8-6 móti Føroyum í styrkilandsdystinum, sum bjóðaði upp á avboð vegna sjuku, og ein svímandi føroya sterkasta mann, Bjarna Nielsen. Í morgun gjørdist greitt, at Mikkel Leicht, sterkasti maður í Danmark [...] Danmark, varð so sjúkur, at hann ikki kundi luttaka í styrkilandsdystinum í dag. Av tí sama kundi styrkilandsdysturin, sum skuldi verða ein parkapping, broytast til ein móti einum. Her valdi Jákup Súni Berg at [...] at trekkja seg, so tað bleiv Bjarni Nielsen móti Nicolai Hansen. Longu í grein tvey var dramatikkur, tá Bjarni Nielsen í “Conan Wheel” greinini misti vitið, tí hann ikki fekk luft. - Hetta er tyngsta kappingin
uppboðssølu. Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, í samrøðu við Sosialin, ið verður borin út til øll húskir í Føroyum. Tað var Hanus Hansen, ið keypti øll 1200 tonsini í Barentshavinum, ið vóru seld á fyrstu up [...] at keypa veiðirættindini, tí felagið hevði fingið tillutað 1400 tons minni kvotu í Barentshavinum í ár samanborið við í fjør. Tí varð neyðugt at keypa kvotuna aftur fyri at halda avtalur við keyparar og [...] heldur lítið um at muga gjalda fyri kvotuna. - Sjálvur haldi eg, at hetta gjørdist ríkiliga dýrt, men í hesum føri er tað ikki so avgerandi. Vit hava avtalur, sum skulu haldast og vit royna at tryggja manningunum
Tiltakið verður í dag klokkan 16, og umframt at liðið í ár takkar fyri seg, so verða umboð fyri Krabbameinsfelagið, Team Rynkeby fonden og ikki minst liðið sum skal avstað komandi ár eisini við. Í 2015 fara [...] Í dag klokkan fýra verður ein samkoma í Fabrikkini hjá Öström, har Team Rynkeby Føroyar liðið 2014 takkar fyri seg, og handar Krabbameinsfelagnum peningin, sum varð savnaður inn síðsta árið. 35 fólk og [...] hava síðan september mánað í fjør savnað pening inn til børn við krabba. Flestu pengarnir koma frá sponsorum, men eisini frá tiltøkum so sum Gallakvøldinum á Hotel Føroyum, umframt at fleiri kommunur
Kappingin er fyri 5. til 10. flokkarnar í Føroyum. Í fjør var tað 8.a í Eysturskúlanum, sum vann, og tískil gjørdist Eysturskúlin ársins roykfríi skúli. Málið er at fáa flokkar frá 5. til 10. flokk at [...] at halda sigarettunum burtur í ein mánað. Kappingin byrjar týsdagin 9. september og endar hósdagin 9. oktober. Við kappingarbyrjan verður hugt at, hvussu nógvir næmingar í flokkinum hava roykt seinastu [...] byrja at roykja, meðan kappingin er. Allir flokkar, har ið eingin næmingur hevur roykt í kappingartíðini, eru við í lutakastinum um at vinna ógloymandi dagin. Fólkaheilsuráðið fer at veita skúlunum ymiskt
Andrias. Í teirra stað komu Eirikur Skála og Katrin Jørgensen, og saman við Anniku leiða tey framveis Orkestrið Ælabogan. Í sambandi við føðingardagin fer Ælabogin at hava eina føðingardagsskonsert í Perluni [...] avbjóðingar. Tey hava vant dúgliga øll árini í Skansastovu, og væl má sigast at verða komið burturúr. Fýra ferðir hava tey umboðað Føroyar á Musikstevnu í Noregi. Har hava tey spælt saman við norskum orkestrum [...] orkestrum, har spælararnir eisini hava menningartarn. Hvørt ár verður roynt at kring um í Føroyum at hava konsertir, men annars spæla tey til ymisk høvi, tá tey verða biðin. Men árliga Hornorkesturstevnan
Klakkur, sum brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík, skiftast um at føra, hevur gjørt fleiri góðar túrar í heyst. Í gjár kom skipið undan Føroyum við 170.000 pundum, harav umleið 130.000 pund var [...] longutúrinum var eisini góður. Tá vóru vit í Íslandi og komu heim við smekkfullum skipi, umleið 218.000 pundum, sigur skiparin, sum letur væl at fiskiskapinum í ár. Líggjas Johannesen harmast tó um, at toskurin [...] úr Noregi er ein orsøkin til lága toskaprísin. Klakkur hevur verið seks túrar undir Íslandi í ár og tveir í Eysturgrønlandi.
Fyrr í dag var lutakast til sokallaður “play-off” dystirnar, sum skal avgera hvør av 2’arunum í bólkaspælinum í Evropa sleppur til HM endaspælið í Brasil. Her gjørdist greitt, at Svøríki skal spæla tveir [...] og Svøríki eru á 25. plássi. Portugal bleiv nummar tvey í sínum undankappingarbólki aftanfyri Russland. Svøríki, sum var í bólki saman við Føroyum, endaði átta stig aftanfyri Týsklandi. HM endaspælið verður [...] verður ikki pláss fyri bæði Zlatan Ibrahimovic og Cristiano Ronaldo. Teir eru hvør í sínum lag millum teir bestu spælararnar í heiminum. Cristiano Ronaldo verður mettur sum tann besti saman við Lionel Messi
Hákun Djurhuus. Les nógv meiri í Sosialinum hetta vikuskiftið. Í blaðnum ber eisini til at lesa um, at næsta stóra stigið hjá SEV verður at menna sjóvarfalsorku í Føroyum. [...] prísurin á streymi fer at lækka. Tað ger Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, greitt í Sosialinum hetta vikuskifti. Streymurin frá nýggju vindmyllulundini í Húshaga kostar bara ein triðing at gera av tí, streymurin [...] , og harvið standa vit sterkari skuldi oljan dýrka, sigur Hákun Djurhuus. - Vit vita í hvussu er, at oljuprísurin í longdini bara gongur ein veg, og tað er uppeftir. Við grønu orkuni fáa vit ein munandi
Limalondini í ES hava í dag samtykt uppskotið hjá ES-kommissiónini um at boykotta Føroyar. Handilsforðingarnar hava við sær, at føroysk skip ikki kunnu landa sild og makrel í ES-havnum. Heldur ikki sleppa [...] frammi, at tiltøkini verða sett í gildi tann 8. august. Men sambært fráboðan hjá matvøruráðnum, er dagurin ikki ásettur enn. Sum limir í ES skal Danmark seta tiltøkini í verk, verður sagt úr matvøruráðnum [...] sum ES fer at seta í verk, tí samráðingarnloysnin ikki er roynd til fulnar. - Fra danskari síðu hava vit, síðan tað bleiv kent at ES hótti við tiltøkum, arbeitt nógv saman við Føroyum fyri at fáa gongd
Danmark í Liseberghøllini í Gøteborg, so taptu teir seinna hálvleik stórt. Longu í øðrum minutti av seinna hálvleiki hevði Danmark javnað, og síðani gjørdist munurin bara størri og størri. Eina løtu í seinna [...] aftur, og dysturin endaði við einum 17-10 sigri til Danmark. Danirnir høvdu munin í spælinum men sanniliga eisini í hæddini, tí sum onkur av føroysku áskoðarunum skemtandi tók til, so var tann hægsti [...] seinnapartin móti Finnlandi, og tann dysturin verður avgerandi fyri, hvussu tað fer at gangast hjá Føroyum í kappingini. Málskjúttar fyri Føroyar: Allan Norðberg 2, Hanus Christophersen 2, Eirikur J. Simonsen