Fletting
Hetta er tíðin, tá ið fjøllini verða gingin. Hagaseyðir og heimaseyður skal takast, flettast og fáast upp at hanga í hjallinum.
Hetta er ein strævin, men hugnalig tíð hjá bøndrum, seyðamonnum og fjallfólki.
Ymiskt er, hvussu veðrið háttar sær hesa tíðina av árinum, og ein treyt fyri fjallgongu í brattlendi er, at tað er turt í veðrinum.
Eisini sosialt
Seyðamenninir skipa fyri rakstrinum og aftrat teimum, sum eiga seyðin, verður fólk biðið um at koma á fjall. Vanliga eiga bøndur nakrar mans á fjalli, og tí er ofta neyðugt at biðja fólk.
Tað er stuttligt at vera á fjalli ein góðan dag, og tað skerst ikki burtur, at hetta sosialt er gevandi, bæði fyri yngri og eldri.
Nógv verður prátað, og tað er ikki sørt, at okkurt glepsið fellir yvir onkran, tá ið seyður slapp. Viðhvørt er neyðugt at manna seg um hagapartin av nýggjum, tí ov nógvur seyður gekk eftir. Øll veðurlombini mugu fáast í rætt, tí annars kann væntast, at lombini koma ov tíðliga, tá ið tað fer at vára.
Tá ið dagur er lokin, er alt, sum sagt varð - í møði og kanska í óumhugsni gloymt.
Fletta ein hóp
Tá ið seyðurin er komin í hús, stendur flettingin fyri.
Í nøkur ár fletti táverandi MBM-Kjøt fyri bøndur og privatfólk, men síðan virksemið varð selt, hevur eingin fletting verið í Hósvík.
Ein teirra, sum var við í flettingini í Hósvík, var Alberg Gaardlykke á Nesi, ið eisini hevur lært til slaktara á virkinum har.
Sama ár, sum tey í Hósvík flettu seinastu seyðirnar á MBM-Kjøti, byrjaði Alberg at fletta á Toftum. Hann leigaði seg inn í Turkihúsið í Oyrunum og riggaði seg væl til við góðum útbúnaði og dugnaligum flettingarfólki.
- Fyrsta heystið flettu vit 500 seyðir, og síðan er talið vaksið ár um ár, soleiðis at vit í fjør heyst flettu 1400 seyðir.
Aftrat sær hevur Alberg einar 4-5 mans, sum eftirhondini eru vorðnir royndir í leikum.
Byrja í dag
- Nú hava vit aftur riggað okkum til og gjørt hølini klár til flettingina, og vit vænta, at fyrsti flettingardagur í ár verður í dag.
Slaktarin sigur seg vænta, at talið í heyst fer at seta met.
- Eg vænti, at vit fara at fletta einar 1600 seyðir í heyst, og fyribils sigur skráin, at seinasti flettingardagur verður 21. oktober.
Serliga í heystfrítíðini væntar hann, at nógv verður at gera.
AG-Kjøt flettir bæði fyri bøndur og privatfólk.
- Vit kunnu fletta einar 170-200 seyðir um dagin, so orkan er rættiliga stór, og tað gongur skjótt fyri seg. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki eisini kunnu fletta ein, tveir ella tríggjar seyðir fyri privatfólk.
Hann sigur, at hava teir nógvan seyð niðurfyri ein dag, kunnu fólk, sum ikki hava so nógvan seyð at fletta, koma fram við og fáa seyðin flettan beinanvegin.
- Koma fólk framvið við 5, 10 ella 15 seyðum, bjóða vit teimum ein kaffimunn, meðan tey bíða. Tá kunnu tey, um tey vilja, fáa krovin heimaftur við sær, sigur Alberg.
Heinta seyðin
AG-Kjøt koyrir út til bøndurnar og heintar seyðin, og pláss er fyri umleið 60 seyðum í lastbilinum í senn. Beint við sláturhølini hevur felagið pláss fyri 150-160 seyðum, sum standa inni og bíða eftir slakti. Pláss er somuleiðis fyri eini 140 hangandi krovum. Er nógv fletting dag um dag, er neyðugt, at menn koma eftir krovunum stundisliga dagin eftir fletting.
- Hava vit einar 70-80 seyðir til fletting um morgunin, kunnu krovini heintast longu beint eftir døgurða sama dag.
Alberg Gaardlykke sigur, at teir, sum koma við nógvum seyði, eisini kunnu heinta krovini gjøgnum dagin, so hvørt sum flett verður.
- Soleiðis er vanligt, at bøndur, sum hava ein innilokaðan vøruvogn, kunnu taka eini 30 krov heim við sær í senn, sigur hann.
Íliðin seyðaskinn
Í nøkur ár hevur AG-Kjøt eisini keypt "fesk" seyðaskinn, sum felagið hevur saltað og selt, men hetta fer felagið ikki at gera í heyst.
Í staðin fer AG-Kjøt seinni í heyst at keypa íliðin seyðaskinn, sum eru saltaði og viðfarin eftir forskriftunum.
- Vit fara at bjóða 14 krónur fyri skinnið, og ætlandi fara vit at taka ímóti síðstu viku í november ella fyrstu viku í desember.
Alberg Gaardlykke vísir á, at MBM seinastu árini hevur keypt íliðin seyðaskinn, men felagið hevur boðað frá, at tey ikki ætla sær at keypa í heyst.
- Eg havi fingið ein keypara í Póllandi, og eg ætli mær at royna hetta í heyst, sigur slaktarin.
Sker neyt
Men fletting er ikki einasta virksemi, sum slaktarin á Nesi hevur av sínum slagi.
Í nøkur ár hevur hann eisini skorið neytafjórðingar sundur og pakkað fyri bøndur, og higartil í ár hevur hann soleiðis skorið og pakkað ikki færri enn 185 neyt ella 740 fjórðingar.
Aftrat sær til hjálpar við neytunum hevur Alberg Gaardlykke ein mann og tvær ungar gentur, sum taka sær av pakkingini.