Magnus Sverri Ellindur Larsen

in Memoriam. føddur 16. august 193, deyður 3. mars 2004

Eitt ár er farið síðani eg, staddur á Norðhavinum, fekk boðini, at góði vinur mín Sverri var farin úr hesum heimi.

Tíðin vit kendust var stutt, nógv ov stutt, og tað er harmiligt, at eg ikki fekk longri tíð at læra meira um hann og av honum. Tey síðstu nógvu árini av lívi sínum var Sverri ein partur av einum bólki av fólki, sum vit ikki hoyra so nógv um í tí dagliga, men sum kanska er støðið undir føroyska samfelagnum, útróðrarmenninir. Sverri var, sum allir útróðrarmenn, ein Riddari av sjónum runt oyggjarnar. Ein maður, ein bátur, Atlantshavið sum arbeiðspláss og Guð sum arbeiðsgevari. Honum dámdi sjaskut veður og at taka nógvan fisk til lands; við eygum møddum av sjóroki hevði hann mangan hugt beinleiðis í Guðs eygu fyri at fáa eitt tekin, eina leiðbeining.

Sverri var úr tí besta tilfari, harður uttan á og mjúkur innaní. Uppvaksin og uppaldur í eini farnari tíð, upp á »gamla« máta, undir teimum treytum, at »tú grætur ikki, tú flennur ikki«. Lítillátin. Hansara ónøgd og atfinningarsemi varð sagt við einum »gott er« og gleðin kom til sjóndar við einum lítlum smíli.

Sverri var lærdur skipsførari og sigldi úti í fjórðings øld. Væl lærdur sum hann var, dámdi honum væl at práta um alt millum himmal og hørð; har í millum um politikk, fíggjarviðurskifti og alt, sum hevur við útróður at gera.

Eg kom at kenna Sverra tvey ár áðrenn hann var tikin frá okkum. Av tí at bátur mín var í gerð, bað hann meg koma at rógva út við sær. Mangan høvdu vit góðar túrar og nógv góð ting havi eg lært av honum ta tíðina, vit róðu út saman. Tá ið bátur mín var liðugur, róðu vit út saman hvør við sínum báti, og nú byrjaði lærutíðin av álvara. Meginpartin av einum ári fylgdust vit út um morgunin og inn aftur til lands um kvøldið. Og nakrir túrar, tá eg hevði hug at venda inn aftur, fekk eg boð um at verða verandi úti fyri at »trykkprøva« bátin; hevði eg hug at mótmæla, fekk eg ta vælkendu viðmerkingina »gott er, Doru«. Eg hugsi, at tað var ikki báturin, sum skuldi »trykkprøvast«, men heldur maðurin. Hetta er dømi um hansara hátt at læra meg, hvat starvið sum útróðrarmaður inniber.
Í januar 2004 hittust vit á bátabrunni í Vágsbotni, bátarnir vóru klárir til várróðurin, og eg fortaldi, hvussu spentur eg var at fara saman norður. Hann svaraði »vit mugu síggja, tað er ikki heilt vist«. Sverri visti kanska hvønn veg tað bar. Hesi orð runnu seinni fram fyri meg, tá eg fekk tey tungu boð, at hann var farin.
Aftur er várróður og eg sigli til lands, høgætt er og Flógvarnir eru ikki blíðir. Uttan at hugsa um tað, snúgvi eg mær á at síggja, um mín verndareingil er har. Nei, Sverri kemur ikki buldrandi aftan á mær við Monicu, tað er bara sólin, ið setur á Norðhavi. Men eg veit og kenni, at Sverri er har, allastaðni og ongastaðni, og eg síggi fyri mær hansara lítllætna smíl og hoyri orðini »gott er, Doru«.

Vinur tín Doru á T.