­ Nú má greiða fáast á borgarstjórastarvinum

Torleif Sigurðsson undrast yvir, at borgarstjórin í Klaksvík virðismetir starvið so lítið, at hann heldur seg kunna vera løgtingsmann umframt at skula stjórna Klaksvíkini.

­ Tá býráðsformaðurin fær fulla løn fyri at vera býráðsformaður, so má meta hetta starv at vera eitt fulltíðarstarv, sigur Torleif Sigurðsson, býráðslimur í Klaksvík. Hann er ónøgdur við, at býráðsformaðurin umframt at vera býráðsformaður eisini er løgtingsmaður og situr í uttanlandsnevndini og norðurlandaráðnum. Hetta heldur hann ger, at arbeiðið sum býráðsformaður ikki kann røkjast eins gott og tað annars kundi.


Borgararnir ikki valt býráðsformannin

­ Tá býráðsformaðurin sigur, at tað eru borgararnir, ið hava valt hann í sessin, so er hetta als ikki rætt. Borgararnir hava valt býráðslimirnar, og harvið eisini Jógvan við Keldu, men tað eru býráðslimirnir, ið hava valt býráðsformannin, sigur Torleif Sigurðsson.

Torleif Sigurðsson sigur, at samgongulimirnir í Klaksvíkar Kommunu meta eitt løgtingsstarv at vera fult starv, og tí halda teir ikki, at tað við síðuna av ber til at røkja eitt borgarstjórastarv til fulnar. Tískil heldur hann, at tað nú er upp á tíðina, at samgongulimirnir og fólkið í Klaksvík fær at vita, um býráðsformansstarvið í Klaksvík í veruleikanum er eitt fult starv, eins og lønin ger tað til.


Kann ikki stjórna úr Havn

Torleif Sigurðsson sigur, at hann eftir seinasta løgtingsval setti fram spurning í býráðnum um, hvørjar avleiðingar tað fór at hava fyri býráðsarbeiðið, at býráðsformaðurin gjørdist løgtingsmaður. Men býráðið avgjørdi tá at bíða við málinum og lata Jógvan við Keldu fara á ting.

­ Tað undrar meg veruliga, at býráðsformaðurin virðir arbeiðið so lítið, at hann heldur, at hann kann sita í Løgtinginum samstundis, sum hann er býráðsformaður í Klaksvík, sigur Torleif Sigurðsson. Hann leggur afturat, at tað als ikki kann bera til, at býráðsformaðurin situr í Havn og stjórnar Klaksvíkini.

­ Samgongulimir eru als ikki glaðir fyri støðuna, og eg haldi at býráðsformaðurin hevur skyldu at fáa greiðu á hesum máli sum skjótast, sigur Torleif Sigurðsson, býráðslimur í Klaksvík at enda í vimerking til samrøðu við Jógvan við Keldu í hósdagsblaðnum.