Ólógligt internet

Ólógligur MP3-tónleikur blómar millum teldu- og internetbrúkarar. Plátufeløgini hava sett hart móti hørðum, men líka hjálpir, og nú merkist útbreiðslan av ólógliga tónleikinum á fløgusøluni

Orð: Eyðun Klakkstein

Mynd: Álvur Haraldsen


Ólógligur tónleikur blómar á internetinum. Á hvørjum horni finnast sangir í tí nýggja MP3-formatinum, og plátufeløgini fáa ikki steðga útbreiðsluni av hesum ólógliga tónleiki.

Í fleiri londum er fløgusølan minkað, og fimm tey størstu plátufeløgini í heiminum leggja nú ráð saman við teldufyritøkuni IBM fyri at fáa bilbukt við trupulleikanum. Og 400 kendir og minni kendir tónleikarar í Europa hava gjørt eitt átak fyri at fáa EU-parlamentið at virka við til at loysa trupulleikan.

Sleppur ólógligi tónleikurin at breiða seg enn meira, kann tað fáa álvarsamar avleiðingar fyri plátufeløg og tónleikarar.

Eisini føroyskur tónleikur finnst á internetinum, og hóast tað ikki enn merkist á fløgusøluni í Føroyum, heldur størsti fløguútgevarin í landinum eygað við trupulleikanum og ætlar sær at sláa til, um tað verður neyðugt.

Tað ber til hjá einum og hvørjum teldueigara við internetsambandið at verða við í spælinum um ólógliga tónleikin. Tað skal ikki tað stóra hegnið til at fáa tónleikin inn á telduna og at spæla hann haðani.


Kollveltandi týskur

teknikkur

MP3 teknikkurin, sum ein týskur granskingarstovnur sigur seg standa aftanfyri, hevur útbreitt ólógligan tónleik, sum tað ongantíð áður hevur verið at sæð. Í grundini hevur MP3 verið ein kollvelting fyri fleiri partar av tónleikaheiminum, og tað sæst ikki minst á ansinum, sum plátufeløgini nú geva hesum slagi av tónleiki.

Orsøkin til at MP3 hevur givið ólógligum tónleiki vind í seglini er, at formatið loysir tveir avgerandi trupulleikar hjá brúkarum av ólógligum digitalum tónleiki.

Fyri tað fyrsta fyllur ein sangur í MP3 bert ein tíggjundapart av tí, sum ein sangur, sum liggur á eini vanligari fløgu, ger, hóast góðskan nærum er tann sama. Og tað gevur einum og hvørjum teldueigara møguleika at leggja hópin av MP3-sangum, sum vanliga fylla millum 3 og 5 megabyte, á harddiskin á telduni. Teir kunnu so spælast gjøgnum telduna og telduhátalararnar.

Harafturat ber til at flyta hendan tónleikin runt á internetinum, og tað skal lítið hóvasták til fyri at fáa nýggjastu hittini niður av internetinum og á telduna í kamarinum hjá einum og hvørjum tannáringi. Møguleiki er eisini at flyta sangirnar yvir á eina fløgu, sum so kann sendast víðari, ella at gera sær sínar egnu MP3-sangir við serligum forriti á telduni.


Sum at stjala í fløguhandli

Stóru altjóða plátufeløgini eru seinastu mánaðirnar lopin á føtur, og herða nú stríðið móti ólógliga tónleikinum. MP3-tónleikurin á internetinum er nú so útbreiddur, at hann ávirkar fløgusøluna, og tað er tá plátufeløgini merkja tað, at tey veruliga vakna.

Eitt av londunum, har fløgusølan er minkað, er Danmark. Í januar mánaði var skrásetta fløgusølan seks prosent lægri enn sama mánaða í fjør. Í Danmark verður eitt beinhart stríð ført móti ólógliga tónleikinum á internetinum. Tað er rættindafelagið hjá plátufeløgunum, IFPI, sum gongur á odda í hesum stríði.

Seinasta hálva árið hava trý fólk róð runt á internetinum við tí fyri eyga at finna ólógaligan tónleik, serliga á donskum heimasíðum. Og higartil eru fleiri enn 200 heimasíður stongdar, og 7 fólk hava fingið endurgjaldskrav á nakkan, tað størsta 30.000 krónur.

? Vit fara eftir heimasíðum, har MP3 tónleikur finst, og heimasíðum, sum hava leinkjur til aðrar heimasíður, har ólógligur tónleikur finst, sigur Jakob La Cour frá IFPI. Hann er ein av teimum, sum hevur luttikið í arbeiðnum hjá IFPI.

Higartil hevur í flestu førðum verið nokk at hótt fólk við endurgjaldskravi fyri at fáa MP3-tónleik og leinkjur til MP3-tónleik av internetinum, men so hvørt sum fólk gerast meira varug við, at MP3-tónleikur er ólógligur, ætla teir at innføra aðra mannagongd.

? Í framtíðini fara vit ikki bara at noyðast við at biða fólk taka tónleikin av netinum, tey fáa eitt endurgjaldskrav so skjótt vit finna tónleik á heimasíðuni, sigur hann.

? MP3-tónleikur er vorðin ein so stórur trupulleiki hjá okkum, at vit verða noydd at gera alt fyri at minka um útbreiðsluna. Heilt steðga ólógliga tónleikinum fáa vit neyvan. Men fólk skulu vita, at tað er líka ólógligt at downloada ein sang niður av internetinum, sum tað er at fara í ein fløguhandil og stjala eina fløgu, sigur Jakob La Cour.


MP3-spælari ger

støðuna verri

Stutt fyri jól kom ein nýggjur MP3-spælari á danska marknaðin. Hetta er tann fyrsti MP3-spælarin, sum kann brúkast uttanfyri eina teldu, tað vil siga tú kanst hava hann í hondini, sum ein walkman, og tað hevur volt enn størri høvuðbrýggj hjá teimum, sum stríðast ímóti ólógligum tónleiki.

Diamond Rio MP3 spælarin er á stødd við ein sigarettpakka, vigar 70 gram, og tað kann leggjast ein tími av digitalum tónleiki, næstan í fløgugóðsku, inn á hann. Mótvegis bæði fløguspælarum og minidiscspælarum, so ávirkast MP3-spælarin ikki av rørslum.

Tað er Gandalf Data, sum hevur umboðið upp á Rio-spælaran í Danmark, og teir ætla, at MP3-pælaran at verða avloysaran hjá walkmanninum. Men skal tað gerast veruleiki krevst ein lógarbroyting. Tað er nevniliga ólógligt at kopiera tónleik digitalt, sjálvt um tað er til egið brúk, og tað verða fólk noydd at gera, um tey skulu hava gleði av MP3-spælaranum hjá Diamond. Tónleikurin má flytast yvir á spælaran.

Orsøkin til, at tað ikki er loyvt at kopiera tónleik digitalt er, at mótvegis kassettubondum og videobondum hevur digitaltkopieraða eintak somu góðsku sum upprunaeintakið. Eingin góðska fer til spillis, tá kopierað verður digitalt.

? Vit eru ikki bangnir fyri misbrúki av okkara MP3-spælara, og vit fara sanniliga ikki at mæla fólki til at brúka hann ólógligt, sigur Jesper Pedersen, sum er sølustjóri hjá Gandalf Data.

Plátufeløgini royndu at steðga Rio MP3-spælaranum, áðrenn hann kom á marknaðin, men tað eydnaðist ikki, tí í prinsippinum kann spælarin nýtast lógliga, og so loyvdi rætturin, sum viðgjørdi málið, spælaranum at koma á marknaðin. Men at MP3-spælarin verður nýttur til ólógligan tónleik ivast eingin í.

? Í løtuni hava vit samráðingar við plátufeløgini fyri at finna út av, um vit kunnu gera felags vegleiðing fyri, hvussu spælaran skal brúkast, sigur Jesper Pedersen.

Í Svøríki og Týskland er tað loyvt at leggja tónleik á MP3-spælaran, og tað er helst hetta, sum Galdalf Data miðjar eftir at fáa gjørt loyvligt í Danmark eisini. Diamond Data, sum framleiðir spælaran, stuðlar eisini arbeiðnum hjá plátufeløgunum og IBM, sum royna at loysa trupulleikan við ólógliga tónleikinum.


Bara brúktur ólógliga

Ein av eigarunum av einum Rio MP3-spælara, sum Sosialurin hevur tosað við, váttar, at í hansara førði verður MP3-spælarin bara nýttur ólógliga.

? Eg brúki MP3-spælaran til at spæla tónleik, sum eg havi fingið av internetinum, og sum eg kann kopiera av fløgum, gjøgnum telduna, og inn á spælaran, sigur ungi maðurin, sum ikki vil hava navn sítt fram í blaðnum.

? MP3 er ein bíligur máti at skaffa nýggjan tónleik, og tað gevur mær møguleika at hoyra meira fjølbroyttan tónleik, enn um eg skuldi keypt allan tónleikin á fløgu úr einum fløguhandli.

Aðrir internetbrúkarar, sum Sosialurin hevur tosað við, brúka eisini tíð og orku til at taka MP3-sangir niður av internetinum. Og fløgur við MP3-tónleiki eru eisini í umfari millum teldueigarar. Hesar fløgur, har umleið 200 sangir rúmast, kunnu setast í telduna, og so er lag á manni at leggja ólógliga tónleikin inn á telduna og haðani spæla hann.

? Eg plagi at downloada tónleik, sum eg ikki kenni. Tað er ein ókeypis máti at fáa kunnleika til nýggjar bólkar í útlandinum. Men eg havi eisini kendar bólkar og sangir liggjandi á telduni hjá mær, sigur ein av MP3-brúkarunum.

? Eg haldi ikki, at mítt brúk av MP3-tónleiki hevur fingið meg at keypa færri fløgur. Í hvussu so er ikki enn, leggur hann afturat.


Føroyskar heimasíður

eisini við

Tað eru ikki bara útlendskar heimasíður, sum ólógliga innihalda ella vísa til MP3-tónleik. Nógvar av teimum føroysku heimasíðunum hjá privatum fólki hava eisini leinkjur til MP3-tónleik á netinum.

Og Sosialurin hevur eisini verið inni á eini føroyskari heimasíðu, har um 20 kendir føroyskir sangir liggja til ein og hvønn kann taka teir inn á telduna hjá sær. Har eru sangir hjá millum annað Frændum, Blátt, Plúmm, Jóannes Jakobsen, Lenu Andersen og úr Pipar og Salt.

Sambært einum teljara á heimasíðuni hava yvir 4000 hits verið á síðuni við føroyska MP3 tónleikinum seinasta árið.

Okkum vitandi er hetta tann fyrsta føroyska heimasíðan av hesum slagi, men við menningini aðrastaðni í huga er tað ikki óhugsandi at ímynda sær nógv størri útbreiðslu av føroyskum MP3-tónleiki um bara nakrar fáar mánaðir.

? Enn hava vit ikki merkt til afturgongd í fløgusøluni, hvørki sum fløguhandil ella sum útgávufelag, men eg kann lættliga ímynda mær, at MP3 framyvir kann fara at skapa trupulleikar hjá okkum eisini, sigur Høgni Zachariasen, leiðari av tónleikadeildini í 3?aranum.

3?arin, sum heldur til í SMS í Havn, er størsti fløguhandilin og útgávufelagið í Føroyum.

? Føroyingar standa einki aftanfyri onnur fólkasløg, tá tað kemur til internetið, og tí fer tað í framtíðini helst at koma meira av ólógligum føroyskum tónleiki á internetið.

Í løtuni er 3?arin bara áskoðari til gongdina, men teir halda vakið eygað við gongdini og eru klárir at sláa til, um tað skal verða.

? Tað loysir seg ikki at gera nakað við trupulleikan nú, tá hann er so lítil, tí tað hevði kostað okkum meira pengar at fyribyrgja, enn tað kostar við at lata standa til, sigur Høgni Zachariasen.

? Men vit vita eisini, at hetta er ein risatrupulleiki hjá plátufeløgum aðrastaðni, og tí fara vit eisini at brúka pengar upp á at fyribrygja nýtsluni av ólógligum føroyskum tónleiki, um vit meta tað verða neyðugt, slær hann fast.


Plátufeløgini selja á netinum

Samstundis sum plátufeløgini royna at finna nýggjan teknik, sum kann steðga ólógligu kopieringini av tónleiki, royna teir eisini at menna nýggjan søluhátt, sum kann lúka krøvini, sum internetbrúkarar seta.

Lógliga sølan av fløgum á internetinum hevur seinnu árini vundið nógv upp á seg, og næsta stigið á leiðini verður helst, at plátufeløgini fara at selja tónleik beinleiðis. á netinum. Tað vil siga, at tú taka tónleikin, sum tú keypir, niður av netinum, eftir at tú hevur goldið hann.

Í løtuni er eisini hetta ólógligt, tí sjálvt um rættindahavarin hevur givið loyvi til tað, so er tað ikki loyvt at kopiera tónleik digitalt.

Men um plátufeløgini veruliga ætla sær at selja tónleik beinleiðis á internetinum, so kunnu teir ivaleyst ávirka lóggevararnar til at broyta lógina. Plátufeløgini eiga nevniliga makt og pengar.

Í løtuni eru internetbrúkararnir ? gjøgnum nýtsluna av ólógligum tónleiki ? við at leggja fót fyri teimum stóru plátufeløgunum og tónleikarunum.