum hevði, tá flytingin fór fram. Ein stórfangari hevur soleiðis krav um størri endurgjald enn ein nýføðingur. Um dómararnir [...] Ætlanirnar komu ikki fram í ljósið, fyrr enn Danmark og USA í 1951 samráddust um eina nýggja verjuavtalu. Her gjørdist tað greitt, at tað frá amerikanskari síðu vóru ætlanir frammi um ein risastóran útbúnað
byrjaðu um útlandið at almennakunngera frágreiðingar um yvirgangsframferðina í ríkinum, herímillum kz-legur. Grundleggjandi hugburðurin millum bíbliugranskararnar var framhaldandi eitt ynski um at sleppa [...] »Millum Mótstøðu og Matyrium« snýr seg um meinsóknina ímóti trúarsamfelagnum í Triðja Ríkinum, men hevur eisini ein boðskap, sum røkkur longri enn bert til enn eina søgu um illgerðir nasismunnar. Hon endar við [...] spurningi, sum er sera persónligur: Hvussu hevði tú borið teg at, um tú livdi í Triðja Ríkinum? ? Nær mótmælir tú einum sníkjandi ráki fram ímóti forfylging av øðrvísi hugsandi í tínum samfelag? Skulu granskarar
eftir, kann tyngja hjartað at hugsa um, tá hesi fólk komu til Klintholm, so illa vóru tey fyri. Skúlar Nógv eru orðini, ið sigast kunnu, men vitjar ein Norðurlandahúsið, so fer ein ikki avstað aftur, uttan [...] ymiskt at hugsa um. Taðå er, sum skal ein uppliva sýningina. Ætlanin við sýningini er m. a. at vísa yngri ættarliðum á ræðuleikarnar, so hetta ikki hendir aftur. Hugsað verður eitt nú um skúlaflokkar, ið [...] Og tá ein er komin runt á sýningini, so endar ein við ein spegil, har ein aftanfyri seg sær hermenn. Og meðan ein so hyggur í eyguni á sær sjálvum, kann ein grunda um orðini undir spegilinum. Kann hetta
fólk balla ikki so væl orðini inn sum eldri. Tey ræðast ikki fyri at verða hvassorðað. Tað gjørdu vit heldur ikki fyrstu árini, men so blivu vit eisini eldri og so líðandi sóu vit ikki so svart/hvítt uppá [...] og at misunna øðrum, sum fáa. Vit fáa tað øll betri um eitt nú mentanin á bygd fær tað betri og til dømis høli at sýna fram. Vit verða øll ríkari um Føroyar verða eitt land mentunarliga, og tað eru vit [...] Luihn sýnt fram á framsýningum bæði í Føroyum og uttanlands. Hon er fyrst og fremst grafikari, hon arbeiðir mest við tí, sum verður rópt háprent, tað vil siga, hon sker í linolium ella træ og so verður tað
tí sjálvt um rættindahavarin hevur givið loyvi til tað, so er tað ikki loyvt at kopiera tónleik digitalt. Men um plátufeløgini veruliga ætla sær at selja tónleik beinleiðis á internetinum, so kunnu teir [...] eitt endurgjaldskrav so skjótt vit finna tónleik á heimasíðuni, sigur hann. ? MP3-tónleikur er vorðin ein so stórur trupulleiki hjá okkum, at vit verða noydd at gera alt fyri at minka um útbreiðsluna. Heilt [...] við trupulleikanum og ætlar sær at sláa til, um tað verður neyðugt. Tað ber til hjá einum og hvørjum teldueigara við internetsambandið at verða við í spælinum um ólógliga tónleikin. Tað skal ikki tað stóra
stóra slagið um West Freezer byrjar. Tí frá at vera eitt stríð um eitt innflutningsloyvi, er málið um West Freezer nú blivið eitt stríð um bólkar, prosent, fiskidagar, fiskiorku og, ikki minst, um prinsipp [...] halda um málið. Kemur ikki upp á tal Og støðan hjá línuskipunum er bæði einføld og púra greið: ? Vit fara ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka, at línubátarnir verða skerdir, hvørki so ella so, sigur [...] Torleif Sigurðsson er greiður yvir, at so stingur ein annar trupulleiki seg upp. ? Og tað er prosentbýtið av samlaða fiskiskapinum, sum hvør bólkur skal hava eftir lógini um vinnuligan fiskiskap. ? Verður West