Tað kann verða trupult at hoyra á honum, um hann er í góðum lag ella í ringum lag.
Róligi klaksvíkingurin á Viðareiði er sum politikari seigligur, umhugsin og eitt sindur varin.
Hann leypur ikki fram av og tosar sjáldan við stórum orðum alment.
Men týskvøldið fekk Anfinn Kallsberg ikki fjalt gleðina yvir óføra valið, sum hann hevði. Hann fekk 3276 atkvøður.
Tað skein ígjøgnum, at hann var ovfarin og ovurfegin um stóru undirtøkuna, sum hann hevði fingið frá veljarunum.
? Tað kom púra óvart á meg, at eg skuldi fáa so nógvar atkvøður. Eg hevði roknað við, at tað fór at vera tætt ímillum meg og Óla Breckmann, og tí hevði eg als ikki væntað hetta úrslitið, sigur Anfinn Kallsberg, sum mikumorgunin leitaði sær norður aftur til Viðareiðis, og mikukvøldið beyð hann fólki inn á Hotel Norð, har valsigurin skuldi feiðrast.
? Eg merkti tó eitt sterkt rák í Klaksvík týsdagin, men at tað skuldi gerast til so nógvar atkvøður kring alt landið, hevði ikki væntað.
Vrakaður men styrktur
Anfinn Kallsberg var løgmaður hjá fullveldissamgonguni frá 1998 og fram til í fjør, tá ið samstarvið við Tjóðveldisflokkin slitnaði, eftir at bókin »Skjót journalistin« var komin út.
Eftir løgtingsvalið í fjør vildi Tjóðveldisflokkurin ikki hoyra talan um, at Anfinn Kallsberg skuldi verða løgmaður aftur, og hesa støðu hevði eisini onkur annar flokkur.
Men hóast fleiri politiskir flokkar ikki vildu hava Anfinn Kallsberg sum løgmann, so hava tvey tey seinastu valini víst, at fyrrverandi løgmaðurin stendur sterkari enn nakrantíð áður í føroyskum politikki.
Til løgtingsvalið í fjør hevði hann stóra framgongd í Norðoyggjum og fekk fleiri atkvøður, enn nakað valevni áður hevði fingið. Og til fólkatingsvalið týskvøldið høvdu føroyingar kring alt landið fyri fyrstu ferð aftur møguleikan at siga sína hugsan um Anfinn Kallsberg, og hann fekk eina dygga álitisváttan frá veljarunum og gjørdist toppskorari.
? Tjóðveldisflokkurin vildi ikki arbeiða saman við mær, men eg haldi, at tvey tey seinastu valini hava víst, hvat føroyingar halda um meg sum politikara, og eg eri sera takksamur fyri tann stuðul, sum eg havi fingið. Flokkurin hevur staðið væl saman, og tað tykist, sum um fleiri onnur valevni hava rikið fyri meg, sigur Anfinn Kallsberg.
Einki fullveldi í fólkatinginum
Anfinn Kallsberg ætlar sær ikki at fara upp í Norðuratlantsbólkin í fólkatinginum, sum er eitt samstarv millum Høgna Hoyda og tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini.
? Eg ætli mær ikki at fara við í eitt samstarv, sum hevur eitt endamál, og tað er, at fullveldismálið skal viðgerast á danatingi. Fullveldismálið skal viðgerast í Føroyum, og eg ætli mær heldur at arbeiða fyri teimum málum, sum landsstýrið hevur sett sær fyri, sigur Anfinn Kallsberg.
? Tað er umráðandi, at vit fáa gjørt eina yvirtøkulóg, so vit í Føroyum einsamøll gera av, hvussu ferðin á yvirtøkunum skal vera. Til seinast skal fólkið sjálvandi fáa møguleika at siga sína hugsan um fullveldið.
Anfinn Kallsberg heldur, at tað føroyingar og grønlendingar kunnu ikki samstarva um fullveldið.
? Tað er eitt afturstig fyri føroyingar, um vit skulu arbeiða saman við grønlendingum um fullveldið. Grønland er ikki á bylgjulongd við Føroyar í hesum máli, og tí kann gongdin hjá okkum og teimum ikki blandast saman, heldur Anfinn Kallsberg.