Mette Gjerskov vónbrotin av ES

Limalondini í ES hava í dag samtykt uppskotið hjá ES-kommissiónini um at boykotta Føroyar.

Handilsforðingarnar hava við sær, at føroysk skip ikki kunnu landa sild og makrel í ES-havnum. Heldur ikki sleppa føroyingar at brúka transit havnirnar í ES.

Harafturímóti hevur ES slept ætlanum um at forbjóða útflutningi av fiskireiðsskapi, fiskiførum og útbúnaði úr ES til Føroyar.

Danski martvøruráðharrin, Mette Gjerskov, harmast um tiltøkini, sum ES fer at seta í verk, tí samráðingarnloysnin ikki er roynd til fulnar.

- Fra danskari síðu hava vit, síðan tað bleiv kent at ES hótti við tiltøkum, arbeitt nógv saman við Føroyum fyri at fáa gongd aftur á samráðingarnar, fyri at sleppa undan einum boykotti. Tað hava vit gjørt, tí vit meta at Ríkisfelagsskapin hevur stóran týðning. Samstundis eru vit eisini upptikin av, at tað verður fiska burðardygt, sigur Mette Gjerskov.

Tað hevur áður verið frammi, at tiltøkini verða sett í gildi tann 8. august. Men sambært fráboðan hjá matvøruráðnum, er dagurin ikki ásettur enn.

Sum limir í ES skal Danmark seta tiltøkini í verk, verður sagt úr matvøruráðnum.