vit hava fingið at vita, kosta eina hálva millión um árið. Formaðurin í Magistarafelagnum leggur dent á, at tað einasta, sum Magistarafelagið hevur biðið um, er, at djórlæknarnir, sum skulu ganga í vakt í [...] heilt burturvið, tí vit biðja bara um tað sama. Men tað einasta, sum higartil líkist einum tilboði frá Fíggjarmálaráðnum til okkum, er, at landið kann betala 10.000 krónur um mánaðin fyri eina slíka skipan [...] biðið um tað, so tað má vera landsstýrið, sum spælir út. Sjálvir vilja djóralæknarnir nokk helst hava sína frítíð. - Men verða vit boðsendir, eru vit altíð til reiðar at koma til samráðingar um spurningin
sosialt Seyðamenninir skipa fyri rakstrinum og aftrat teimum, sum eiga seyðin, verður fólk biðið um at koma á fjall. Vanliga eiga bøndur nakrar mans á fjalli, og tí er ofta neyðugt at biðja fólk. Tað er stuttligt [...] hangandi krovum. Er nógv fletting dag um dag, er neyðugt, at menn koma eftir krovunum stundisliga dagin eftir fletting. - Hava vit einar 70-80 seyðir til fletting um morgunin, kunnu krovini heintast longu [...] ikki sørt, at okkurt glepsið fellir yvir onkran, tá ið seyður slapp. Viðhvørt er neyðugt at manna seg um hagapartin av nýggjum, tí ov nógvur seyður gekk eftir. Øll veðurlombini mugu fáast í rætt, tí annars
Landsstýrissins, um at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð. Hendan kenslan er ikki ókend fyri okkum í Miðflokkinum, longu undir valstríðnum til seinasta løgtingsval tosaðu vit saman um støðu floksins til [...] flokkurin í dag hevur, fara vit at forða fyri at ein einasti føroyingur verður sleptur upp á fjall, tá og um fullveldið verður. Men sami leiklutur verður okkara í tí dagliga meldrinum, har tey veiku tykjast [...] , fullveldi, tað veit eingin í dag - tó at mangir látast sum um. Hvørki mótstøðumenn ella viðhaldsfólk av fullveldi vita tað allarminsta um hvussu sáttmálin, sum vit skulu taka støðu til, kemur at síggja
Landsstýrissins, um at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð. Hendan kenslan er ikki ókend fyri okkum í Miðflokkinum, longu undir valstríðnum til seinasta løgtingsval tosaðu vit saman um støðu floksins til [...] flokkurin í dag hevur, fara vit at forða fyri at ein einasti føroyingur verður sleptur upp á fjall, tá og um fullveldið verður. Men sami leiklutur verður okkara í tí dagliga meldrinum, har tey veiku tykjast [...] , fullveldi, tað veit eingin í dag - tó at mangir látast sum um. Hvørki mótstøðumenn ella viðhaldsfólk av fullveldi vita tað allarminsta um hvussu sáttmálin, sum vit skulu taka støðu til, kemur at síggja
og sum frá líður regn av útsynningi og hitin um 8 stig. Um kvøldið verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan. Samdrigið og regn [...] kavaælið, men eisini onkrir sólglottar. Hitin úr frostmarkinum upp í trý hitastig. Um kvøldið minkar hann vindin og um náttina veðrur lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt [...] 15 m/s. Skýggjað og yvirhøvur regn. Um náttina snarar hann í ein vestan og útnyrðing og øtlar eitt bil upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um kvøldið klárar hann í, tó okkurt æli
møguleika at siga sína hugsan um fullveldið. Anfinn Kallsberg heldur, at tað føroyingar og grønlendingar kunnu ikki samstarva um fullveldið. ? Tað er eitt afturstig fyri føroyingar, um vit skulu arbeiða saman [...] hava víst, hvat føroyingar halda um meg sum politikara, og eg eri sera takksamur fyri tann stuðul, sum eg havi fingið. Flokkurin hevur staðið væl saman, og tað tykist, sum um fleiri onnur valevni hava rikið [...] Tað kann verða trupult at hoyra á honum, um hann er í góðum lag ella í ringum lag. Róligi klaksvíkingurin á Viðareiði er sum politikari seigligur, umhugsin og eitt sindur varin. Hann leypur ikki fram av
álvara. Meginpartin av einum ári fylgdust vit út um morgunin og inn aftur til lands um kvøldið. Og nakrir túrar, tá eg hevði hug at venda inn aftur, fekk eg boð um at verða verandi úti fyri at »trykkprøva« bátin; [...] ikki fekk longri tíð at læra meira um hann og av honum. Tey síðstu nógvu árini av lívi sínum var Sverri ein partur av einum bólki av fólki, sum vit ikki hoyra so nógv um í tí dagliga, men sum kanska er støðið [...] sigldi úti í fjórðings øld. Væl lærdur sum hann var, dámdi honum væl at práta um alt millum himmal og hørð; har í millum um politikk, fíggjarviðurskifti og alt, sum hevur við útróður at gera. Eg kom at
Oyrabakka og greiddi eg frá, hvønn veg tey skuldu koyra: Fyrst um brúnna, suðureftir um nesið, so norðureftur til rundkoyringina og har fara longur norður til Vestmanna. NEI! Har høvdu tey verið, og har vísti onki [...] bilar verða leiddir frá Norrønu og út um landið, veit eg ikki. Vónandi ikki líka ússaliga. Men nógv skal ikki til fyri at bøta um skeltini. Hvør tað so er, ið bøtir. Um tað ikki verður gjørt, eigur hvørt [...] verið í Føroyum, tosaði um, at hesa ferð skuldi hann ein biltúr til Suðuroyar. Dagarnir ganga. So ein dagin spyr hann, hvussu hann kemur til Sandoyar. Hann fær eina frágreiðing um, hvar Gamlarætt er og fer
uppliva tað. Tit hava gingið upp í tað við lív og sál. Sera stolt bæði og eru nógvir túrar gjørdir norður um fjørð, at vitja tykkara børn og barnabørn og er tað ein stórur uggi nú hjá tær góða systir. Vit [...] hevur lukkutíð fingið tey evni í vøggugávu, at verða jørðbundin og hava bæði bein á jørðini. Tú hevur um nakar følt sviðan av lívinum, sum ikki altið gekk eftir vild og eisini nú tú skuldi uppliva hetta, [...] tær góða systir, Jørn og Jan við familju. Við hesum fátæku orðum vil eg hervið lýsa frið yvir minnið um mín góða svág og vin Gunnar Poulsen í Myllugarðinum. Martin við familju
hann kom norður til okkara í Fuglafirði sum seljandi heilsølumaður og prædiku-maður, væl hýrdur, blíður og hittinorðaður. Løturnar í heimi hansara í Havn saman við konu hansara Judith og døtrunum - og [...] Minnið um Osvald bróður, hirðan fyri Guds fólki og evangeliumsboðaran, sum setti góð spor eftir seg allar vegir, veri ærað. Vit eru mong, sum takka Harranum fyri tænara Hansara og biðja Harran um at styrkja [...] gamal. Tað umbroytti lív hansara fullkomiliga, og hann gjørdist eitt livandi vitni fyri Harran og um frelsandi náði Hansara frá fyrsta degi. Osvald varð doyptur á hvítusunnu í 1943 í Ósanum inni í Trongisvági