?Hetta, sum fer fram nú, er heilt burtur úr vón og viti.
Skoðsmálið, sum Torleif Sigurðsson, formaður í felagnum Línuskipum, gevur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, er líka avgjørt, sum tað er stutt.
Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um, at Jørgen Niclasen, fiskimálaráðaharri, hevur givið Frøyanes innflutningsloyvi og hevur bólkað hann saman við útróðrarbátum, men at ætlanin nú er at flyta hann upp í bólkin fyri stállínuskip yvir 110 tons.
Fríggjadagin svaraði Jørgen Niclasen spurningum frá Vilhelm Johannesen og Jákup Sverra Kass, um Frøyanes.
Og tá vóru hansara seinastu orð nevniliga, at hann helt, tað verða rættast at broyta lógina soleiðis, at West Freezer varð fluttur upp í bólk 3, sum er bólkurin fyri stállínuskip yvir 100 tons.
Av tí, at teir tríggir bátarnir, sum eru farnir úr flotanum fyri West Freezer, vóru í bólki 4B, sum er bólkurin fyri útróðrarbátar yvir 40 tons, tulkar fiskivinnuumsitingin lógina soleiðis, at West Freezer skal í sama bólk.
Men tað hevur vakt stóra misnøgd, at eitt so stórt skip skal greipast saman við útróðrarbátunum, og hava somu fiskirættindi sum tey.
Tí hevur Jørgen Niclasen nú mælt til, at West Freezer nú verður fluttur upp í bólk 3, har hann nátúrliga hoyrir heima eftir støddini at døma.
Nú byrjar slagið
Men tað er púra vist, at tað verður lættari sagt enn gjørt hjá landstýrismanninum at flyta West Freezer upp í bólk 3
Tí líka lítið, sum útróðrarmenn vilja hava skipið í sínum bólki, líka lítið vilja línumenn hava hann upp í sín bólk, uttan víðari.
Og tað er tí mangt, sum bendir á, at tað er ikki fyrrenn nú, at tað stóra slagið um West Freezer byrjar.
Tí frá at vera eitt stríð um eitt innflutningsloyvi, er málið um West Freezer nú blivið eitt stríð um bólkar, prosent, fiskidagar, fiskiorku og, ikki minst, um prinsipp.
Ikki uttan víðari
Hóast West Freezer er línubátur, hevur felagið Línuskip ikki gjørt nógv um seg í hesum máli, sum annars hevur fingið sinnini í teimum flestu øðrum upp á kók.
Torleif Sigurðsson, formaðurin í felagnum Línuskipum sigur, at tað er við vilja, at teir ikki hava hava blandað seg uppí.
? So leingi hann skal verða í bólki saman við útróðrarbátum, er hetta ikki okkara borð.
? Men kemur tað uppá tal at flyta bátin upp í okkara bólk, verður tað sjálvandi heilt avgjørt okkara borð, leggur hann afturat.
Torleif Sigurðsson sigur, at hann hevur alla tíðina frykta fyri, at tað fór at koma eitt politiskt ynski um at flyta West Freezer upp í bólk 3.
Og Torleif Sigurðsson hevur følt seg fyri hjá línumonnum at vita, hvørja støðu, teir hava til málið.
Seinasta vikuskiftið, tá ið allir sjey línubátarnir í Klaksvík vóru inni kortini, nýtti hann høvi til at savna menninar til eitt óformligt prát at vita, hvat teir halda um málið.
Kemur ikki upp á tal
Og støðan hjá línuskipunum er bæði einføld og púra greið:
? Vit fara ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka, at línubátarnir verða skerdir, hvørki so ella so, sigur Torleif Sigurðsson.
? Tvs, at skal West Freezer upp í línubólkin, skulu fiskidagar og øll onnur rættindi fylgja við, tí tað skal ikki kosta okkum ein tann einasta fiskidag.
Men Torleif Sigurðsson er greiður yvir, at so stingur ein annar trupulleiki seg upp.
? Og tað er prosentbýtið av samlaða fiskiskapinum, sum hvør bólkur skal hava eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.
? Verður West Freezer fluttur upp í bólk trý, við ongum fiskidøgum, fer samlaði fiskiskapurin í bólki trý upp um tað prosentið, sum hesin bólkur skal hava av samlaða fiskiskapinum undir Føroyum.
? Tað merkir so, at fiskidagarnir í bólkinum mugu skerjast fyri at fáa prosentið niður.
? Verður West Freezer hinvegin fluttur úr bólki 4, upp í bólk 3 við fiskidøgum, verður ov lítið eftir til útróðrarbátarnar í bólki.
Undir øllum umstøðum má prosentbýtið ímillum teir báðar bólkarnar broytast.
Torleif Sigurðsson sigur, verður tað eitt politiskt ynski at West Freezer skal flytast upp í bólk 3, er tað av allastørsta týdningi, at teir til fulnar fáa at vita, hvørjar avleiðingar tað fær.
? Og tað er púra greitt, at tað kemur ikki uppá tal, at tað fær nakrar sum helst avleiðingar fyri okkum.
? Vit tola ikki undir nøkrum umstøðum at verða skerdir meiri enn vit eru, tí vit hava ov fáar dagar sum er.
? Vit verða sjálvir noyddir at keypa dagar fyri at kunna hava skipini í vinnu alt árið.
? Tá sigur tað seg sjálvt, at tað forbjóðar seg sjálvt at vit skulu verða skerdir enn meiri.
Heilt átaluvert
Torleif Sigurðsson heldur annars, at tað er heilt átaluvert, at fiskivinnuumsitingin vísir so út av lagi vánaligt handalag.
? Vit hava nú fingið eina fiskidagaskipan, sum hevur virkað hampiliga væl.
? Tað er ein skipan, sum allir partar eru toliliga væl foreintir við.
? Og eg dugi ikki at skilja, at politiski myndugleikin ikki kann geva henni eitt skotbrá, so hon veruliga kann standa sína roynd.
? Eru skeivleikar, skulu teir sjálvandi rættast.
? Men tað, sum fer fram nú er heilt burturúr úr vón og viti. Avgerðirnar eru alt ov veikar, sigur formaðurin fyri línuskipini.
Hann vísur eisini á, at skipanin varð gjørd fyri at linkað trýstið á fiskastovnarnar undir Føroyum.
? Men samstundis síggja vit, at ein hópur av norskum línuskipum er farin at royna royna undir Føroyum. Teir liggja á Kantinum, heilt vesturi frá og líka eystur.
? Hetta er nakað nýtt og tað eru mong linuskip sum gera vart við at norðmenn beinleiðis órógva teir føroysku bátarnar.
Torleif Sigurðsson sigur, at tað er sera harmiligt, at tey, sum stjórna fiskivinnuna, ikki halda eina beina kos, men alla tíðina stýra sikk-sakk.
? Tí vit vita ongantíð, hvar vit flóta.
? Landsstýrið brúkar nógva orku uppá at greiða frá, at tað er tryggleiki og støðufesti, sum vinnan hevur allarmest brúk fyri.
? Men samstundis verður grundarlagið eftir einari nátt og fullkomiliga leypa ólag á eina skipan, sum hevur víst seg at rigga væl, so sum bara skuldi hava sína tíð til at finna eina ordiliga fasta legu.
? Beinanvegin ein skipan virkar, verður okkurt sett í verk fyri at hon ikki skal virka meir, sigur Torleif Sigurðsson.
Ongan møguleika
Annars er tað upplýst, at West Freezer kostar gott 25 milliónir at keypa.
Og Torleif Sigurðsson dugir ikki við sínum besta vilja at síggja, hvussu teir fáa raksturin at bera seg við tí prísinum.
? Vit eiga at minnast til, at 1998 var eitt hndinga ár, bæði til nøgd og til prís.
? Og grannskoðari okkara hevur rokna út, at vit í fjør høvdu vit klárað at forrenta ein línubát, sum kostar 15 milliónir.
? So hvussu eitt skip fyri 25 milliónir skal bera seg í longdini, er óskiljandi.
? Tí vit vita, at vit fáa ikki 15-20 ára á rað, sum eru líka góð, sum 1998 var, sigur Torleif Sigurðsson.
Kortanei
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen sigur í stuttari viðmerking, at tað skal ongin fiskidagur fylgja við West Freezer upp í bólk 3.
? Eftir lógini hava vit rætt til so og so nógv prosent, og tað fara vit at halda okkum til, og vit hava eisini nokk at brúka dagar til, sigur Chris Jan Michelsen.