- Eg havi tí fleiri ferðir sagt, at vit fóru at gera alt fyri at fáa hesi tonsini aftur, sjálvt um rættindini skuldu keypast á uppboðssølu.
Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, í samrøðu við Sosialin, ið verður borin út til øll húskir í Føroyum. Tað var Hanus Hansen, ið keypti øll 1200 tonsini í Barentshavinum, ið vóru seld á fyrstu uppboðssøluni á hesum sinni.
Reiðarin vísir á, at teir føldu seg noyddar at keypa veiðirættindini, tí felagið hevði fingið tillutað 1400 tons minni kvotu í Barentshavinum í ár samanborið við í fjør. Tí varð neyðugt at keypa kvotuna aftur fyri at halda avtalur við keyparar og manning.
Hann dylur heldur ikki fyri, at hann heldur lítið um at muga gjalda fyri kvotuna.
- Sjálvur haldi eg, at hetta gjørdist ríkiliga dýrt, men í hesum føri er tað ikki so avgerandi. Vit hava avtalur, sum skulu haldast og vit royna at tryggja manningunum inntøkur. At vit so kanska ikki vinna pening uppá júst hesi tonsini, gerst ikki við, sigur Hanus Hansen við Sosialin.
Les alla samrøðuna við Hanus Hansen í Sosialinum.