Kalt um vikuskiftið

Tað verður heilt niður í fimm kuldastig um vikuskiftið, men í komandi viku verður lýggjari aftur.

Køld luft streymar áhaldandi yvir Føroyar av norðri, sum frá sunnudegnum streymar lýggjari luft yyvir Føroyar av vestri. Mánadagin fer eitt dúpt lágtrýst norður gjøgnum Grønlandsfjørðin og tilhoyrandi brúgvaløg koma inn yvir Føroyar við regni og vindi.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Okkurt regn-, vátaslettings- ella kavaælið, men eisini sólglottar og hitin millum 1 og 5 stig. Um kvøldið og náttina verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein norðan. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl og hitin úr frostmarkinum niður í trý kuldastig.

 

Fríggjadagin øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Okkurt vátaslettings- ella kavaælið, men eisini onkrir sólglottar. Hitin úr frostmarkinum upp í trý hitastig. Um kvøldið minkar hann vindin og um náttina veðrur lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum tvey hitastig og fimm kuldastig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og norðan og ætlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi. Yvirhøvur kava- ella vátaslettingsæl og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og útsynning og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Turt og sum frá líður sólglottar, og hitin millum 4 og 8 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein vestan og minkar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 il 10 m/s, sum snarar í ein útsynning og ætlar upp í andøvsgul up í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av útsynningi og hitin um 8 stig. Um kvøldið verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan. Samdrigið og regn av vestri, men út á náttina klárar í, tó verður okkurt æli. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og yvirhøvur regn. Um náttina snarar hann í ein vestan og útnyrðing og øtlar eitt bil upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um kvøldið klárar hann í, tó okkurt æli. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.